Hava ikki enn fingið løn fyri arbeiði

Sjey føroyingar vóru 12 dagar í Íslandi fyri at rigga skip til kalvalínufiskiskap, samstundis sum teir eisni fiskaðu í nakrar dagar. Hvørki teir ella umboðsmaður teirra í Føroyum hava enn fingið pening fyri arbeiðið

Síðani føroyingar fóru uttanlands at arbeiða fyri nøkrum árum síðani, hava vit av og á hoyrt søgur um, at ikki allir hava fingið pening fyri tað arbeiði, teir hava gjørt. Hesar søgurnar eru tíverri ikki endaðar enn.

Í mai mánaða fóru sjey føroyingar til Íslands, har teir høvdu fingið kjans við einum íslendskum línuskipi, sum kallast Gyllir. Lýst hevði verið í Útvarpi Føroya eftir føroyskum fiskimonnum, sum vóru kønir til kalvaveiðu. Teimum varð lovað bæði gull og grønar skógir. Teir kundu fiska eftir nógvum ymiskum fiskasløgum, men tað var serliga kalvi, sum teir skuldu royna eftir.

Tá ið teir komu yvir til Ísafjørðin, skuldu teir fyrst gera skipið til. Teir skuldu nevnliga gera klárt og leggja um til kalvaveiðu. Hetta tók eini fýra dagar, og arbeiddu teir eini 12 - 14 dagar hvønn dag. 16. mai fóru teir út at royna. Teir fingu ikki tað nógva, og høvdu eisini stórar trupulleikar av, at so nógvur hvalur var á leiðini, sum tók kalvan av línuni.


Uppsagt brádliga

Teir høvdu ávegis merkt, at alt ikki var soleiðis, sum teir høvdu væntað, at tað skuldi verða. Tað var ein føroyskur umboðsmaður saman við einum svenskum felagi, sum hevði fingið avtaluna í lag. Fyrsta stóra trupulleika, teir rendu seg í, var at eitt útlendsk felag ikki kundi reka fiskiskap uttan undir einum íslendskum útgerðafelag. Hetta var avgreitt við eini avtalu við eitt íslendskt útgerðafelag. Tá ið teir skuldu út, fekk tann føroyski skiparin heldur ikki mynstrað sum skipari, men ein íslendari mátti gera tað. Tað var kortini tann føroyski skiparin, sum virkaði sum skipari á túrinum.

Trupulleikin hjá føroyska umboðsmanninum var eisini, at hann hevði fingið ein annan føroyskan skipara at føra skipið. Hesin hevði eisini fingið manning við sær. Hann kundi bara ikki fara beinavegin yvir til Íslands, og tí fekk umboðsmaðurin aðrar yvirmenn avstað, sum kundu fáa alt í gongd. Hesir skuldu sostatt bara vera í stutta tíð í Íslandi. Men skiparin í Føroyum, sum skuldi yvir, gjørdist sjúkur, og kundi tí ikki koma. Íslendska útgerafelagið segði tí rættiliga knappliga upp sáttmálan. Allir teir føroysku fiskimenninir komu heim aftur til Føroyar 12 dagar eftir, at teir vóru farnir yvir.


Nógvur peningur

Tað eru nú meir enn tveir mánaðir síðani, at hetta hendi, og enn hava teir føroyingarnir, sum fóru yvir at sigla við hesum bátinum ikki fingið eitt oyra fyri arbeiðið, teir hava gjørt. Verri er tó statt við føroyska umboðsmanninum, sum tað sær út til hevur lagt út einar 150.000 krónur, heldur ikki hevur fingið nakran pening frá íslendska útgerðafelagnum. Umboðsmaðurin hevur millum annað lagt pening út fyri ferð aftur og fram til Íslands umframt aðrar útreiðslur. Sosialinum hevur tó ikki eydnast at fingið fatur í honum, at fingi hetta váttað. Føroyingarnir, sum vóru við, siga av royndum, at teir eisini hava trupult at fáa fatur á umboðsmanninum.

Manningin hevur roynt ymsar vegir, at fingið hendur á peningin, men tað hevur ikki eydnast enn. Skiparin hevur nú skrivað eina raport frá túrinum, sum íslendska útgerafelagið hevur biðið um. Henda skuldi sendast til Íslands í gjár. Nú vóna føroyingarnir, sum vóru við, at teir kunnu fáa peningin fyri teirra arbeiði. Í øllum førum vóna teir nú at fáa fyri tað tíðina, teir vóru mynstraðir við skipinum.


Hendir av og á

Føroya Fiskimannafelag er eisini komið við uppí leikin, og teir arbeiða gjøgnum íslendska sjómannasambandið, at fáa hetta málið loyst.

Á fiskimannafelagnum siga tey annars, at teir av og á fáa tílík mál, har fiskimenn ikki hava fingið goldið fyri tað arbeiðið, teir hava gjørt á útlendskum skipum.