serligt norðanfyri, gjørdi útróðrarbáturn Gunnvá hjá Jan Jacobsen nakrar góðar setur um vikuskiftið. Hans Tóri Kallsoy, formaður á Bátafiski á Eiði, sigur, at Gunnvá gjørdi tríggjar túrar um vikuskiftið. - [...] Flestu lógu úr einum 500 pundum upp í eini 1000 pund á bátin. Tað er ikki serliga góður várróður við snellu, nú tað endiliga viðraði nakrar dagar. Onkrar aðrar dagar hava tó vignast betri til fiskiskap [...] vikuskiftið, og teir fingu umleið 5.500 pund á setuna. In.fo kann leggja aftrat, at útróðrarbáturin Gunnvá er ein longdur AWI 34, og hesin báturin verður ringur at taka í útróðri.
greiddi frá um føroysku wasabi-ætlanina og øðrum íverksetaraætlanum, sum er í gongd í løtuni. Jógvan við Keldu handaði Green IQ heiðurslønina fyri ársins innovatión fyri at hava ment ein yvirflatuskimmar, soleiðis [...] Millum fastu táttirnar er at handa virðislønir, nevndir Granar, fyri íverksetan av ymiskum slag. - Við at vísa áræði og dirvi kunnu íverksetarar heysta vinningin og bera gullið av heiði, sum Grani gjørdi [...] endurnýtast aftur. Hon er gjørd soleiðis, at hon er løtt at seta upp, og verður burturbeind saman við ruskinum. Og so tolir hon at vera úti ta tíðina, hon verður brúkt. Trýst á pílin undir myndini, og
hugaheim okkara og samskifti okkara við onnur. 25. mars er føroyskur móðurmálsdagur og undir heitinum Føroyskt og talgildi heimurin í Norðurlandahúsinum, var hugaligt at vera við, tá ið m.a. føroyski parturin [...] farið at gera føroyska teldutalu, og harvið at læra eina teldu at tosa føroyskt. Við tíðini komu nýggjar avbjóðingar eitt nú við appum og teldlum, og teldutalan var tá ikki longur nøktandi. Tí varð aftur farið [...] leiðari á Sjóndeplinum, men við bæði trúgv og vón og aftur at teimum stóran kærleika til føroyska málið varð komið á mál. Vit kunnu nú breggja okkum av at vera minsta mál við teldutalu. Nýggja tøknin er
Sundar Hansen (fo) Leikstjórn: Christoffer Berdal (dk) Leikarar: Gunnvá Zachariassen, Durita Dahl Andreasen og Nicolaj Falck kl. 22-01 Hangout við tónleiki Leygardagur 28. mars 2015 kl. 19:00 Lesing 4: ”UMsorg” [...] norðurlendskum leikritum, ið eru umsett til endamálið. Ein pallsett lesing er eitt slag av sjónleiki við avmarkaðum pallsmíð og búnum. Sjónleikararnir, sum lesa úr handritinum, kunnu sita niðri, standa stillir [...] Katarina Nolsøe, Hilmar Joensen og 11 leikarar úr Havnar Sjónleikarfelag kl. 20:10 Lesing 5: ”Sangir við gráa havsins strendur” eftir Pipsa Lonka (fi) týðing: Hans Tórgarð / Hedvig Westerlund-Kapnas leikstjórn:
Talgildingin av mikrofilmunum av føroysku bløðunum er umsíðir við at vera komin undir land. Tí skipar Landsbókasavnið Móðurmálsdagin, mikudagin 25. mars 2015 kl. 10 fyrrapart, fyri samkomu, har verkætlanin [...] hvussu vit brúka blaðsavnið. Hanus Kamban, rithøvundur, greiðir frá sínum royndum at brúka bløðini sum keldu, og Arnbjørn Dalsgarð, leiðari á Býarbókasavninum, sigur frá hendingum í føroysku blaðsøguni. Lan [...] munandi framstig í mun til gomlu skipanina, tá tú bara kundi lesa bløðini á staðnum á Landsbókasavninum. Við hesi verkætlanini hevur Landsbókasavnið tikið eitt stórt fet á leiðini at gerast eitt talgilt bókasavn
egnum mikudagin verður nýggjur datagrunnur hjá Landsbókasavninum latin upp. Talan er um dátugrunn við øllum teimum føroysku bløðunum fram til ár 2000, sum eru talgild og løgd á internetið. Verkætlanin [...] eru á mikrofilmi, so verður savnið ikki 100 prosent fullfíggjað. Harumframt verða so øll bløðini við, sum eru á timarit.fo Fyri at talgilda bløðini, so hevur verið neyðugt at skanna tey inn og síðani [...] í bløðunum. Tá tey verða skannað, er talan um myndir. Har ber ikki til at leita í tekstinum. Men við at OCR-lesa tey, ber til at leita í tekstinum. Nýggja skipanin hjá Landsbókasavninum verður tikin
Í sambandi við, at Húsið í Klaksvík hevði 10 ár á baki, var hetta hátíðarhildið fríggjakvøldið við eini konsert kl. 22 og einum drekkamunni aftaná. Steintór Rasmussen og Pætur við Keldu spældu og sungu [...] 30 í tali, royndu at syngja við eisini. Boðið var eisini til føðingardagskaku og Jóhan Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini – Børn og Ung, bar eisini eina heilsan fram við høvið. Jú, har var hugnaligt [...] hugnaligt og politiið kom eisini inn á gólvið at fáa ein góðan drekkamunn og eitt gott prát saman við teimum ungu og dagliga leiðara teirra, Jógvan Andrias Joensen.
hjartaliga vælkomin. Tað sigur Krabbameinsfelagið. Lagt verður aftrat, at ráðstevnan verður skipað við fyrilestri og verkstovum. Fyrilestrahaldari verður Pernille Jensen, yvirlækni, PhD Gynækologisku deild [...] verkstovur um evnið krabbamein í undirlívinum. Á myndini eru kvinnurnar í Undirlívsbólkinum, f.v.: Gunnvá A. Hansen, næstforkvinna, Durita Tausen, Margit Fossá, Beinta Højsted forkvinna og Dagmar Clothier
Gunvá við Keldu, býráðslimi í Klaksvíkar kommunu, hevur borgarstjórin lopið um skuldina í sínum roknistykki. Tað er í sambandi við kjak, sum hevur tikið seg upp millum býráðslimirnar, at Gunvá við Keldu [...] svaraði honum aftur við einari útrokning, sum segði tað øvuta. Les eisini: Gloymdi størstu sparingina av øllum - Í grein síni 30. januar hevði borgarstjórin nakrar útrokningar í sambandi við skuld kommununnar [...] kommununnar, har hann samanbar árini 2012 og 2014. Talvan, sum vísti skuldina við árslok 2012, var skeiv. Tí kenni eg tað neyðugt at rætta hetta, so borgararnir fáa rættar upplýsingar og røttu myndina av støðuni
ov høgur og kundi tí ikki taka undir við málinum. Sum tað sær út nú, so hevur borgarstjórin óivað gjørt eina avtalu við sitandi samgongu, at hann skuldi taka undir við málinum, tá ið tað aftur kom fyri í [...] framferð av undirritaða at taka hesa lántøkuna við í lániuppgerðina við ársskiftið 2012/13 og als ikki kreativt á nakran hátt. Kommunuskuldin er sostatt niðurgoldin við 14 mió. kr. í hesari býráðssetuni, samstundis [...] januar hevði borgarstjórin nakrar útrokningar í sambandi við skuld kommununnar, har hann samanbar árini 2012 og 2014. Talvan, sum vísti skuldina við árslok 2012, var skeiv. Tí kenni eg tað neyðugt at rætta