Fiskaði 22.000 pund um vikuskiftið

Útróðrarbáturin Gunnvá, sum er heimahoyrandi í Sundalagnum, verður neyvan tikin í útróðri.

Tað er snellutíð á Norðhavinum, men menn lata illa at veðrinum og siga, at fáir samanhangandi dagar hava verið í vártíðini í ár.

 

Um vikuskifti landaðu eini 28 snellubátar á Eiði. Fiskiskapurin var einki serligur. Flestu lógu úr einum 500 pundum upp í eini 1000 pund á bátin.

 

Tað er ikki serliga góður várróður við snellu, nú tað endiliga viðraði nakrar dagar.

 

Onkrar aðrar dagar hava tó vignast betri til fiskiskap, og tað eru dagar, har menn hava fingið upp í góð 2000 pund, tá tað hevur gingið best.

 

Men, gongur snelluveiðan einki serligt norðanfyri, gjørdi útróðrarbáturn Gunnvá hjá Jan Jacobsen nakrar góðar setur um vikuskiftið.

 

Hans Tóri Kallsoy, formaður á Bátafiski á Eiði, sigur, at Gunnvá gjørdi tríggjar túrar um vikuskiftið.

 

- Teir fingu ávikavist 7.000, 8.500 og stívliga 6.000 pund - ella sløk 22.000 pund tilsamans hesar dagarnar, sigur hann.

 

Útróðrarbáturin Gordrúgvin var ein túr um vikuskiftið, og teir fingu umleið 5.500 pund á setuna.

 

In.fo kann leggja aftrat, at útróðrarbáturin Gunnvá er ein longdur AWI 34, og hesin báturin verður ringur at taka í útróðri.