Í sambandi við, at Húsið í Klaksvík hevði 10 ár á baki, var hetta hátíðarhildið fríggjakvøldið við eini konsert kl. 22 og einum drekkamunni aftaná.
Steintór Rasmussen og Pætur við Keldu spældu og sungu og tey ungu, sum mundu vera eini 30 í tali, royndu at syngja við eisini.
Boðið var eisini til føðingardagskaku og Jóhan Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini – Børn og Ung, bar eisini eina heilsan fram við høvið.
Jú, har var hugnaligt og politiið kom eisini inn á gólvið at fáa ein góðan drekkamunn og eitt gott prát saman við teimum ungu og dagliga leiðara teirra, Jógvan Andrias Joensen.