Íverksetaradagurin 2015 verður hildin í Spaniastovu í Klaksvík í dag. Millum fastu táttirnar er at handa virðislønir, nevndir Granar, fyri íverksetan av ymiskum slag.
- Við at vísa áræði og dirvi kunnu íverksetarar heysta vinningin og bera gullið av heiði, sum Grani gjørdi á sinni.
Óluva Klettskarð setti dagin, áðrenn ymiskar framløgur vóru hildnar. Rani Nolsøe greiddi frá um føroysku wasabi-ætlanina og øðrum íverksetaraætlanum, sum er í gongd í løtuni.
Jógvan við Keldu handaði Green IQ heiðurslønina fyri ársins innovatión fyri at hava ment ein yvirflatuskimmar, soleiðis at hann kann brúkast íalivinnuni.
Frammanundan hevur Green IQ ein oljuskimmara. Hann flýtur omanáskitnum vatni og reinsar olju burtur úr. Táteir høvdu selt nakrar oljuskimmarar varðskotiðupp fyri teimum, at sama hugskot kundi brúkast til at reinsa laksalús burtur, táiðreinsaðverur fyri laksalús.
Tær flóta omanáeina løtu, og um tær ikki verða tiknar burtur, seta tær seg aftur álaksin.
Løgmaður handaði síðani Granan fyri ársins íverksetara til Heiðu G. Nolsøe. Hon er ein av kvinnunum handan umhvørvisvinarligu ruskspannina, Dropbucket.
Dropbucket er ein einnýtisruskspann framleidd úr endurnýtslupappi, sum er brúkt so ofta, at taðikki kann endurnýtast aftur. Hon er gjørd soleiðis, at hon er løtt at seta upp, og verður burturbeind saman viðruskinum. Og so tolir hon at vera úti ta tíðina, hon verður brúkt.
Trýst á pílin undir myndini, og hoyr Heiðu greiða frá