Sambært Gunvá við Keldu, býráðslimi í Klaksvíkar kommunu, hevur borgarstjórin lopið um skuldina í sínum roknistykki.
Tað er í sambandi við kjak, sum hevur tikið seg upp millum býráðslimirnar, at Gunvá við Keldu sigur Jógvan Skorheim fara undan veruleikanum. Um mánaðarskifti, róði Eyðstein Poulsen, býráðslimur, uppundir, at tað var ov dýrt at búgva í Klaksvík, men borgarstjórin svaraði honum aftur við einari útrokning, sum segði tað øvuta.
Les eisini: Gloymdi størstu sparingina av øllum
- Í grein síni 30. januar hevði borgarstjórin nakrar útrokningar í sambandi við skuld kommununnar, har hann samanbar árini 2012 og 2014. Talvan, sum vísti skuldina við árslok 2012, var skeiv. Tí kenni eg tað neyðugt at rætta hetta, so borgararnir fáa rættar upplýsingar og røttu myndina av støðuni, sigur Gunvá í lesarabrævi.
Í høvuðsheitum, vísir býráðslimurin á, at borgarstjórin hevur roknað eina ítróttarhøll frá 2013 upp í roknskapin fyri 2012.
Les eisini: Borgarstjórin og veruleikin
- Hetta er fullkomiliga at skeikla veruleikan og at villeiða. Skuldin við árslok 2012 var 145,6 mió. kr. og ikki 160 mió. kr., sum hann (Jógvan Skorheim, red.) nú sigur í bløðunum. Hetta er faktuelt skeivt, sigur hon.