Øll bløðini tøk á netinum mikudagin

Á móðurmálsdegnum mikudagin verður nýggjur datagrunnur hjá Landsbókasavninum latin upp

Á móðurmálsdegnum mikudagin verður nýggjur datagrunnur hjá Landsbókasavninum latin upp.

 

Talan er um dátugrunn við øllum teimum føroysku bløðunum fram til ár 2000, sum eru talgild og løgd á internetið. Verkætlanin kallast »Talgilding av mikrofilmunum av føroysku bløðunum«.

 

Landsbókasavnið hevur øll bløð og tíðarrit, sum eru komin út, til skjals. So at siga øll eru avmyndað á mikrofilm fyri nógvum árum síðani. Mikrofilmurin og maskinan til tess á Landsbókasavninum var í mong ár álitið hjá teimum, sum vildu granska í gomlum bløðum.

 

Tey bløðini, sum nú eru skannað inn, eru bløðini, sum eru á mikrofilmi. Av tí at øll bløð, sum eru komin út, ikki eru á mikrofilmi, so verður savnið ikki 100 prosent fullfíggjað. Harumframt verða so øll bløðini við, sum eru á timarit.fo

 

Fyri at talgilda bløðini, so hevur verið neyðugt at skanna tey inn og síðani OCR-lesa tey. Tað merkir at gera tað soleiðis, at tað ber til at leita í tekstinum í bløðunum. Tá tey verða skannað, er talan um myndir. Har ber ikki til at leita í tekstinum. Men við at OCR-lesa tey, ber til at leita í tekstinum.

 

Nýggja skipanin hjá Landsbókasavninum verður tikin í nýtslu á sjálvum móðurmálsdegnum, sum verður hildin á føðingardegi V. U. Hammerhaimbs mikdagin 25. mars. Klokkan 10 fer Bjørn Kalsø. landsstýrismaður í mentamálum, at lata blaðsavnið upp fyri almenninginum á netinum. Erling kjærbo, sum er verkætlanarleiðari, fer at greiða frá gongdini at talgilda mikrofilmarnar av føroysku bløðunum og um, hvussu vit brúka blaðsavnið. Hanus kamban, rithøvundur, greiðir frá sínum royndum at brúka bløðini sum keldu, og at enda fer Arnbjørn Dalsgarð, leiðari á býarbókasavninum, at siga frá hendingum í føroysku blaðsøguni.