føroyingi, sum gott brúkiligt føroyskt, ja so verður tað ikki leingi til vit missa málið fullkomiliga. Vit mugu minnast til, at føroysk er so nógv annað enn tað, ið fólk, sum troka seg at mikrofonunum og hóreiggja [...] onnur, sum royna at broyta tað føroyska skriftmálið, eru. Júst tað at siga, at okkara skriftmál er so langt frá talumálinum, at sum oftast ikki ber til at brúka tað. Nú veit eg ikki, hvørji mál hesir [...] móðurmál við, men um vit hyggja at donskum og eingilskum, haðani størsta ávirkanin á mál ið er í dag, so er okkara skriftmál ikki longri burtur frá talumálinum enn teirra skriftmál er frá teirra talumáli
øll hava sama áhuga og mong hava heldur ikki tíð til at siga so nógv framman fyri sjónvarpinum. Men Jenis vil ikki gjalda sjónvarpsgjald uttan so, at tað sum sent verður fellur innanfyri hansara áhugaøki [...] meiningsleysan harðskap. Problemið er jú nógv størri enn hatta, tí at Sjónvarp Føroya hevur bara ein avmarkaðan part av marknaðinum. Fylgisveinasjónvarp og video er nógv størri. Trupulleikin hjá sensurfólkinum [...] inum er bara, at tann bitin er ov stórur at gloypa, so best er at halda seg til ein, sum er minni, tí tað gevur jú eisini umtalu í pressuni. Sama prinsippið sum umhvørvisbólkarnir hava viðvíkjandi grindadrápi
begávilsini hjá Óla Breckmann. Var tað ikki nógv betur, at ein rødd, sum kanska ikki var so málsliga væl fyri, sum Óli heldur sína vera í mun til aðrar, og sjálvt um hon so var á gøtudonskum, hevði torað at tala [...] harra Heini O Heinesen, sum skulu avgera, um vit skulu hava loysing ella ei. Hesa avgerð eigur Føroya fólk og Føroya Løgting einsamalt. Tað skulu ikki danskir politikarar spyrjast um, tvørturímóti. Stoltar [...] at tað var ein ST-samtykt frá 1960, sum álegði Danmark at hjálpa føroyingum við loysingin. Tað er so rímiligt, at danski skattgjaldarin skal fíggja okkara loysing, soleiðis at eingin føroyingur aftur
sum á pannukøku, so tað stóra arbeiðið verður ikki neyðugt at gera viðvíkjandi planering og tílíkum. Vit vita jú eisini, at fyrsti fótbóltsvøllur havnarmanna lá nettup í Hoydølum, so einki ónatúrligt er [...] Havnini skal eisini. Og liggur rennibreytin væl fyri í Gundadali, so liggur hon eisini væl fyri í Hoydølum - her er bara ein kilometur á muni, so hetta er eingin trupulleiki. Men nú hava menn tosað um at gera [...] ella ikki, men um ikki, so kundi hann t.d. ligið tætt við handilsskúlan, og har hevði jú eisini borið til at lagt rennibreytina. Onkustaðni millum SEV-bygningin og handilsskúlan. Og so kundu eisini handil
³Krydd², ta er gott nokk, summi dáma ta, og summi dáma ta ikki. Eg lesi ikki so nógv blø, so eg síggi ikki so øgiliga nógv av tí. Hvussu síggja ungdómssendingarnar hjá ÚF út um 1 ár? Ta havi eg onga hóming [...] aftaná 2 tímar, og so ringdi eg nian í útvarpi og spurdi, um tey høvdu okkurt til mín at gera. Jógvan ba meg koma nian, og so fekk eg hetta. Tey ætlau allatíina at seta eitt fast fólk til at gera slíkar [...] ungdómssending. Eg skrivai so ein sovornan lista. Eg fái eisini hugskot inni á internetinum. Eg fari onkuntí inn á ta føroyska ³chatti², men tá tey so síggja,at ta er Ginna, so eru tey afturlatin vi eitt
hjá báðum flokkunum taldar undir einum, og møguleikin fyri at fáa annan mannin kundi soleiðis gerast nógv størri. Á fólkatingsvalinum í mei 1988 var undirritaði einsamallur valevni fyri Tjóðveldisflokkin [...] gjørdu listasamband. Hann var hugaður fyri tí, men onki spurdist burturúr, tí aðrir í flokkinum høvdu so ilt eyga á Tjóðveldisflokkinum. Tað var spell, tí tilsamans høvdu hesir flokkar uttan iva fingið ein [...] fólkatingsvalið. Hanus Vang mælti í bløðunum til, at allir sjálvstýrisflokkarnir skuldu kasta saman, tí so kundu teir fáa báðar fólkatingsmenninar. Hugskotið er gott, tó at tað kanska kann vera torført at definera
ikki við uppá tað, sum formaðurin í Bjargingarfelagnum rør frammundir um, at at felagið í Havn fer so nógv verri sømdir frá sínari kommunu, enn onnur bjargingarfeløg fáa frá sínari kommunu. M.a. skal felagið [...] hjá Bjargingarfelagnum. Leivur Hansen sigur, at tað er ásett bara fyri, at leiga skal vera, men so kunnu fólk sjálvi meta um, hvussu órímilig hon er. Bátafelagið skal betala somu upphædd í leigu. Og hvat [...] býráðsformaðurin. Tað er einki í vegin fyri, at Bjargingarfelagið og Bátafelagið samstarva um somu høli. So endar bjargingarfelagið á gøtuni, er tað tí, at tað hevur sett seg sjálvt uttanfyri. Tvørturímóti
var nógvur. So nógvur, at brimið kom heilt niðan til smoltstøðina, sum liggur nakað niðan frá sjóvarmálanum. Teir vóru fyrireikaðir til møguligan uppgang, og høvdu tí stoypt ein kant uppfyri, so at onki skuldi [...] eitt av kørunum, so lokið brotnaði. Tað hendi ikki meira tá, og út á kvøldið minkaði brimið nakað. Men tá klokkan var 23.45 leygarkvøldið, fór alarmurin á smoltsøðini í gongd. Tá fólk kom á staðið vísti [...] 000 laksasmolt í kørunum og umleið helvtin er burtur. Av tí at smoltsøðin liggur mitt í bygdini, so var fólk á staðnum beinanvegin. Vatnleiðingin var jú farin, og hana fingu tey bøtt uppá beinanvegin, soleiðis
evakuering. Hevði tað so verið »neyðflyting«, so kundi lesarin sæð ta meining, at hetta var at flyta fólk, sum vóru í neyð. Eitt annað orðaskepilsi kundi verið »eyðtøka« fyri at taka fólk burtur, sum eru í [...] í neyð, men tað minnir for nógv um neyðtøku, so tað ber ikki til. Evakuering bleiv brúkt undir krígnum saman við orðum sum konvoy, signal, sirena, alarmur, barakk og messa. Hetta eru alt samalt militer [...] ólukkuliga hent, at tað eina ferð í framtíðini gjørdist neyðugt at flyta fólk burtur av einum føroyskum boripalli, tí til dømis eldur var í, so var tað ein avgerandi fyrimunur, um eisini teir útlendsku arbeið
eg læra familjuna at kenna. Eg havi so nógva familju í Føroyum, serliga í Havn. - Og tað hevur verið ógvuliga gott. Mær dámar so væl at tosa við fólk. Man tosar so nógv meir í Føroyum enn í Danmark, og tað [...] var so sjáldan. - Mær dámar væl mál og tað sum eg haldi er stuttligast, er at læra at føra eina samrøðu við fólk. - Eg havi ikki lagt so stóran dent á tann grammatiska partin, og tað hoyrist nokk so týðiliga [...] Danmark brúka. - Tað koma so nógv nýggj orð inn í málið sum gera at málið verður torførari at skilja. Hann nevnir sum dømi eina lærugrein sum stjórnmálafrøði. Har eru so nógv nýggj orð sum ikki líkjast