Listasamband

Í politikki eiga ikki ov nógvar forðingar at vera, tá flokkar og fólk annars hava hug at samarbeiða.

Fimm flokkar hava stillað upp til fólkatingsvalið 11. mars, og tað er ikki av tí mesta. Verkamannafylkingin stendur spjadd og hevur avgjørt ikki at stilla upp. Teir báðir smáu flokkarnir, Miðflokkurin og Kristiligi Fólkaflokkurin, hava valt at styðja Óla Breckmann og stilla tí ikki upp sjálvir.

Eftir eru fýra teir størstu flokkarnir á tingi og Sjálvstýrisflokkurin.


Lógarbroytingin í 1992

Sambært lóg frá 1956 um val til Fólkatingið, kundu flokkar og uttanflokkalistar gera listasamband. Kastaðu td. tveir flokkar saman, vórðu atkvøðurnar hjá báðum flokkunum taldar undir einum, og møguleikin fyri at fáa annan mannin kundi soleiðis gerast nógv størri.

Á fólkatingsvalinum í mei 1988 var undirritaði einsamallur valevni fyri Tjóðveldisflokkin. Eg vendi mær til Lassa Klein, sum tá var valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum, og mælti til, at flokkarnir gjørdu listasamband. Hann var hugaður fyri tí, men onki spurdist burturúr, tí aðrir í flokkinum høvdu so ilt eyga á Tjóðveldisflokkinum.

Tað var spell, tí tilsamans høvdu hesir flokkar uttan iva fingið ein fólkatingsmann ta ferðina.

Kanska var vandin fyri hesum orsøkin til, at landsstýrið hjá Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum í 1992 fekk vallógina broytta soleiðis, at tað ikki skuldi bera til at gera listasamband til fólkatingsval.


Stóðu vit saman...

Spurningurin um listasamband ? ella at fáa flokkar at ganga saman ? hevur eisini verið frammi til hetta fólkatingsvalið.

Hanus Vang mælti í bløðunum til, at allir sjálvstýrisflokkarnir skuldu kasta saman, tí so kundu teir fáa báðar fólkatingsmenninar. Hugskotið er gott, tó at tað kanska kann vera torført at definera, hvørjir »sjálvstýrisflokkarnir« eru.

Helena Dam á Neystabø vendi sær eisini til Tjóðveldisflokkin og mælti til, at flokkarnir stillaðu upp saman. Eisini tað var eitt gott hugskot.

Men í báðum førum kravdist, at ein nýggjur listi varð gjørdur, sum hvørki kallaðist Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin, Fólkaflokkurin ella annað. Í roynd og veru skuldi eina nýggjur »flokkur« stovnast fyri at fremja samvinnu. Tað var meira enn tað, sum flokkarnir hildu seg tola.

Og tað má sigast at vera spell. Í politikki eiga ikki ov nógvar forðingar at vera, tá flokkar og fólk annars hava hug at samarbeiða.