Sensurering av fjølmiðlunum

Fimmarin 25/2-98.

Herfyri samtykti løgtingið eina lóg, sum summir bólkar í samfelagnum hava tikið sum eitt kærkomið amboð til at avmarka møguleikan hjá sjónvarpinum at senda sex og harðskap. Tað er kanska eitt prinsipmál hjá onkrum religiøsum bólkum, serliga upp undir val, tá ið atkvøðurnar frá hesum bólkum eru avgerðandi fyri nakrar politikkarar, men í mínari verð er tað tvætl, og um ein sensurur verður gjøgnumførdur, kann hann bara fáa symbolskan týdning og annars verða til fortreð hjá teimum, sum senda føroyskt sjónvarp. At argumenteringin hjá fortalarunum fyri sensuri nærum bara snýr seg um sex, meðan grovur meiningsleysur harðskapur fer mestsum óátalaður aftur við borðinum, er eisini hugvekjandi. Tað skal eisini beinanvegin staðfestast, at eftir mínum tykki sendir sjónvarpið ikki nógvan grovan meiningsleysan harðskap.

Problemið er jú nógv størri enn hatta, tí at Sjónvarp Føroya hevur bara ein avmarkaðan part av marknaðinum. Fylgisveinasjónvarp og video er nógv størri. Trupulleikin hjá sensurfólkinum er bara, at tann bitin er ov stórur at gloypa, so best er at halda seg til ein, sum er minni, tí tað gevur jú eisini umtalu í pressuni. Sama prinsippið sum umhvørvisbólkarnir hava viðvíkjandi grindadrápi.

Jenis av Rana førdi fram í fimmaranum, at vit skuldu seta ein føroyskan standard og nýta føroyska mentan til at skapa hendan standard. Tað ljóðaði eisini sum um starvsfólkið í sjónvarpinum eru mentanar- og gudloysingar. Eg havi altíð ímyndað mær at tolsemi var ein týðandi partur av føroyskari mentan. Tað sum Jenis av Rana umboðar er í mínum eygum reindyrkað fanatisma. Og ikki er tað so løgið heldur, tí teir flestu av teimum religiøsu bólkunum av hasum slagnum hava sín uppruna í amerikansku miðvesturstatunum, har religiøsur galskapur og racisma, oftast hond í hond, hava rættiliga fríar ræsur. Argumenteringin var eisini flótandi og generell, og tá ið Jenis, eftir at hava kritiserað standardin hjá Tróndi Djurhuus, var spurdur konkret um, hvussu hann hevði gjørt, fór hann, í besta Paula Ellefsen-politikkarastíl, út at sveima. Hann misti (les: »slepti«) jørðsambandinum og hevði enntá eina himmalska hyggjarakanning til at stuðla pástandinum um, at hansara sjónarmið var í meiriluta millum fólk. Samsvarar ikki heilt við úrslitið av seinasta løgtingsvalið. Forboðsmentaliteturin hevur heldur ikki stóra virðing fyri vanligum viti og skili, sum annars varð høgt í metum fyrr í tíðini.

Eitt argument var at í sosialt veikum heimum hava børnini ofta fría atgongd til sjónvarpið allar tíðir av samdøgrinum. Tað, sum eg havi sæð av tílíkum er, at sosial og fíggjarlig trongstøða ikki er nøkur forðing fyri at hava bæði parabol og video, og at hesi tól ofta hava ein órímiliga høgan prioritet. Fortreinging av einum alt og beiskum veruleika er ikki nakað ókent fyribrigdi, og tá her moralskt og mentanarligt vaktarhald í Sjónvarp Føroya helst ikki stórvegis áhuga.

Tað munnu helst verða tey fægstu sum tíma at hyggja eftir øllum, sum verður sent í sjónvarpinum. Sjálvandi, tí ikki øll hava sama áhuga og mong hava heldur ikki tíð til at siga so nógv framman fyri sjónvarpinum. Men Jenis vil ikki gjalda sjónvarpsgjald uttan so, at tað sum sent verður fellur innanfyri hansara áhugaøki. Hetta segði hann heilt konkret. Og tá eru vit komin hartil, at vit ikki bara skulu nýta moralska standardin hjá Jenisi. Vit skulu eisini hyggja eftir tí sama sum Jenis. Svørt útlit fyri hyggjaratalinum hjá sjónvarpinum. Tað næsta verður helst, at tað verður álagt Sony og Philips at framleiða serlig sjónvarpstól til føroyingar. Tey skulu ikki kunna sløkkjast, tey skulu bara kunna taka eina kanal, og hon skal vera læst til frekvensin hjá Sjónvarp Føroya.

Tað undrar meg annars, at Jenis heldur seg hava tíð til at hyggja eftir øllum, sum verður sent í sjónvarpinum, tí hann hevur jú, umframt læknastarvið, løgtingssessin og trúboðaravirksemið, eisini moralska og mentanarliga vaktarhaldið um hendi.

At minnilutar verða hoyrdir og hava sín part av ávirkan á samfelagsviðurskiftini er ein náttúrligur partur av demokratinum, men at teir sleppa at halda so nógvan gang er eitt tekin um, at tolsemi føroyinga er ovurstórt og at í minsta lagi tnan parturin av føroysku mentanini er ljóslivandi. Tað er kanska eisini eitt tekin um, at gamli føroyski óttin fyri rpesti og helviti eisini livir í best alagi, og at fólk flest fara undan tá onkur sjálvbestaltaður fidus-Jesus sveiggjar teimum heilagu skriftunum, sum um tær vóru hansara egna uppfinnilsi.

Tá eg var barn í trýssunum hendu ikki tær stóru broytingarnar í tí elektroniska undirhaldsídnaðinum. Tað gekk meira lagaliga fyri seg. Nú í 1998, henda kollveltingar hvønn dag, og vit hava sum foreldur eina stóra uppgávu sum okakra foreldur ikki høvdu, nevniliga at læra børnini at fara við hesi øgiligu undirhaldsrúgvu, sum floymir innyvir tey. Og hvørja ávirkan tað hevur á børn flest bara at seta teimum forboð, tað vita tey flestu.

Harafturat haldi eg, at tað innanfyri endamálsgrein fólkaskúlans mátti funnist rúm fyri frálæru í frásortering av elektroniskum burturkasti. Tað er skelkandi at síggja, hvussu lítið undirvísingin er broytt síðan eg gekk í skúla í 60-unum og 70-unum. Summar bøkur eru tær somu, og ein rúgva av teimum somu lærarunum koyra tað somu undirvísingina. Støðufesti kann vera gott, men tað skal valdast.

Sjálvandi skal sjónvarpið vanda sær um, hvat tey senda, og tað gera tey eftir mínum tykki eisini heilt væl, men, sum tað eisini varð ført fram í sendingini, hvar enda vit, um vit fara t innføra sensur? Hvør skal avgera, nær vit ganga demokratinum ov nær? Og hvør hevur rættin til at avgera, hvat føroyskt mentan er?


Norðoyri 28/2-98

Dánjal J. Hansen