Ungir føroyingar eru so ótrúliga afturhaldandi

³Eg haldi, at ungir føroyingar eru so ótruliga afturhaldandi og tora ov líti²

Ginna Midjord er 17 ára gomul og hevur sítt dagliga starv í Útvarpi Føroya, har hon ger sendingar til ung.

Ta er mikumorgun, klokkan er júst farin av 10. Tann kalda og gráa gongin í útvarpinum er heldur tómlig, men vi eitt kemur ein ung, smílandi genta út av einari skrivstovu. Hendan gentan, sum vi sínum smíli og lyndi beinan vegin lívgar úti á gongini, eitur Ginna Midjord. Ta er hon, sum til dagligt fæst vi at gera útvarpssendingar til ungdómin. So at siga øll ung hava helst hoyrt sendingina ³Vingl², og nógv hava helst eisini hoyrt, tá i tey hava telefonprát vi ungdóm annahvørt hóskvøld.

Vit fylgja vi Ginnu inn í studio, har hon saman vi teknikaranum Hjalmari Hvítklett skal leggja seinastu hondina á dagsins útgávu av ³Vingl². At byrja vi gongur eitt sindur strilti vi at fáa tosa rætt inn á bandi, men eftir eini løtu gongur ta munandi betur. Ginna situr rólig vi mikrofonina, og muurin á henni stendur ikki stillur! Vit skunda okkum at seta henni nakrar spurningar, nú hon er vorin heit í munninum.


Hvussu endai tú her?

Í fjør gekk eg í 10. flokki á Venjingarskúlanum, og vit høvdu eina ungdómsending í útvarpinum. Hetta dámdi mær sera væl, og tá i vit vóru liug vi sendingarnar, skuldu tvey úr flokkinum nian í útvarpi til eina samrøu vivíkjandi, hvat i manglai í útvarpinum. Eg var annar av hesum, og í hesi samrøu tosai eg í

ta óendaliga, og hesum var Jógvan Jespersen rættiliga hugtikin av. Eg byrjai á Handisskúlanum, men eg gavst longu aftaná 2 tímar, og so ringdi eg nian í útvarpi og spurdi, um tey høvdu okkurt til mín at gera. Jógvan ba meg koma nian, og so fekk eg hetta. Tey ætlau allatíina at seta eitt fast fólk til at gera slíkar sendingar.

Hvussu nógvar ungdómsendingar eru um vikuna?

Ta eru skiftandi ein og tvær um vikuna. Vingl er hvønn mikudag og verur so send umaftur hóskvøld. Annahvørt hóskvøld hava vit so eisini telefonprát. Tá vit hava telefonprát, fái eg eisini hjálp frá Anfinni Jacobsen.

Hvagani koma hugskotini til sendingarnar?

Tá eg fekk hetta starvi, kravdi útvarpi, at eg hevi ein lista upp á eini 40 evnir, i eg kundi vigera í einari ungdómssending. Eg skrivai so ein sovornan lista. Eg fái eisini hugskot inni á internetinum. Eg fari onkuntí inn á ta føroyska ³chatti², men tá tey so síggja,at ta er Ginna, so eru tey afturlatin vi eitt. Men eg fari eisini

vihvørt inn á ³alheimschatti², har fái eg nøkur hugskot. Men so eru ta sjálvandi eisini føroyingar, sum skriva inn til mín. Næstan helvtin av teimum evnum, i vit umrøa í Vingl kemur uttanífrá.

Vingl er ein sending, i tekur 1 tíma - hvussu leingi brúkar tú um at gera eina slíka sending?

Eg eri í studio og geri Vingl liugt beint fyri døgura mikudag. Tá ta er liugt, taki eg mær av løttum restina av degnum. Men so fari eg annars undir at gera næstu sendingina beinan vegin, tá eg komi til arbeiis hósmorgun. Sendingin er so endaliga liug mikudag á midegi, tá eg havi veri í studionum.

Tá i tit hava beinleiis sending vi telefonpráti havi eg lagt til merkis, at tit hava trupuleikar vi at fáa fólk at ringja inn. Hví heldur tú, at ta er so?

Eg haldi, at ungir føroyingar eru so ótrúliga afturhaldandiog tora ov líti. Eg fái mangan vimerkingar í bynum, har sagt verur, at man kann ikki taka eitt ella anna evni upp til umrøu, tí at í Føroyum kenna øll máli í einum og so framvegis.Vit royna at taka evnir upp, har øll kunnu taka lut í kjakinum, og har ta ikki er neyugt vi stórum kunnleika til evni. Men ta gongur serstakliga seint vi at fáa fólk

at ringja inn. Til dømis eru tey, sum eru 18 ár varin vi at ringja inn, tí at um kanska onkur 12 ára gamal ringir inn til somu sending, so kann tann 18 ára gamli vera róptur barnsligur, og ta vil ein 18 ára gamal fyri alt í verini ikki. Tey 12 ára gomlu vilja fegin ringja inn, men um vit vilja hava tey eldru at ringja, so noyast vit at halda teimum heilt ungu uttan fyri. Vit kunnu taka tey heilt ungu av og á, men ikki

ov ofta. Man kann eisini siga, at í mun til arar beinleiis sendingar í útvarpinum, so ber til at vera navnleysur, tá i man ringir inn til beinleiis telefonpráti hjá okkum.

Hvat kann man gera vi hendan trupuleikan?

Ta er ikki nógv anna at gera enn at blíva vi, og so kunnu vit kanska royna at provokera fólk til at ringja inn. Ta ber jú ikki til at gera røddirnar ókennandi í beinleiis sendingum. Kanska hevi ta veri eitt hugskot at havt nøkur fólk uttanífrá tøk, sum vóru klár til at ringja inn, soleiis at ta hevi veri lættari hjá restina at

tiki seg og ringt inn. Hesum arbeia vit vi í løtuni.

Fært tú naka respons frá fólki, sum siga, at hatta var gott og hatta var kanska minni gott?

Ta er heilt fitt av tí. Tá eg komi til arbeiis hósdag, er ta altí ein rúgva av telduposti til mín, har fólk gera vimerkingar til sendingina dagin fyri. Men eg fái eisini teldupost hinar dagarnar í vikuni. Eg fái umlei eini 30 brøv vi telduposti um vikuna og kanska 7 brøv. Enn havi eg ongantí fingi eitt faks.

Heldur tú, at ungdómurin fær nokk av plássi í fjølmilunum?

Akkurát nú haldi eg, at hann fær nokk so nógv pláss her í útvarpinum. Ta er ikki bara eg, men eisini fleiri onnur, sum gera sendingar til ungdómin. So eg haldi, at útvarpi er væl fyri, tá ta kemur til ungdómin. Sjónvarpi hevur einki til ungdómin. Dimmalætting hevur ³Krydd², ta er gott nokk, summi dáma ta, og summi dáma ta ikki. Eg lesi ikki so nógv blø, so eg síggi ikki so øgiliga nógv av tí.

Hvussu síggja ungdómssendingarnar hjá ÚF út um 1 ár?

Ta havi eg onga hóming av. Eg rokni ikki vi, at eg eri her tá. Eg vóni, at eg kann sleppa at halda fram, annars noyist eg at fara í skúla og so víari á blamannaskúla.


Klokkan er farin av 11, og Ginna hevi uttan iva megna at tosa í minst ein tíma aftrat, men ta hava vit tíverri ikki stundir til. Vit takka henni fyri eitt gott prát, og saman vi henni vóna vit, at føroyski ungdómurin eisini framyvir sleppur at liva vi einum hampiliga ósensureraum samfelag uttan alt ov og nógvar nalvaskoarar!