millum beinini á einum, dró langt og smekkaði móti málinum úr 20 metrum. John Hansen skilti ikki, hví hann ikki var komin fyrri inn: ? Fyrst vórðu Jan Dam, Jóhannes Joensen og Jákup á Borg sendir at hita [...] at Julian Johnsson ætlaði sær at skjóta, men so var tað John Petersen, ið tók ábyrgdina á seg, og tað gekk upp á stás. Føroyingar hava fingið trý brotsspørk í altjóða fótbólti, og teir hava fingið fulla [...] í Gundadali móti Íslandi í august í 1990, Øssur Hansen skoraði á Malta í 1996, og nú var tað John Petersen, sum fyri aðru ferð skoraði á landsliðnum. Fyrra málið skoraði hann í Jugoslavia í mai 1996.
liðformaðurin Jens Kristian Hansen og metmaðurin á liðnum, Óli Johannesen, sum avgjørt stóðu sterkastir í myndini av øllum. ? Vit kendu ikki tað trýstið á okkum, sum vit gjørdu, tá vit spældu í Glasgow fyri [...] vandamiklir. Men tú hevði hondina á bóltinum í 1. hálvleiki. Átti dómarin at havt bríkslað fyri brotssparki? ? Bólturin rakti í hondina hjá mær, eftir at teir høvdu lyft upp um Jákup Mikkelsen inni í fimm metrinum [...] kom á vøllin. Undan dystarbyrjan hevði Allan Simonsen umhugsað at seta Pól Thorsteinsson inn í miðverjuna og at lata Jóhannes Joensen, sum sostatt hevði fingið sín fyrsta landsdyst, fáa plássið á høgra
minuttir kom hol á. Tveir bóltar vóru á vøllinum, tá Blackburn miðvallarin Billy McKinlay, sum ikki kom inn eftir steðgin, tí hann var eitt sindur skaddur, stakk fram ímillum til felagan á sentrala miðvøllinum [...] spælarar bara takka sær sjálvum fyri. Í 2. hálvleiki var avrikið tað besta á longu landsliðsferðini. Tá settu føroyingarnir so avgjørt dám á fótbóltsspælið. Eftiransingarnar vóru tættar og sannførandi, taklingarnar [...] í verjuni, á miðvøllinum og harvið eisini í álopinum spældu okkara menn og sparkaðu ikki. Tað var ein sonn fragd at fylgja við í hesum, og tað spurdust møguleikar burturúr. Skotarnir inni á vøllinum vóru
og vigaði 3850 gr. 12. okt. fingu Randi og Jákup Eli Østerø, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 4200 gr. 13. okt. fingu Randi og Dánjal Jákup Hammer, Eiði, eina dóttur. Hon var 51 cm long [...] Esbjerg, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3550 gr. 10. okt. fingu Guðrið Krúnufjall og Gunnar á Steig, Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3300 gr. 10. okt. fingu Eileen Jacobsen og [...] Knudsen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3900 gr. 15. okt. fingu Ann-Britt Joensen og Jákup Holm, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 2575 gr.
Hans Fróði Hansen eisini á spælaralistanum. Liðið hjá B36 í dag er hetta: Egin Høgnesen, Arnbjørn Danielsen, Pól Thorsteinsson, Jan Guttesen, Jens Kristian Hansen, Jákup á Borg, John Petersen, Allan Manai [...] málverjin Kaj Leo Johannesen, sum nú ætlar sær at gevast á hægsta stigi, og Magni á Lakjuni, sum spældi seinnu helvt av landskappingini í ár við HB. Á hinum liðnum er vert at leggja merki til, at umframt Jens [...] men okkurt kundi bent á, at hóast tað er tann fyrsti, so er tað ikki tann seinasti dysturin hjá Øssuri Hansen og Fróða Benjaminsen í B36-búnanum. Tveir HB-spælarar verða eisini við á B36-liðnum í dag. Tað
ongantíð at síggja Smyril á Vági, sum vanligt var, áðrenn fullveldissamgongan varð skipað. Lættari er at skilja, at henda gongd hevur minni týdning fyri tingmann, sum ikki býr á hesum leiðum, men bert vitjar [...] formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, floksins vegna legði fyri tingið uppskot um misálit á Sámal P. í Grund, landsstýrismann. Í viðmerkingum sínum til misálitisuppskotið nevndi uppskotsstillarin [...] millum Føroyar og Skotland verður niðurløgd og at P/F Skipafelagið Føroyar skal yvirtaka farmasiglingina á hesi farleið, og óvissan seinastu mánaðirnar og avgerðin ígjár (undirstrikað av mær) hava ørkymlað bæði
ini. Á skránni stóð Snjóuglan og hetta spældu teir eisini. Men hugnaligt var eisini at hoyra okkurt skjaldur og ?Nú liggur ein kavafonn tindi á? - leikt í jazzstíli. Ein kendi seg næstan afturi á gomlu [...] er óivað ein hin dugnaligasta songkvinnan her á landi. James hava vit áður hoyrt á festivalinum (og aðrastaðir). Hann hevur í 5 ár verið yrkistónleikari á Íslandi og er nú komin aftur til Føroya. Her var [...] tóku í hvussu er meg á bóli. Tó, spell at tað bleiv heldur seint. Klokkan eitt var liðugt. Og tá var gott, eftir eitt gott kvøld, at finna til hús og á bólið. Næst síðsta kvøldið á Jazzfestivalinum eydnaðist
næsta mann á málskjúttaralistanum (Jákup Símun Simonsen, ið ikki var á vøllinum móti Kyndli), sum fekk seks mál. H71 legði hart út, og tá fimm minuttir vóru spældir, høvdu teir longu lagt seg á odda 5-0 [...] Guðmundsson var sum altíð sentralur, men eisini Jákup Símun Simonsen spældi væl úti á vonginum, har John Zachariasen hevði sera trupult við at halda honum. Jákup Símun skeyt seks mál og fekk fleiri brotskøst [...] ini. H71 vísti, at tað ber til at vinna á VÍF ? meir enn so ? og sunnudagin gjørdu teir alt rætt. Vestmenningar fóru heim aftur við ongum. Teir vóru ongantíð á odda í dystinum og fingu ikki so mikið sum
var lítið, sum bendi á, at Kyndil fór at fáa nakað burtur úr dystinum. KÍF var á odda 4-2, tá tíggju minuttir vóru spældir, og hóast Kyndil tá tók time-out, kom »heimaliðið« upp á 6-2, áðrenn favorittarnir [...] Tað var væntað, at Kyndlamenn fóru at vinna á KÍF í Vestmanna sunnudagin, men eins og móti Neistanum eina viku frammanundan prógvaðu kollfirðingar, at um teir skuldu havt tikið liðið úr kappingini, skuldi [...] hildu leiðsluna til langt inn í seinna hálvleik, tó uttan at tað bleiv leyst millum liðini, og KÍF var á odda 20-19, tá átta minuttir vóru eftir at spæla. Men so setti havnarliðið endaspurtin í gongd, og KÍF
úrslit at vísa á, sum standa mát við tey á ferðini fyri viku síðani, men sammeta vit bara við dystir á útivølli, so hevur tað ongantíð áður skorist so væl í tveimum undankappingardystum á rað á útivølli, sum [...] verið so frægur í tveimum royndum á rað. Besta úrslitið í tveimum undankappingardystum á rað var í 1997, tá Føroyar vunnu 2-1 móti Malta ávikavíst á útivølli 30. apríl og á heimavølli 8. juni. Í 1995 vóru [...] bonkurin hevur verið so sterkur, sum hann var á ferðini í Vilnius og í Aberdeen. Venjarin kundi uttan nakað himpr valt millum allar sjey á bonkinum at sett inn á vøllin, uttan at liðið hevði viknað stórvegis