Tað var væntað, at Kyndlamenn fóru at vinna á KÍF í Vestmanna sunnudagin, men eins og móti Neistanum eina viku frammanundan prógvaðu kollfirðingar, at um teir skuldu havt tikið liðið úr kappingini, skuldi tað ikki verið av ítróttarligum orsøkum.
Fyrsta korterið var lítið, sum bendi á, at Kyndil fór at fáa nakað burtur úr dystinum. KÍF var á odda 4-2, tá tíggju minuttir vóru spældir, og hóast Kyndil tá tók time-out, kom »heimaliðið« upp á 6-2, áðrenn favorittarnir fingu fótin fyri seg.
Men so gekk skjótt. Sjey minuttir seinni hevði Kyndil vent støðuni frá 2-6 til 8-6!
Kyndil hevði nú fingið leikligu og sálarligu yvirvágina, og teir hildu leiðsluna til langt inn í seinna hálvleik, tó uttan at tað bleiv leyst millum liðini, og KÍF var á odda 20-19, tá átta minuttir vóru eftir at spæla.
Men so setti havnarliðið endaspurtin í gongd, og KÍF kláraði ikki at fylgja við.
Við støðuni 21-21 skoraði Kyndil fimm ferðir upp í slag, og so var dysturin avgjørdur.
Men hóast KÍF nú hevur tapt sínar tveir fyrstu dystir, hava teir bitið væl frá sær ? og tað var liðið, sum mundi tikið seg úr kappingini, tí teir nóg illa fingu mannað tað og ikki høvdu funnið nakran venjara!
KÍF-Kyndil 23-26 (10-11)
KÍF: Eddie Joensen 7 (1), Vagnur Johannesen 5, Petur M. Johansen 5 (1), Jákup Dam 3, Finn Heri Jákupsson 2, Jón Álvur Johannesen 1.
Kyndil: Hannis Wardum 8 (3), Hans Áki D. Christiansen 4, Rúni Poulsen 4, Uni Wardum 4 (1), Bjarni Wardum 3, Jacob Jónsson 2 (1), Janus E. Sørensen 1.
Útvísingar: KÍF 4, Kyndil 3.