pakkað 30. november í fjør og eru best fyri 30. august í ár. EAN nummarið er 5701410348892 og Lot nummarið er 30.08.2017 LO. Fært tú glaspetti í teg, kann tað elva til ávarligan heilsuskaða og tískil mælir [...] Mysli, sum er selt í Føroyum. Orsøkin til tað er, at glaspetti eru funnin í hesi ávísa slagnum av Mysli. Talan er um "Mysli Bær og Kerner" frá Grøn Balance. Tað eru pakkar við 650 grammum í. Tað er pakkað [...] fólki, ið hava keypt Mysli av hesi ávísu sendingini um at tveita tað burtur, ella at lata tað aftur í handilin, haðani tað er keypt.
fyri 19 august í ár. Ean strikukotan er 5709345002810. Vøran er seld í Føroyum. Men trupulleikin er, at sildin verður roykt í sama framleiðsluhøli sum royktar fiskavørur við heslinøtum verða gjørdar í. Tí [...] er at fáa í Føroyum. Talan er um ein ávísa sending av "Fiskemandens Lakserøgede sild". Og orsøkin til ávaringina er, at vandi er fyri at petti av heslinøtum eru í íløtunum. Talan er um sild í løtum, har [...] fyri, at tað kunnu vera smáar nøgdir heslinøtum í sildini, men tað stendur ikki í vørumerkingini. Fólk, sum eru ovurviðkvom ella sum ikki tola heslinøt, eru í vanda fyri at gerast sjúk av at eta vøruna, sigur
arbeitt sum geofysikari hjá felagnum í mong ár, gjørdi av at búseta seg í Føroyum saman við konu síni. Tey leigaðu hús í Leynum við tí vón, at tey helst skuldu vera her í mong ár. Men mongum brestir ætlan [...] allir brunnarnir í 1. útbjóðing verða boraðir bara í tí mest áhugaverda økinum, sum liggur uppat longu kendum oljuøkjum í bretskum umráði. Tað, sum fer at vera av teimum stóru avbjóðingunum í komandi leiting [...] nettupp at fáa oljufeløgini áhugað í at bora í tí sera stóra partin av 1. útbjóðing, sum í løtuni er minni áhugaverdur orsakað av basaltinum. (Sosialurin hevur skilt, at Texaco í sínum boði hevði bjóðað sær til
aðalfundinum hjá FSF. Longu í byrjanini av september mánaði, tá landsliðið leikti útidyst móti Sveis, málbar kappingarstjórin seg soleiðis í viðtali við Sosialin: »Mín hugsan er í øllum førum, at vit umløgdu [...] ógvusliga øking, sum tað av summum verður lagt upp til. HB, sum í fjør vann greipuna, leikti íalt 28 dystir í heimligu kappingunum. 18 í lands- og 10 í steypakappingini. Tað talið vildi eftir nýggju skipanini [...] Landskappingin Nakað, sum líktist einum orðaskifti, tók seg upp í fjølmiðlunum tíðliga í ár, tá formaðurin í kappingarnevndini, Bjarki Mohr, gav til kennar, at ætlanin nú var at umskipað landskappingina
Ein av mongu skúlastjórunum í Føroyum, sum í løtuni situr við nýggju ársverksskipanini, er Ásmund Lamhauge stjóri á Runavíkar Skúla. Runavíkar Skúli er ein av størstu skúlunum í landinum, og tað skal tí ein [...] kvotan er 120 tímar í miðal fyri hvønn lærara, verða tað fleiri lærarar, ið mugu taka til takkar við minni, og tað er óheppið, metir Ásmund Lamhauge. Stór avbjóðing Hóast skúlastjórin í Runavíkar Skúla metir [...] átti at verðið útsett eitt ár, so er hann ikki í iva, at skipanin er ein stór og spennandi avbjóðing fyri skúlaleiðslurnar og lærararnar kring landið. Hann er í løtuni ígongd við at leggja tey síðstu skemaðini
Frem. Jónas Tór Næss hevur spælt fulla tíð í so at siga øllum hesum dystum, og hann var uttan iva eisini við á liðnum hjá Frem í kvøld. Randers FC er topplið í donsku 1. deild, og tí er talan um eina stóra [...] Danska 1. deildarliðið Frem, har tríggir føroyskir spælarar eru við í hópinum, spælir í kvøld landskappingardyst ímóti Randers FC. Hetta er áttandi dysturin, sum felagið spælir seinasta mánaðin. Skráin
Í døgunum frá 31. juli til 5. august verður NM fyri U17 landslið í fótbólti spælt í Føroyum. Átta landslið verða við í kappingini, og umframt føroysku U17 og U19, koma eisini Danmark, Ísland, Noreg, Svøríki [...] landsliðið spæla ímóti Danmark í Klaksvík. U19 landsliðið spælir ímóti Noregi í Havn. Hinir dystirnir eru Finland-Ísland (Skála) og Ongland-Svøríki (Havn). Týsdagin 1. august verður spælt soleiðis: Danmark-Ísland [...] Hósdagin 3. august er skráin hendan: Ísland-Føroyar (Havn), Finland-Danmark (Havn), Ongland-Noreg (Fuglafjørður), Svøríki-Føroyar U19 (Runavík). Leygardagin 5. august verður spælt um plaseringar í kappingini
Anny Rock, sum báðar eru búsitandi í Onglandi. Tær vóru komnar til Føroyar í hesum sambandi, og steðga her nakrar dagar aftrat. Burtur í tvey ár Tað var í mars mánaði 1944, at Jorena fór til Onglands saman [...] við í endanum av 2. heimsbardaga og til uppruddingina eftir kríggið. - Eg sá hann faktisk ikki aftur fyrrenn tvey ár sinni, sigur Jorena, sum verður 80 ár í august. Tá Jorena hevði búð í Onglandi í meiri [...] einum enskum hermanni, sum hon varð vorðin gift við í Miðvágs kirkju. Hon búsettist í Nottingham saman við manninum. Men tað vardi ikki long tíð - í roynd og veru ikki meiri enn góð vika ? fyrrenn hann
har í húsunum í 36 ár fram til 1970. Eftir at Sørin í Beitinum legði frá sær í 1964, tók Bodil Ellefsen við sum posthúsleiðari. Í 1969 keypti hon eini hús í bygdini og flutti hagar við postinum. Í 1983 [...] niðurløgd aftur í 1908. Í tíðarskeiðnum 1908 - 1918 var ein postskiftisstøð á Strondum í krambúðini hjá Hans Jacobi Poulsen niðri í Heygsstøð. Brævstøðin varð síðan latin uppaftur í 1918 í krambúðini hjá [...] hoyra undir postavgreiðsluna í Klaksvík, og Vágur og Hvalba komu at hoyra undir postavgreiðsluna í Trongisvági. Í skrivi frá aðalstýrinum í Keypmannahavn til postavgreiðslurnar í Tórshavn, Klaksvík og Trongisvági
Nes, og Dánial Poulsen, Lamba. Kommunurnar um Skálafjørðin sóu - í 1974 - tað neyðuga í at skipa sløkkilið, eftir at tað fleiri ferðir í sjeyti árinum høvdu verið eldar og óhapp og kommunurnar onga skipaða [...] kommuna sær skuldi útnevna sløkkiliðsmenn í eitt felags sløkkilið, sum skuldi nevnast Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið. Kommunurnar gera skjótt av, og áðrenn mai mánaði er av, eru sløkkiliðsmenn útnevndir og [...] bílagt. Millum hesar sløkkiliðsmenn, sum tá vórðu útnevndi, er 8 enn til dystin fús, og hava verið í fleiri enn 40 ár.