Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum ávísum slagi av sild, sum er at fáa í Føroyum. Talan er um ein ávísa sending av "Fiskemandens Lakserøgede sild". Og orsøkin til ávaringina er, at vandi er fyri at petti av heslinøtum eru í íløtunum. Talan er um sild í løtum, har nettovekt er 240 gramm, og sum er best fyri 19 august í ár. Ean strikukotan er 5709345002810.
Vøran er seld í Føroyum. Men trupulleikin er, at sildin verður roykt í sama framleiðsluhøli sum royktar fiskavørur við heslinøtum verða gjørdar í. Tí er vandi fyri, at tað kunnu vera smáar nøgdir heslinøtum í sildini, men tað stendur ikki í vørumerkingini.
Fólk, sum eru ovurviðkvom ella sum ikki tola heslinøt, eru í vanda fyri at gerast sjúk av at eta vøruna, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Fólk við ovurviðkvæmi, ella sum ikki tola heslinøt, eiga ikki at eta hesa sildina, siga tey, og tí skulu tey beina hana burtur, ella lata handlinum, haðani hon er keypt, hana aftur.