Áttandi dysturin í einum mánaði

Danska 1. deildarliðið Frem, har tríggir føroyskir spælarar eru við í hópinum, spælir í kvøld landskappingardyst ímóti Randers FC. Hetta er áttandi dysturin, sum felagið spælir seinasta mánaðin. Skráin hevur verið tøtt og krevjandi, men tað hevur gingið hampuliga væl hjá Frem. Jónas Tór Næss hevur spælt fulla tíð í so at siga øllum hesum dystum, og hann var uttan iva eisini við á liðnum hjá Frem í kvøld. Randers FC er topplið í donsku 1. deild, og tí er talan um eina stóra uppgávu hjá Frem, sum liggur miðskeiðis á stigatalvuni.