Ávara um glaspetti í Mysli sum er selt í Føroyum

Tað er sjálvsagt, at etur tú glaspetti, kann álvarligur skaði standast av tí

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av Mysli, sum er selt í Føroyum. Orsøkin til tað er, at glaspetti eru funnin í hesi ávísa slagnum av Mysli.

 

Talan er um "Mysli Bær og Kerner" frá Grøn Balance. Tað eru pakkar við 650 grammum í. Tað er pakkað 30. november í fjør og eru best fyri 30. august í ár. EAN nummarið er 5701410348892 og Lot nummarið er 30.08.2017 LO.

 

Fært tú glaspetti í teg, kann tað elva til ávarligan heilsuskaða og tískil mælir Heilsufrøðiliga Starvsstovan, fólki, ið hava keypt Mysli av hesi ávísu sendingini um at tveita tað burtur, ella at lata tað aftur í handilin, haðani tað er keypt.