nóg væl út til børn, foreldur og lærarar? Hvussu fáa vit føroyskt tilfar at fylla nógv meira á talgildum pallum, sum børn nýta? Landsstýriskvinnan fer nú at viðgera øll tilmælini nærri fyri at taka stig til [...] granskingarmálum, Honnu Jensen, upprit undir heitinum Føroyar lesa , við 12 átøkum, sum í stóran mun eru sprottin úr stóru lesikanningini hjá børnum í 2017/2018, sum tær fýra stóðu fyri. 2018 var eisini [...] skuldu vera við til at stimbra málmenningina hjá børnum undir skúlaaldri. Ein verkætlan var hendan, sum nú er liðug, og sum snýr seg um ítøkilig átøk at fremja. Hanna Jensen fegnast um, at lesikanningin og
Føroyar og Ísland hava samráðst í næstan eitt ár um eina nýggja fiskiveiðiavtalu og nú vildi Bárður Kass Nielsen, sum situr á Løgtingi fyri Sjálvstýri, hava at vita frá landsstýrismanninum, hvussu gongur. Høgni [...] samráðingunum nú royna londini at mýkja støðuna og at verður at finna eina semju við virðiligum samráðingum. Fæst eingin avtala, verður tað ein smeitur fyri Føroyar, tí í nógv ár hava vit kunna fiskað [...] leggur kortini afturat, at samband er ímillum partarnar. – Viðurskiftini ímillum Føroyar og Ísland eru serlig og søguliga sterk, og í mongum altjóða viðurskiftum draga londini somu línu, sigur Høgni
heldur fram: - Tað eru ikki nógv feløg, sum hava hugt at íslendskum leikarum, men tað er nú broytt. Tað fer ikki at undra meg, um vit fáa flutt nógvar spælarar til størri deildir. Longu nú hava fleiri íslendskir [...] Tað fer helst at merkjast á leikaraflytingunum, at íslendska landsliðið kláraði seg so væl í EM-endaspælinum í summar, har teir spældu seg heilt til fjórðingsfinaluna. Tað metir Magnús Agnar Magnússon
kuriosum kunnu vit nevna, at nú er tað Jógvan Skorheim sjálvur, ið sum borgarstjóri hevur myndugleika at gifta fólk, meðan Steinbjørn Jacobsen, sum vígdi Jógvan Skorheim fyri 10 árum síðani, nú er næsti maður [...] havt møguleika at verði vígd har. Tí hava tey oftast leitað sær í býráðshúsið ella á politistøðina. Umstøðurnar har eru ikki tær bestu til vígslur við tað, at har er lítið rúm. Eini 400 fólk vóru samankomin
sum ætlað. - Vit hava ikki endaliga undirskrivað ein nýggjan sáttmála, men eg haldi báðir partar eru sinnaðir at halda fram undir somu treytum, sigur Heðin. Heðin Askham fekk eisini ein gávu á ársveitsluni [...] ni, nú hann tekur eitt ár frí frá fótbólti. Tað er ein mynd, sum Álvur Haraldsen tók av Heðini, tá EB/Streymur skoraði í einum dysti í Klaksvík. Myndin av fegna og ikki minst sterka venjaranum fór kring [...] r komandi ár og ikki skulu hugsa um nakað annað enn at hyggja eftir dystinum. - Eg gleði meg longu nú at sleppa til dyst og kunnu seta meg niður og bara hyggja við neutralum brillum og eygleiða dystin
Ein kanning kostar 312 krónur, men tað er bara loyvt at krevja gjald fyri kanningarnar til á nýggjárinum. Men nú hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, so lagt uppskot fyri Løgtingið um [...] fólk, sum koma til Føroya verða kannað, tí forða vit smittuni at koma til Føroya, kunnu føroyingar framhaldandi hava ein vanligan gerandisdag. Tað eru flutningsfeløgini, sum føra fólk til Føroya, sum krevja [...] koma til Føroya, skulu sjálvi rinda fyri at verða kannað fyri koronu í eina tíð afturat. Sum støðan er nú, skulu øll yvir 12 ár, sum koma til Føroya, lata seg kanna fyri koronu og hesar seinastu mánaðirnar
maskinføraranum, Kristiani Skrokbæk, tá hann setti seg í førarahúsið á gravmaskinu síni gjáramorgunin. - Eg byrjaði dagin sum vanligt. Vit skuldu fylla ein dumpara, og eg var í holt við at skava saman tilfar [...] líkið funnið umleið ein metur undir leirleivdunum. 10 fólk lótu lív í stóru náttúruvanlukkuni, og nú eru so øll líkini funnin. Rasa Lasinskiene gekk ein túr við hundinum, tá leirskriðan leyp. Hesa løtu [...] Nú er seinasta líkið funnið í leivdunum av ógvusligu leirskriðjuni, sum rakti Ask í Gjerdrum kommunu í Noregi hin 30. desember í fjør. Tað var maskinførarin hjá fyritøkuni NVE, Kristian Skrokbæk, sum fann
stendur seg illa í løtuni. Millum annað eru norðmenn at finna aftanfyri okkum á FIFA styrkilistanum. Tað kostaði landsliðsvenjaranum, Per-Mathias Høgmo, starvið. Nú vil norska fótbóltssambandið hava, at [...] Tað er nú fyri vist, at tað verður við Ole Gunnar Solskjær sum venjara, at Sonni Ragnar Nattestad skal byrja sína tíð sum spælari í norska felagnum Molde. Norra vil hava fyrrverandi Manchester United [...] hevur tikið av tilboðnum frá norska fótbóltssambandinum. Les eisini: Solskjær lovar Sonna spælitíð - Vit hava lagt eina ætlan fyri kappingarárið, fingið venjara og spælarar til og eg havi lovað, at eg verið
verði ein munandi fíggjarligur lætti. Karsten Hansen segði, at gjaldið verður sum nú í eitt ár afturat, tí sum støðan er, eru ikki ráð til at minka inntøkurnar hjá landskassanum yvir 100 milliónir. Men samgongan [...] Tað er nú greitt, at gjaldið til Heilsutrygd verður ikki lagt undir skattin 1. januar, soleiðis sum ætlanin var. Tað staðfesti Karsten Hansen, landsstýrismaður í Heilsumálum í Løgtinginum í morgun. Tað [...] skattin, men at ein samhaldsføst skipan skal gerast. Karsten Hansen sigur, at hann fer at tryggja, at vit frá 1. januar fáa eina skipan, sum allir føroyingar fara at fegnast um. - Hon skal vera munandi betri
eitt stuttleikatok at vísa býin fram í summar fyri bæði føroyingum og útlendskum ferðafólki. Tað eru nú nakrir mánaðir síðani, at Sosialurin kundi bera tey tíðindi, at Heðin Mortensen arbeiddi við einum [...] ferðafólk runt í Havnini. Og hesin tanki er ikki sleptur. - Arbeitt verður framvegis við málinum, og vit hava samband við fólk um at útvega eitt slíkt tok, og í løtuni er tað fíggingin, sum eg arbeiði við [...] við, sigur Heðin Mortensen. Hann heldur framvegis at tað er eitt frálíkt hugskot, at vísa býin fram á henda hátt. - Tað ber til at koyra runt í smølu, gomlu gøtunum í Havn við einum ferðaleiðara, sum kann