Í Sosialinum fyri 10 árum síðani verður skrivað um fyrstu brúðarvígsluna, sum var í Betesda. Tað vóru Vígdis Kristiansdóttir Samuelsen og Jógvan Skorheim, bæði úr Klaksvík, ið vóru tey fyrstu, sum blivu vígd í samkomuhúsinum, Betesda.
Sosialurin skrivar, at tey, ið hoyra til samkomuna, hava fyrr ikki havt møguleika at verði vígd har. Tí hava tey oftast leitað sær í býráðshúsið ella á politistøðina. Umstøðurnar har eru ikki tær bestu til vígslur við tað, at har er lítið rúm.
Eini 400 fólk vóru samankomin í Betesda leygardagin til hesa fyrstu brúðarvígsluna. Vegna samkomuna bjóðaði Victor Nielsen vælkomin og segði, at hetta ikki bert var ein serstakur dagur fyri brúðarparið, men eisini fyri samkomuna.
Jákup Eli Østerø helt brúðarrøðuna. Í røðu síni bant hann trúnna og kærleikan millum tvey saman, og samanbar hesi við kærleika Guds til menniskjuni.
Tað var Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, ið vígdi søguliga brúðarparið.
Sum eitt kuriosum kunnu vit nevna, at nú er tað Jógvan Skorheim sjálvur, ið sum borgarstjóri hevur myndugleika at gifta fólk, meðan Steinbjørn Jacobsen, sum vígdi Jógvan Skorheim fyri 10 árum síðani, nú er næsti maður hansara í býráðnum.