Enn er óvist, nær tað fer at eydnast at fáa eina fiskveiðiavtalu ímillum Føroyar og Ísland. Tað staðfestir Høgni Hoydal, landsstýrismaður í Fiskivinnumálum. Føroyar og Ísland hava samráðst í næstan eitt ár um eina nýggja fiskiveiðiavtalu og nú vildi Bárður Kass Nielsen, sum situr á Løgtingi fyri Sjálvstýri, hava at vita frá landsstýrismanninum, hvussu gongur.
Høgni Hoydal sigur, at síðani seinasta summar hava samráðingar verið við Ísland um eina nýggja avtalu, men enn er ikki komið á mál. Hann leggur kortini afturat, at samband er ímillum partarnar.
– Viðurskiftini ímillum Føroyar og Ísland eru serlig og søguliga sterk, og í mongum altjóða viðurskiftum draga londini somu línu, sigur Høgni Hoydal. Men hann staðfestir samstundis, at sjálvsagt hava londini eisini ymisk áhugamál á fleiri økjum, men roynt verður altíð at loysa tey við neyvum og virðiligum samráðingum.
Hann leggur afturat, at í samráðingunum nú royna londini at mýkja støðuna og at verður at finna eina semju við virðiligum samráðingum. Fæst eingin avtala, verður tað ein smeitur fyri Føroyar, tí í nógv ár hava vit kunna fiskað 5.600 tons av botnfiski undir Íslandi um árið. Av tí kann næstan helvtin, ella 2.400 tons, vera toskur.









