Tað fer helst at merkjast á leikaraflytingunum, at íslendska landsliðið kláraði seg so væl í EM-endaspælinum í summar, har teir spældu seg heilt til fjórðingsfinaluna.
Tað metir Magnús Agnar Magnússon, leikaraumboðsmaður, sum sjálvur er umboðsmaður hjá níggju av íslendsku leikarunum, sum vóru við í EM-endaspælinum.
- Eg vóni, at so nógvir sum møguligt skifta. Um eg skal gita, so sigi eg, at helvtin av teimum 23 í EM-hópinum fara at skifta felag í summar, sigur hann við VG og heldur fram:
- Tað eru ikki nógv feløg, sum hava hugt at íslendskum leikarum, men tað er nú broytt. Tað fer ikki at undra meg, um vit fáa flutt nógvar spælarar til størri deildir.
Longu nú hava fleiri íslendskir leikarar skift felag. Vinstri bakkurin, Ari Skúlason, er skiftur úr OB til Lokeren, málverji Hannes Halldórsson úr NEC til Randers FC og Jóhann Berg Guðmundsson er skiftur úr Charlton til Premier League-felagið Burnley.
Magnús Agnar Magnússon sigur, at Ragnar Sigurðsson hjá russiska Krasnodar er tann mest eftirspurdi í løtuni. Hann væntar eisini, at Birkir Bjarnason fer at skifta úr FC Basel til eitt størri felag.