Ferðafólk, sum koma til Føroya, skulu sjálvi rinda fyri at verða kannað fyri koronu í eina tíð afturat.
Sum støðan er nú, skulu øll yvir 12 ár, sum koma til Føroya, lata seg kanna fyri koronu og hesar seinastu mánaðirnar hava tey eisini sjálvi skula rinda fyri kanningina.
Ein kanning kostar 312 krónur, men tað er bara loyvt at krevja gjald fyri kanningarnar til á nýggjárinum. Men nú hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, so lagt uppskot fyri Løgtingið um at leingja heimildina til at krevja gjald fyri koronukanningar í tríggjar mánaðir afturat, ella til 31. mars.
Hann sigur, at í royndunum at forða fyri, at korona fer at ganga í Føroyum, hevur tað stóran týdning at fólk, sum koma til Føroya verða kannað, tí forða vit smittuni at koma til Føroya, kunnu føroyingar framhaldandi hava ein vanligan gerandisdag.
Tað eru flutningsfeløgini, sum føra fólk til Føroya, sum krevja gjaldið inn og tað hava tey eisini heimild til at krevja eitt ómaksgjald fyri.
Tey, sum koma til Føroya við stuttleikabátum, skulu eisini lata seg kanna, men sjúklingar, sum hava verið til viðgerð uttanlands, og fylgjarar teirra, skulu ikki rinda fyri kanningina.











