Heðin Mortensen, borgarstjóri, arbeiðir framvegis við ætlanini um at útvega eitt stuttleikatok at vísa býin fram í summar fyri bæði føroyingum og útlendskum ferðafólki. Tað eru nú nakrir mánaðir síðani, at Sosialurin kundi bera tey tíðindi, at Heðin Mortensen arbeiddi við einum hugskoti um at útvega eitt stuttleikatok at koyra føroyingar og útlendsk ferðafólk runt í Havnini.
Og hesin tanki er ikki sleptur.
- Arbeitt verður framvegis við málinum, og vit hava samband við fólk um at útvega eitt slíkt tok, og í løtuni er tað fíggingin, sum eg arbeiði við, sigur Heðin Mortensen.
Hann heldur framvegis at tað er eitt frálíkt hugskot, at vísa býin fram á henda hátt.
- Tað ber til at koyra runt í smølu, gomlu gøtunum í Havn við einum ferðaleiðara, sum kann greiða frá um gomlu Havnina, siga, hvør búði í ymisku húsunum og so framvegis. Eg haldi, at tað er ein góður máti at vísa Havnina fram fyri bæði føroyingum og ikki minst útlendskum ferðafólki, sigur Heðin Mortensen.
Hann heldur, at soleiðis sum landið liggur nú, verður helst talan um at leika eitt tok í summarmánaðunum, og gongur alt sum ætlað, verður hetta veruleiki longu í summar.










