Heldur tú, at tit fara at spæla nógva staðni og fara at blíva við at skriva tónleik og syngja? - So leingi sum vit varða okkara áhuga, so skulu vit nokk blíva við. Eg haldi ikki, at tað er so avgerandi, hvussu [...] kunngjørdur. So, nei, tað kom heilt óvæntað á meg. Hvussu kendi tú tað so, tá ið tú hoyrdi at Hamferð hevði vunnið? - Eg varð heilt bilsin. Eitt sindur illgrunasamur kanska, men at enda øgiliga glaður. So tú helt [...] sum kemur inni frá. Hava tit nakrar serligar ætlanir fyri framman? - Ikki meira ætlanir, enn ein vanligur bólkur hevur. Men, eftirsum vit fingu studiotíð í vinning frá Sement, so ætla vit at útnytta tað
Hvussu kunnu tit yvirornað lýsa tykkum sjálvar? Jógvan: Mær dámar illa at lýsa meg sjálvan, tí fari eg skeivur, so verður tað ikki niðuraftur-lagt. Men skal eg siga okkurt, sum eg fegnist um, so er tað, at [...] modernaða samfelagið, og so vóru vit so nógv í húsi, sum kappaðust um at taka okkum av honum. Hesar ymsu uppvakstrarumstøður hava í ein mun myndað okkum á ymsan hátt. Hava tit eitt tætt forhold? Jógvan: [...] sak. Og dámar tær at taka við slíkum avbjóðingum, so gongur tað bara slag í slag frameftir. Hvussu fólk meta um hetta, kann vera so ymiskt. Onkur fegnast um, at nøkur eru, sum hava dirvið at taka við ábyrgd
væl eydnað, og vita skulu tit, ið skipa fyri, at vit eru mong, ið fylgja tykkum á ferð tykkara. Væntandi fara tit sigursferð tykkara víðari um land okkara at vitja kirkjurnar, so enn fleiri fáa gleði av [...] stuttligt er samstundis at síggja so stórar manfjøldir, ið trúliga vitja konsertirnar. Sunnukvøldið var einki undantak í so máta, tí neyðugt var at seta eyka stólar upp, so øll kundu koma inn, og kórið kundi [...] gjørt um seg. Sera heppi at kórið soleiðis fær so góða hjálp til at menna røddirnar og tónleikin má sigast vera sera gott. Aðalroyndin Alt vikuskiftið var nýtt til venjingar av hesum sangum, so tað var
sagt um Hannu, sum hevur verið er eitt arbeiðsjarn og ein diplomatur sum fáur. Ein viðmerking, ið ein av teirra trúfastu vitjandi hevði, sum kom á gátt í Nyhavnini, var, at um Hanna var ung í dag, so átti [...] "klonað". So stóra dygd sá hann í henni og teirri ábyrgd sum hon hevði fyri sínum gestum og sínum starvsfólki. So góða “gamla fru Olsen” Hjartaliga tillukku við føðingardegnum: Vit vóna at tit hava havt [...] sonur Jensiu og Magnus Olsen úr Skálavík og fingu tey 10 børn. Hanna og Jón fluttu til Danmarkar í 1989 sum bestýrarapar á Sjómansheiminum Bethel í Nyhavnini, so hon hevur sostatt eisini 20 ára starvsdag
sleppa at svimja tvørtur um fjørðin, og Hanna bjóðaði sær at kappast við hana. Tær vórðu sigldar yvir um fjørðin, og so skuldu tær svimja yvir á keiina. Hesa kapping vann Hanna so ruddiliga. Suðuroyablaðið [...] millum fólk! Ætlanin var so, at Hanna skuldi leggja á fjørðin Ólavsøkudag. Men ólavsøkudag var so ringt veður, so her gjørdist einki. Hanna fór so í dans ólavsøkukvøld, sum flestu ungfólk gjørdu, og hon var [...] halda Honnu uppi. Men so slepti Noomi, og Hanna svam bara. So tað vanliga gjørdist, at Hanna saman við beiggjum hennara William og Pole, umframt Alfred Dahl, løgdu á fjørðin um morgunin. Av beiggjunum
køksdurinum, uttan at nakar varnaðist. Onkuntíð so hissini, men sum oftast við onkrum upp á hjarta, onkrum tú hugsaði um og hevði hug at tosa um. Tær dámdi at vera við, tá nakað var, og tú smæddist [...] var í holt við, fylgdi ofta árstíðunum. Hann byrjaði tíðliga um várið at putlast í urtagarðinum, um summarið var tað hoygging, um heystið lambsskurður og seinast á árinum hingu altíð nakrar harur [...] elstu børnunum seinast í áttatiárunum. Tit gjørdu skjótt av og keyptu eini mestsum nýggj sethús, meðan vit seinni bygdu nakað omanfyri hjá tykkum. Tit fingu síðani tvey børn afturat. Tey fyrstu árini
hann var í holt við, fylgdi ofta árstíðunum. Hann byrjaði tíðliga um várið at putlast í urtagarðinum, um summarið var tað hoygging, um heystið lambsskurður og seinast á árinum hingu altíð nakrar harur [...] báðum elstu børnunum seinast í áttatiárunum. Tit gjørdu skjótt av og keyptu eini mestsum nýggj sethús, meðan vit seinni bygdu nakað omanfyri hjá tykkum. Tit fingu síðani tvey børn afturat.
Tey fyrstu árini [...] sólin setti. Oman aftur um Nøvuna, oman ígjøgnum hamrarnar, meðan pollamjørkin so spakuliga kom norður ígjøgnum Sundið hesa summarnáttina. Hetta eru løtur sum sita eftir, har alt er so einfalt, man er sum
ein farri av skemti og góðsku lá eftirá. Hann nevndi teir við navni og visti um teirra serleikar og dygdir, og vit fingu um endan av eini farnari tíð. Tá Venus úr Sandavági skal avstað á línuveiðu, beint [...] ið tók á seg so nógvar skyldur og avbjóðingar í Norðuratlantshavi og í uttanlandasigling, hevði fingið eitt eirindarleyst høgg í einum heilt øðrum heimsparti. Tað átti ikki at verið so, nú lívlanga tænastan [...] yvir so nógv ár seinni. Manningin, við Sámal Petur Petersen, skipara, betur kendur sum Piddi og Hans Jørgen, øðrum stýrimanni, saman við øðrum góðum monnum, elvdu til, at har var gott at vera, so leingi
ørslu, og lættari ábit við skerpikjøti og røstum kjøti úr Eystfellinum fingu gestirnir eisini undur góman. Hilmar Høgenni, sum so mangan, setti framsýningina við frálíkari røðu til listamannin, og verður [...] ##med18## Framsýningin kann vitjast allar yrkadagar frá 14:00 til 17:00. Um tað ikki liggur fyri at vitja júst hesar tíðir, eru tit vælkomin at ringja 217055 (Símun) fyri at avtala eina tíð sum hóskar. Hjálagt [...] verður hon endurgivin her: Hans Pauli Olsen í Gamla Seglhúsinum “Tá Símun ringdi og spurdi, um eg kundi siga nøkur orð í dag, nú henda framsýningin hjá Hans Paula letur upp, ivaðist eg fyrst, men lovaði at
annars eru um hann. Vit ynskja Jespersen ein góðan 80 ára føðingardag og mong góð ár enn. Tøkk til starvsfólkini á Miðstovuni og Lágargarð fyri, at tit eru so góð við Hans Petur og taka tykkum so væl av honum [...] hevur Hans Petur búð á Miðstovuni á Lágargarði, har tey gera alt fyri at hjúkla um hann. Hóast høgan aldur og viknandi heilsu so er Jespersen, framvegis tann sami gamli Jespersen, ið dámar at speireka og skemta [...] har Jespersen, sum mong eisini kalla hann, oftani varð mittpunktið, hann, sum savnaði fólk rundan um seg og hann, sum fólk virdu og lurtaðu eftir. Hóast nógv einsamallur var hann tó altíð partur av f