Handan brynjuna eru brøðurnir bleytir

Summi seta teir í samband við framfýsni, áræði og sjálvsálit. Onnur við vald og albogar. Men brøðurnir Jógvan og Magni Arge eru samdir um, at handan brynjuna eru teir eisini bleytir

Hvussu kunnu tit yvirornað lýsa tykkum sjálvar?
Jógvan: Mær dámar illa at lýsa meg sjálvan, tí fari eg skeivur, so verður tað ikki niðuraftur-lagt. Men skal eg siga okkurt, sum eg fegnist um, so er tað, at eg dugi hampiliga væl at tosa, tað liggur væl fyri at skriva, og eg havi tað gott, tá eg eri millum fólk. Og so kann eg eisini hava sterkan vilja. Tað stendur sína roynd í løtuni, nú eg aftur stríðist við at leggja av at roykja.
Herfyri legði eg av í trý ár, men datt út í aftur, tá eg kom í løgtingið, tí har var so keðiligt. Bestu løturnar har niðri vóru í roykirúminum. Men nú havi eg aftur sett mær fyri at basa sigarettunum.
Magni: Hóast Jógvan er tólv og eitt hálvt ár eldri enn, líkjast vit nógv. Eg meti meg somuleiðis hava evnini at tosa og formulera, og eg kann hava ein sterkan vilja. Arbeiðssaman haldi eg meg eisini vera. Eg havi hug til at engagera meg so nógv í mítt arbeiði og mínar uppgávur, at eg kanska havi lyndið til at gloyma uppgávurnar heima við hús. Mær dámar eisini væl at vera ímillum fólk og eri eitt rættiliga sosialt menniskja.
Tvær tíðir - tveir persónar
Hvussu kunnu tit lýsa hvønn annan?
Jógvan: Magni hevur verið ein fínur lítlibeiggi. Hann var ógvuliga forkelaður, tí hann var eftir-nølari, men tað er farið av honum. Í dag er hann raskur, framfýsin og málsøkin. Hann dugir væl at meta um tað, sum fer fram kring hann, og hann torir at satsa. Sum stjóri í Atlantic Airways hevur hann brotið upp úr nýggjum í føroyskum vinnulívi og er farin út um eingjagarðarnar. Hevði hann valt sær jour-nalistikk sum lívsleið, høvdu Føroyar verið alt ov smáar fyri hann. Hann hevði saktans kunnað verið millum fremstu krígsreportarar hjá CNN ella BBC.
Magni: Jógvan er óluksáliga arbeiðssamur. Hann hevur framúr evni at samskipa og leggja sær arbeiðið til rættis, og hann steðgar ikki, fyrr enn arbeiðið er gjørt liðugt og til lítar. Hygg bara allir bestseljararnir, hann hevur spýtt út á bókamarknaðin ár undan ári. Hann kundi vera nokkso kantutur fyrr men er brýndur nógv tey seinnu árini. Ikki minst varð hetta staðfest á býráðsvalinum, tá Jógvan við flestu persónligu atkvøðunum í Havnar kommunu helt rimmarfast um eina samgongu, har kvinnurnar eru í meiriluta, og hann sjálvur var nøgdur við "bert" at gerast varaborgarstjóri. Tað hevði hann ikki latið sær lyndað fyri 15 árum síðani.
Hvørjir eru so munirnir tykkara millum?
Jógvan: Genini skuldu verið nøkurlunda tey somu, men munurin er, at vit eru børn av hvør sínari tíð. Eg vaks upp í fimtiárunum, tá tú skuldi vera nøgdur við lítið. Hvørt oyra skuldi vendast, og hvørt plagg skuldi slítast. Magni vaks upp í sekstiárunum, tá tíðirnar vóru batnaðar og lunnar lagdar undir modernaða samfelagið, og so vóru vit so nógv í húsi, sum kappaðust um at taka okkum av honum. Hesar ymsu uppvakstrarumstøður hava í ein mun myndað okkum á ymsan hátt.
Hava tit eitt tætt forhold?
Jógvan: Ja, vit síggjast javnan. Og síggjast vit ikki í nakrar dagar, so hittast vit í telefonini. Tað er ikki altíð, eg eri ajour við, hvar Magni er, tí hann fartast so nógv, og mangan hevur hann verið langt av landi skotin, tá eg havi funnið hann. Vit hava arbeitt nógv saman gjøgnum árini. Ikki minst í sambandi við bókaútgávurnar hjá pápa okkara í áttatiárunum, tá Magni var tann drívandi researcharin í enskum, týskum og donskum skjalagoymslum, meðan eg mest sat heima á klettunum og tók mær av myndaredigering og slíkum.
Magni: Vit hava eisini arbeitt nógv saman í útvarpinum. Eg mundi varpa ítrótt út í eini 17 ár, og alla hesa tíðina samskipaðu vit hvørt einasta vikuskifti summarhálvuna, tá vit skuldu siga frá fótbólti og kappróðri kring landið - so vit eru meiri enn bert brøður. Tað hevur ofta verið stuttligt og spennandi at arbeiða saman sum frásøgumenn, og intuitiva forstáilsi okkara millum gjørdi tað ofta til eitt spæl at levera eina spennandi og flótandi frásøgn.
Tað kom serliga til sjóndar á okkara mongu og spennandi ferðum við fótbóltslandsliðnum sum reportarar. Á hesum ferðum havi eg havt nakrar av mínum mest spennandi arbeiðsupplivingunum yvirhøvur, tí vit vitjaðu javnan í vandamiklum og dramatiskum økjum við spentum politiskum støðum. Haðani gjørdu vit nógvar samfelagsligar reportasjur, sum lurtararnir fingu afturat fótbóltinum.
Jógvan: Hetta var so stutt eftir, at Múrurin fall í 1989, at tey forfjónaðu og niðurundirkomnu londini eystanfyri vóru líka spennandi, sum fótbólturin sjálvur. Vit endaðu t.d. mitt í eini stórari mótmælisgongu í jugoslaviska høvuðsstaðnum Beograd stutt áðrenn kríggið á Balkan brast á. Landið var proppfult av vápnum, og fólk stúrdu fyri framtíðini. Belfast í Norðurírlandi var ein annar ketil, har tú kendi teg illa av hesum grønu stálarmeraðu bilunum og øllum gyrðingunum, hermonnunum og riflunum.
Eg má siga, at eg havi sjáldan sæð slíkt journalistiskt áræði, sum tað, Magni vísti á hesum ferðum. Hann fýrdi ikki fyri at renna kapp við CNN um at koma upp á trappurnar í jugoslaviska parlamentinum, meðan mótmælini vóru upp á tað harðasta. Hann risti heldur ikki í brókunum, tá Sinn Fein-stuðlar loðsaðu hann gjørgnum duldar gøtur í Belfast til sjálva Bernadette Devlin. Stutt eftir lupu protestantar á húsini hjá Sinn Feinn og drupu ein av Sinn Feinn-stuðlunum í sama húsi, har tey hittust.
Hvat hevur ávirkað tykkum mest?
Jógvan: Tað er ongin ivi um, at tað eru tey umhvørvi, sum vit hava livað í. Mest eru vit ávirkaðir av foreldrunum Niels Juel og Petru, men serliga vit eldru systkinini fingu eisini mangt og hvat við okkum niðri í Tróndargøtu hjá abbanum Bil-Óla og ommuni Mallu. Vit komu eisini norður til Gøtu at ferðast hjá ommuni og abbanum har, Suffíu og Jóan Eliasi Gregersen. Tað vóru altíð fagnaðarferðir, og har vóru eisini nógvar gummur, gubbar, skyldfólk og vinfólk av ymsum slag.
Magni: Mesta ávirkanin er heimanífrá. Abbarnar minnist eg ikki nógv til, tí teir doyðu, meðan eg var lítil, men ommurnar kendi eg. Í okkara húsi var pápi tann almenni persónurin, men mamma smæðist ikki burtur. Hon hevur sínar sterku og avgjørdu meiningar og er av mest sannførdu loysingarfólkum. Tað sigur kanska okkurt um okkum báðar, at vit eru úrslit av eini samanrenning millum genini frá Gregersen og Arge.
Handan brynjuna
Vit kenna tykkum sum tveir brøður við sjálvsáliti og áræði, sum ikki fýra fyri at nýta albogarnar og gera um tykkum. Hvaðani kemur henda náttúran?
Jógvan: Hatta við hasum albogunum man vera ein mýta, sum onkur kappingarneyti hevur funnið uppá. Tað kann vera, at vit gera um okkum viðhvørt, men hvat so? Tað eru tað so nógv onnur, sum eisini gera. Men tað merkir ikki, at vit nýta hvørt høvi til at leypa framav og troðka onnur til viks. Minni enn so.
Magni: Eg hugsi, at evnini at formulera seg føra teg skjótari fram í oddin at tala eina sak. Og dámar tær at taka við slíkum avbjóðingum, so gongur tað bara slag í slag frameftir. Hvussu fólk meta um hetta, kann vera so ymiskt. Onkur fegnast um, at nøkur eru, sum hava dirvið at taka við ábyrgd, onnur halda seg vera troðkað til viks. Onkur heldur, at vit altíð tráa eftir at vera í fokus. Tað slapst ikki undan at vera frammi av og á í einum lítlum útvarpi, men so løgið tað ljóðar, so hugsi eg ofta um, hvussu eg best kann sigla millum skerini og skáka mær undan tí stóra polemikkinum.
Jógvan: Vit skuldu longu sum blaðungir hoyra fyri øll tey mistøk, útvarpið gjørdi, og fyri tað, sum ikki riggaði har. Einaferð løgdu nonnurnar á meg í skúlanum fyri okkurt, sum útvarpið skuldi hava sagt. Tað kundi vera eitt sindur beiskt at standa skúlarætt í mannamúgvu fyri slíkt, sum tú ikki átti lut í, men tú herdist óivað av tí.
Magni: Longu sum 10 ára gamal sat eg og vardi avgerðir hjá pápa móti atfinnandi lærarum. Eg skuldi hoyra nógv um mína familju, og tað hevur ivaleyst gjørt, at samanhaldið innanhýsis er sterkt, og at vit úteftir hava brynjað okkum at taka ímóti ágangi og atfinningum. Hin almenni profilurin er merktur av hesi brynjuni.
Finnast so eisini bleytar síður handan brynjuna?
Jógvan: Sjálvandi. Øll menniskju hava sínar bleytu síður og eginleikar, og tú skalt minnast til, at tær løturnar, tú ert í almennum víggi, eru ein so lítil og avmarkaður partur av einum heilum menniskja og allari tíðini, tú livir. Tí ber ikki til at gera niðurstøður um menniskju bert út frá tí almenna partinum. Heildarmyndin kann saktans vera meiri nuanserað.
Magni: Tað er møguliga torført at sleppa inn um brynjuna, men handan hana býr sjálvsagt ein bleytari og eymari partur, sum er meiri sjónligur í privata lívinum, og sum tey nærmastu uppliva. Men eg meti eisini, at hesin parturin gerst sjónligari við árunum yvirhøvur.
Lívið, sum munar
Vildu tit onkuntíð ynskt tykkum eina meiri friðarliga og anonyma lívsleið?
Jógvan: Nei, tað havi eg ikki hugsað so nógv um, tí at vera í almennum ljósi er ein partur av tí, eg havi hug at gera. Eg upplivi tað ikki sum eina byrðu, hóast tað av og á hevur leikað hart á.
Magni: Eg havi trivist væl í frontlinjuni og havi helst brúk fyri stórum avbjóðingum fyri at koma upp í gear, men eg havi dugað illa at halda frí og kobla frá. Onkuntíð vildi eg ynskt meiri frið kring meg sjálvan og mítt arbeiði.
Men er tað ikki prísurin, um ein vil avrika nakað her í lívinum?
Jógvan: Tað kemur ið hvussu so er lítið burtur úr at renna undan og goyma seg burtur.
Magni: Skalt tú avrika nakað út yvir tað vanliga, noyðist tú at leggja lív og sál í arbeiðið. Tilveruna frá 8-16 við fimm viku frítíð kanst tú gloyma alt um.
Út eftir kann tilveran í almenna ljósinum tykjast glamourøs, men úrslitini koma ikki av sær sjálvum - tað skal arbeiðast fyri sakini.
Hetta eru royndirnar, sum eitt nú pápi okkara gjørdi sær í útvarpinum, og tað er hesin andin, vit bera víðari. Eitt virkið lív, sum munar.
????
Magni Arge
Hóast útbúgvin tíðindamaður og drúgvar royndir sum ítróttarfrásøgumaður í Útvarpi Føroya hevur hugurin staðið til vinnulívið. Fyrst sum leiðari og samskipari á Nýggja Bókhandli og telduhandlinum T-Mac. Síðani sat hann við róðrið á Ferðaráðið Føroya, áðrenn hann fór inn í oljuvinnuna og gjørdist formaður á Føroya Oljuídnaði/Oljuvinnufelagnum. Í 1995 náddi Magni tindinum innan føroyskt vinnulív, tá hann gjørdist stjóri á føroyska flogrisanum Atlantic Airways.

Fakta um Magna Arge
Formaður í Ungmannafelagnum Skansastovu 1975-1977
Studentsprógv 1978
Samfelagsfrøði við Århus Universitet 1979-83/85-86
Føroyskt mál og bókmentir á Fróðskaparsetrinum 1983-85
Journalistikk á DJH í 1987
Frílansari í ÚF frá 1978-1996
Samskipari og stjóri í Nýggja Bókhandli og T-Mac 1987-93
Formaður í Ferðaráði Føroya 1993-1995
Formaður í Føroya Oljuídnaði/Oljuvinnufelagnum frá 1993
Stjóri á Atlantic Airways frá 1995
?????

Jógvan Arge
Vit kenna hann frá mongum pallum. Á politiska økinum hevur hann fyri Tjóðveldisflokkin verið býráðslimur, løgtingsmaður og gjørdist 1. januar 2005 varaborgarstjóri í Tórshavnar Kommunu. Í bókmentaheiminum hevur hann roynt seg sum rithøvundur og eftirhondini givið 17 søguligar bøkur út um teir menn, sum undan okkum tóku hetta land. Hann hevur starvast sum tíðindamaður í Útvarpi Føroya í 35 ár og verið tíðindaleiðari, programleiðari og sagt frá óendaliga mongum ítróttarligum stórhendingum, har hann best er kendur frá kappróðri og fóbólti.

Fakta um Jógvan Arge
Formaður í Næmingafelagnum í Hoydølum 1965
Studentsprógv 1966
Prógv sum journalistur 1970
Programmedarbeiðari í Útvarpi Føroya í 1970
Tíðindaleiðari í ÚF 1979-1989
Programleiðari í ÚF frá 1989
Formaður í Ítróttasambandi Føroya 1978-1980
Býráðslimur í Havn frá 2001
Løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin 2001-2002
Varaborgarstjóri í Havn frá 2005
?????