Flestu havnarfólk kenna Hans Petur frá Restorffs Bryggjarí, har hann arbeiddi í umleið 40 ár. Men eisini frá mongum góðum og hugnaligum løtum saman uttan fyri arbeiðsplássið, har Jespersen, sum mong eisini kalla hann, oftani varð mittpunktið, hann, sum savnaði fólk rundan um seg og hann, sum fólk virdu og lurtaðu eftir. Hóast nógv einsamallur var hann tó altíð partur av felagsskapinum.
Hans Petur er av Valinum á Tvøroyri. Foreldrini vóru: Sigrid, f. Olsen, úr Halgabyrgi á Sandi, og Frederik Jespersen, vanliga nevndur Frederik hjá gamla-Jaspuri, sum var millum tey fyrstu, ið settu seg niður á Valinum. Valurin á Tvøroyri var fyrsti veruligi arbeiðarabýlingur í Føroyum, og fólkið har livdi mangan undir sera trongum korum.
Sigrid og Frederik fingu fýra børn. Elst var Marin Elisabeth, hon doyði av tuberklum sum 20 ára gomul, síðan var tað Charles og Anna, tey eru bæði deyð, Anna doyði í fjør. Hans Petur var yngstur av systkjunum og tann einasti, sum er eftir á lívi.
Hjúnalagið hjá Sigrid og Frederik helt ikki, og Sigrid flutti við øllum fýra børnunum til Sands at búgva hjá foreldrunum. Í 1935 doyr mamman, Sigrid, og øll børnini fóru aftur til Tvøroyrar at búgva, uttan Hans Petur, sum fór til Velbastaðar.
Eftir kríggið fór Hans Petur aftur til Tvøroyrar, har hann arbeiddi hjá T. F. Thomsen í nøkur ár. Fyrst í 50-unum kom hann til Havnar og fekk arbeiði hjá Restorffs Bryggjarí. Hetta bleiv hansara lívsstarv. Hann hevði nógvar ymiskar uppgávur har, hann var raskur og arbeiðssamur, m.a. var hann nógv við í bilinum, sum koyrdi øl og sodavatn út til handlarnar í býnum. Hann arbeiddi har, til hann kom til pensiónsaldur. Seinni fór heilsan at bila, og síðan 1999 hevur Hans Petur búð á Miðstovuni á Lágargarði, har tey gera alt fyri at hjúkla um hann. Hóast høgan aldur og viknandi heilsu so er Jespersen, framvegis tann sami gamli Jespersen, ið dámar at speireka og skemta, tá okkurt er á vási. Altíð klárur við eini skjótari og speiskari viðmerking, sum fær lív í vinir og kenningar og tey, sum annars eru um hann.
Vit ynskja Jespersen ein góðan 80 ára føðingardag og mong góð ár enn. Tøkk til starvsfólkini á Miðstovuni og Lágargarð fyri, at tit eru so góð við Hans Petur og taka tykkum so væl av honum.
Vinir