Eg standi við køksvindeyga og hyggi oman á Mýriveg. Havi ofta staðið her og eygleitt Hans Dávid. Hann var altíð í gongd við okkurt, og tað hann var í holt við, fylgdi ofta árstíðunum. Hann byrjaði tíðliga um várið at putlast í urtagarðinum, um summarið var tað hoygging, um heystið lambsskurður og seinast á árinum hingu altíð nakrar harur uppi undir takskegginum. Men nú er hann ikki at síggja longur, hann er farin um sýnina fyri seinastu ferð. Hans Dávid var norðskálamaður, føddur 25. november 1956, og sonur Arna og Karlu Dam. Sum avbygdarmaður kenni eg ikki til barnaár tíni, men havi skilt, at tað var lív í, har Hans Dávid var.
Tú fórt tíðliga av bygdini at fáa tær útbúgving, tí felagsskúlin var ikki komin, tá tú fórt úr fólkaskúlanum. Seinni fórt tú av landinum, og tókst útbúgving sum innandura arkitektur. Tú komst aftur til Norðskála saman við Eydnu og teimum báðum elstu børnunum seinast í áttatiárunum. Tit gjørdu skjótt av og keyptu eini mestsum nýggj sethús, meðan vit seinni bygdu nakað omanfyri hjá tykkum. Tit fingu síðani tvey børn afturat. Tey fyrstu árini arbeiddi tú hjá Árna Winther arkitektum, men seinni fekst tú tær tína egnu teknistovu, A3. Tú hevur verið við í ymsum verkætlanum, t.d. Norðskála-Oyrar skúla, ymiskt hjá Eik banka og nú tú legði árarnar inn, vart tú við í eini verkætlan á Eysturskúlanum í Havn. Hugflog og handalag eru so ymisk, men tú hevði ágrýtni, hugflog og handalag, sum gjørdu, at nakað sást eftir, har tú vart. Tá tú vart fluttur í húsini, ført tú skjótt í gongd við at laga ein øðrvísi urtagarð enn flestu gera, har tú slapst undan hegni ella rimaverki, til tess at verja móti seyði. Jú, teir kunnu standa á tveimum beinum upp eftir grótlaðingini og toyggja seg upp eftir grønu nálunum oman á garðinum, men ikki meira enn tað. Inni í garðinum gjørdi tú harafturímóti eina niðurfelling við góðum sólargangi og lívd. Tú plantaði trø og runnar av ymsum slag, sum tær dámdi væl at tosa um. Innandura hevur tú eisini brúkt títt hugflog og tína útbúgving á serstakan hátt. Tú vart traðarmaður burturav, og brúkti nógva tíð norðuri á trøðni hjá móðurini at fáast við seyð og hoygging, og onkuntíð kálvar, gæs og enntá kalkunir. Seinastu umleið seks árini hevur tú verið upp í kommunupolitikki og eg hugsi, at tær hevur dámt tað væl. Vit høvdu onkur áhugamál í felag, sum at ganga til rørsluvenjing og sokallaða svimjing, sum tó mest er rokaligt, men stuttligt, bóltspæl í hylinum um vetrarnar. Harafturat høvdu vit umhvørvi og náttúru í felag og harmaðust um náttúrukostnaðin av at hava eitt nútíðar samfelag; at tær stórslignu áirnar, sum renna oman í Sundalagið, vóru tiknar til elframleiðslu.
Men tað vóru eisini góðar løtur í náttúruni. Minnist eitt summarkvøld av teimum føgru, tú komst niðan í túnið og spurdi, um tað ikki hevði verið eitt hugskot at fari niðan á Knúk í kvøld. Lítla løtu seinni hevði tú savnað nakrar mans afturat, og so varð farið avstað. Koyrdu niðan til tunnilin og síðani til gongu. Niðan eftir Lokkafelsryggi, upp ígjøgnum Lokkafelsdurin og niðan á Knúk, meðan sólin setti. Oman aftur um Nøvuna, oman ígjøgnum hamrarnar, meðan pollamjørkin so spakuliga kom norður ígjøgnum Sundið hesa summarnáttina. Hetta eru løtur sum sita eftir, har alt er so einfalt, man er sum man er, og náttúran gongur sína gongd. Líðin eystantil á Dalkinsfjalli var tín haruleið í fleiri ár, sum tú so væl greiddi frá í sendingin Spískamarið. Góð at ganga nógvastaðni, men eisini brøtt í støðum. Tit høvdu eydnuna við tykkum á hvørjum túri, og komu aftur í øllum góðum við fongi og ríkaðum sinni. Tú hevði eisini tað fyri at detta inn á gólvið, at standa í køksdurinum, uttan at nakar varnaðist. Onkuntíð so hissini, men sum oftast við onkrum upp á hjarta, onkrum tú hugsaði um og hevði hug at tosa um. Tær dámdi at vera við, tá nakað var, og tú smæddist ikki at taka orðið á almennum fundum upp á tín seigliga máta. Gott er at minnast aftur á føðingardagar, veitslur, nýggjárshald og onnur hugnalig tiltøk. Vit hava ein grannadag um árið her í býlinginum omanfyri Mýriheygg. Fyrstu árini var tað meira ella minni hissini og vit brúktu eitt útgrivið grundstykki í nøkur ár. Men so gekk tað sum ætlanin var, hús komu á stykki, men grannadagurin varð húsvillur. So varð funnið upp á at brúka eitt útfylt øki sunnanfyri Mýriheygg millum sev og hømiliur. Várið eftir fanst tú upp á at gera økið til eitt býlingaøki við sjálvbodnari arbeiðsmegi og stuðli frá kommununi. Vit fingu ein slættan girdan græsvøll, fitta brúgv tvørtur um løkin, ein snøggan hyl í løkinum til børn at spæla í og ein røðarastein við tilhoyrandi plankum til áhoyrarar upp eftir heygnum.
Best sum leikur var so góður komu boðini um, at tú vart sjúkur, seinast í august í fjør, og at útlitini vóru vánalig. Hetta var sjálvandi ein skelkur fyri tykkum øll, men eisini fyri grannar og vinir. Ein hópur av spurningum, sum ikki hava nakað svar. Tó fyri okkum uttanfyri húsaveggirnar bart tú sjúkuna og hóttanina við sinnisró at síggja til. Tú royndi at koma til tey somu tiltøkini, sum tú vart vanur. Fram móti jólum vart tú við til fimleik, og tú vart eisini ein dag eftir harum undir Dalkinsfjalli. Eisini hendan veturin hingu harur undir takskegginum. Men í vár bar ikki til meira, hóast roynt var við ymsum viðgerðum. Hóast illa sjúkur vildu tú helst vera heima mest møguligt. Tað einu ferðina tú komst norður av sjúkrahúsium, var eg til gongu við einum smábarni niðri á Mýrivegi. Tit steðgaðu bilinum, og tú rullaði rútin niður. Nú vart tú sjónliga merktur av sjúkuni. Helst havi eg spurt, hvussu stendur til, og tú svarar: Tað er upp og niður, men tað er ein partur av lívinum. Helst kendi tú á tær, at hetta var ein tann seinasta ferðin. Tú vart eisini ein túr norðuri á trøðni. Longu sama kvøld vart tú aftur á sjúkrahúsinum Seinast í mai var tímaglasið tómt. Ein stórur hópur fylgdi tær til tín seinasta hvíldarstað. Orð kunnu ikki lýsa sorg og sakn hjá tykkum sum eftir sita. Hann styrk tykkum gevi, sum øllum man valda. Friður veri við minninum um Hans Dávid Dam.
|