landskassans, sum í løtuni er uml. 1 mia. kr., er ein upphædd, sum Føroya Løgting kann taka avgerð um at brúka burturav. Gjaldførið landskassans er besti grunnur, vit eiga. Vinnarin er løgmaður, og tapararnir [...] endamálið fyri valið, men so títt og knapt, at valið er farið afturum, so hendir einki. Og berghol til Gásadals er so ikki komið enn. Tað, sum her hendur, er, at júst sami leistur verður brúktur, so latið tykkum [...] vita vit, at hann er forsprákari fyri flogvølli á Glyvursnesi, og líkt er til, at útbyggingarætlanin av flogvøllinum í Vágum, av somu orsøk nú verður súltað í Tinganesi. Eitt annað er, sum vit eiga at skriva
gav Fólkatinginum rangar upplýsingar. Tað avgerandi punktið er, hvat forsætisráðharrin í 1995 segði Fólkatinginum, tá hann kunnaði um, hvat stjórnin í 1993 hevði sagt Føroyum um Føroya Banka. Málið verður
eitt tal, ið framman undan er í ovara lagi fyri gagnlig arbeiðsviðurskifti á flokkunum, er, at vit hugsa fyrst og fremst um, hvat ið er pedagogiskt ráðiligt. At fara upp á 28 er ørskapur. Hví? Tí at und [...] hugsað verður um játtanir og eykajáttanir á mongum øðrum økjum. Tiltikið er at dríta í egið reiður, og tað er okkurt ið bendir á, at tað er júst tað, ið landsstýrismaðurin í skúlamálum ger í hesum døgum. Elisabeth [...] sær útbúgving úti í heimi. Føroyska samfelagið hevur so lítið at bjóða teimum sum nú er og útbúgving av ungdóminum er góð íløga fyri land og framtíð okkara. Oman fyri nevnda punkt 1) hevur verið nógv lýst
lógin er ein staðfesting av tí, sum løgtingið frammanundan hevur samtykt. Hann hevði tá eisini sæð at tað er bert føroyska lóggávuvaldið sum kann broyta lógina, sum er galdandi í Føroyum. Hetta er tað, [...] orðaskiftið um hvat heimastýrislógin er. Eitt orðaskifti, sum fór fram fyrst í 50 árunum, og sum eingin rættuliga tímdi at fáast við meira, tí tað var øllum greitt at líka mikið, hvat løgfrøðin sigur [...] enn so, hann skal hava donsku stjórnina at siga honum hvat er rætt og skeivt. Hann skal hava danir at siga, hvussu teir skilja heimastýrislógina. Tað er sum um lúsin má vera útlendsk. Fólkafloksmaðurin kundi
fyri, sigur hann. ? Er Landsbankin bygdur út orsakað av bankamálinum? ? Vit høvdu undir øllum umstøðum bygt út Landsbankan, men hvøkkurin av bankamálinum hevur undirstrikað, hvat er av týdningi, sigur hann [...] var einsamallur settur í starv í Landsbankanum í 1988, og er bankin síðani útbygdur - og starvast í dag sjey fólk í Landsbanka Føroya. ? Tað er eisini mark fyri, hvussu skjótt tú kanst uppbyggja ein slíkan [...] Vaksandi áhugi fyri hagtølum ? Er tað ikki eitt krav frá politiska myndugleikanum í Føroyum, at Lansbankin skal brynja seg at hava skil á hesum viðurskiftum? ? Tað er ikki eitt beinleiðis krav, men tað
enn tað er: Ein kanning, sum er púra óbindandi fuyri báði foreldur og Býráð. Og tað er so slett ikki talan um at seta kontanthjálpina aftur í gildið. Formaðurin í sosialu nevnd sigur, at sjálv er hon hart [...] breidd, at nú er Tórshavnar Kommuna farin at betala foreldrum pengar fyri at taka børnini av bíðilistanum til barnaansingarpláss. Grundin til at Elin Lindenskov bleiv so kløkk, er, at tað er púra einki hald [...] tað er ongin sum helst avgerð tikin um, hvat pengarnir skulu brúkast til, sigur hon. Og tað verður sjálvandi heldur ongin avgerð tikin um tað uttanum Sosialu nevnd. Men hon leggur afturat, at tað er ongin
Tað er bara hent einaferð fyrr at veljararnir hava reagerað. Tað var tá Pauli Ellefsen og Atli Dam fullu. Hetta málið er so gamalt, og nú vilja fólk koma víðari. - Hetta er mín meting, og tað er væl møguligt [...] fólkatingsmann. Er so nakað gott komið burturúr kanningini hóast alt? - Kanningin hevur lært okkum, at fyri tað um boð koma frá hægstu myndugleikunum í landinum, so er ikki vist at alt er rætt sum teir siga [...] í sjónvarpssendingini. Ella er okkurt galið. Kanningin má vísa, at onkur í Føroyum hevur verið vitandi um hvat hendi. - Tað hava verið so nógv fólk, sum áttu at vitað hvat hendi í bankunum, viðvíkjandi
slúktu 1992 roknskapinum hjá bankanum ráum. Lise Lyck er forvitin eftir at vita, hvussu sjálv góðskan av kanningini - arbeiðið, sum gjørt er - er úr hondum greitt. Verður tað soleiðis, at fólk, aftan á [...] til ta stóru løtuna. Fríggjadagin klokkan 16 verður so greitt, hvat Grønborg & Co. eru komnir til. Sosialurin hevur tosað við Lise Lyck, sum er serfrøðingur í donskum, føroyskum viðurskiftum, um útlitini [...] Sjálvandi ber ikki til framman undan at siga, hvat stendur í frágreiðingini. Men Lise Lyck væntar, at dentur verður lagdur á at vísa, um, og í játtandi føri, hvat og hvussu tætt samband verið hervur millum
Rasmussen. Og so ger tað eftir øllum at døma minni, hvat stendur í sjálvari frágreiðingini. Bara tað skaðar Nyrup. Strategiin hjá teimum borgarligu er klár. Kjakið um, hvørt danir hava snýtt føroyingar [...] heldur í dag, at bert ein ógvuliga hørð frágreiðing fer at fella forsætisráðharran. Og mest sannlíkt er, at hann hórar undan. Um niðurstøðan í frágreiðingini ikki verður ákærandi móti stjórnini og týðuliga [...] soleiðis, at tann Føroyavinarligi politikkurin, serliga Uffe Ellemenn Jensen, hevur givið til sjóndar, er við at venda. Og føroyingar skulu als ikki vænta, at ein møgulig, komandi borgarlig stjórn fer at koma
at kanningin bara er upplýsandi, leggur hon samstundis upp til møguleikar fyri politiskum tulkingum. Og hann metir, at Poul Nyrup Rasmussen tekur málið so róliga, at hann avgjørt ikki er bangin fyri tí, [...] frágreiðingini fer at standa. Úr Forsætismálaráðnum verður sagt, at sjálvandi er forsætisráðharrin róligur. »Hann veit ikki enn, hvat stendur í frágreiðingini, men hann veit, hvønn leiklut hann sjálvur hevur [...] seinnapartin hósdagin. Hinvegin heldur Ralf Pittelkow, at eingin ivi er um, at bankafrágreiðingin fer at koma við ákoyringum fyri tað, sum farið er fram. Men hann væntar ikki, at tær eru so tyngjandi, at nakar