Uffe ofrar Føroyar

Vinstraflokkurin og teir Konservativu velja at leggja dent á at fella Poul Nyrup Rasmussen upp á bankafrágreiðingina heldur enn at viðgera tað, sum stendur í henni

Andstøðan á Christiansborg roynir at brúka bankamálið til at finna eitthvørt, sum kann fella Poul Nyrup Rasmussen. Og so ger tað eftir øllum at døma minni, hvat stendur í sjálvari frágreiðingini. Bara tað skaðar Nyrup.

Strategiin hjá teimum borgarligu er klár.

Kjakið um, hvørt danir hava snýtt føroyingar ella ikki, skal doyvast niður.

Í staðin skal ljóskastarin setast beinleiðis á Poul Nyrup Ramsussen, forsætisráðharra, til tess at finna út av, um hann leyg fyri Fólkatinginum, tá hann hin 24. mai 1995 segði, at hann ikki fyrr enn hin 12. mai sama ár fekk kunnleika um eitt sera týdningarmikið skjal í bankamálinum.

Men Berlingske Tidende heldur í dag, at bert ein ógvuliga hørð frágreiðing fer at fella forsætisráðharran. Og mest sannlíkt er, at hann hórar undan.

Um niðurstøðan í frágreiðingini ikki verður ákærandi móti stjórnini og týðuliga vísir, at forsætisráðharrin hevur gjørt okkurt galið, verður hann neyvan feldur, halda teir borgarligu í Danmark. Tað verður sutt sagt ov torført at samla ein meiriluta fyri at fella hann. Men teir royna kortini og leita við lykt eftir øllum í bankafrágreiðingini, sum bara kann koma Nyrup tvørt fyri.

At teir hava valt hesa linjuna, heldur enn at viðgera frágreiðingina sum so, metir Berlignske Tidende soleiðis, at tann Føroyavinarligi politikkurin, serliga Uffe Ellemenn Jensen, hevur givið til sjóndar, er við at venda.

Og føroyingar skulu als ikki vænta, at ein møgulig, komandi borgarlig stjórn fer at koma norður yvir við stórum kekkum,um teir fáa fíggjarligu ábyrgdina.

Men kanska vilja teir als ikki hava nakað val nú kortini, heldur blaðið.

Tað veðrur skjótt fólkaatkvøða um Amsterdam sáttmálan, og tað hevði - í borgarligum eygum - helst ikki verið heilt av leið, um Nyrup sat við róðrið tá. Tí teir socialdemokratisku veljararnir eru teir, sum eru mest ivasamir um ES.

Og Uffe Ellemann-Jensen hevur sagt, at Amsterdamsáttmálin gongur fram um alt. Har við eisini føroyingar og teirra bankamál.So tað kann kanska geva eina ábending á, hví teir borgarligu eftir øllum at døma heldur vilja tosa um at fella Nyrup, enn at tosa um sjálva bankakanningina.