honum undir vatni. Inni á landi sat starvsfelagin hjá hesum manni og fekk sær kaffi. Tá hann var liðugur við kaffimunnin, helt hann fyri, at nú mátti hann fara at loysa hin av. So gekk hann oman til sjóvarmálan [...] svimja. Fýra stórir klettar Tað, sum ikki sást úr landi, var, at maðurin, sum stóð og boraði, stóð uppi á einum stórum kletti, sum liggur beint undir vatnskorpuni úti í Sandagerði. Heilir fýra stórir klettar
Trelleborg vann 1-0 á Svangaskarði og 3-2 á heimavølli. Í 1995 var Raith Rovers úr Skotlandi mótstøðuliðið. Stórur fjáltur var á gøtumonnum í Skotlandi, har teir taptu 4-0. Á Svangaskarði gekk hópin betur. Úrslitið [...] Í gjár hevði GÍ frí frá venjing, og í dag møta teir í Runavík á dmiddegi, og so verður hvíld og taktikfundur á skránni, áðrenn teir fara á Svangaskarð, har dysturin verður í kvøld klokkan 19. Tað er altíð [...] sum var á beinkinum báðu ferðirnar í fjør, nývaldi landsliðsmálverjin Sunvard Joensen og Súni Olsen. Men teir báðir síðstnevndu hava áður spælt á unglingalandsliðunum. Sunvard Joensen var málverji á U-18
tiltøk vóru á skránni um vikuskiftið og skráin minti ikki sørt um Norðoyarstevnu. Men so var ikki. Millum tiltøkini, sum vóru á skránni, vóru fyrilestrar. Og tað er synd at siga, at Klaksvíkin gekk í »smáum [...] fyrrverandi danski forsætisráðharrin, at hann metti tað verða neyðugt, at Føroyar samstarva við ES eisini á tí økinum. ES hevur eitt stórt »apparat«, sum tekur sær av slíkum, og tað kann gerast ein stórur fyrimunur
heiti eg tí staðiliga á andstøðupolitikarar og ikki minst á blaðfólkini á stóru bløðunum, um at sýna Føroya fólki virðing og sóma, og fara undir ein opnan og sakligan dialog um ætlaninar á sjálvstýrisleið. [...] sjálvsagt heldur ikki vera nøkur loyna, at ein so slóðbrótandi avtala á sjálvstýrisleið krevur, at partarnir hittast á hálvari leið á ymsum økjum. Andstøða og pressa høvdu heldur sýnt mansmót og tjóðini [...] Sosialurin var eitt skifti við at menna seg til eitt gott og hampuliga óheft tiðindablað, har blaðstjórin gekk á odda við m.a. at banna ónevndum lesarabrøvum. Men alt hetta hevur sami blaðstjóri eftir fáum vikum
Torkil Hansen, Torbjørn Hansen, Sjúrður Eldevig og Kaj Heri Joensen á motorsúkklu úr Danmark á ferð til alskyns støð í Europa. Ferðin gekk gjøgnum heili sjey lond. Tey vóru: Danmark, Týskland, Luxembourg [...] brennievni. Við sær á motorsúkklunum høvdu teir tvinni tjøld, sum vóru til fýra fólk hvør. Hesi settu teir so upp á tjaldplássum, har teir komu fram. Formel 1 í Magny-Cours Leiðin gekk sjálvsagt at byrja [...] steðgaðu á í Týsklandi á veg til Danmarkar, meðan aðrir koyrdu beinleiðis úr Venezia til Danmarkar. Tann 14. juli vóru teir seinastu motorsúkklurnar aftur í Danmark, men tá høvdu tær eisini verið á ferð í
samstundis sum hann førir fram, at landsstýrið gekk á odda í berserkargongdini, sum eyðkendi føroyska búskapin síðst í áttatiárunum. Í hesum viðfangi vísir hann á tann stóra stuðulin, sum fiskivinnan fekk, [...] kkurin var á beinari kós, tá hann vildi steðga rentuspekulatiónini, men sum hvørgin av teimum stóru borgarligu flokkunum vildu gera, fyrr enn í 1990. Á hesum stað er ferð eftir ferð víst á, at bankarnir [...] vísir hann einaferð aftur á ójavnan í rentuskattinum, sum heimilaði øllum rentufrádrátti, samstundis sum rentuinntøkur ikki vórðu skattaðar. HENDA áskoðanin er aftur ein undir vangan á gomlu bankaleiðslunum
vann FCK á heimavølli í Parkini sannførandi 6-0 sigur í undankappingini til europeisku steypakappingina. Mótstøðuliðið var Karabakh Agdam úr Aserbadjan, og tað var synd í teimum. FCK kom á odda beinanvegin [...] hava brúk fyri honum í Sarajevo mikudagin. Gongur ikki væl Tað gekk ikki væl hjá Julian Johnsson og Kongsvinger, tá teir í vikuni spældu á heimavølli móti Haugesund. Kongsvinger tapti 1-0, og tað var ikki
móti B68, men í kvøld gekk væl betri. Eg kom við í spælið beinanvegin, og eg haldi ikki, at teir vóru nakað serliga góðir í royndunum móti málinum. Sum oftast raktu teir beint á meg, staðfesti nýggi l [...] sum hevur spælt eina rúgvu av dystum á U-16 landsliðnum, ongar trupulleikar hevði av váta undirlagnum: ? Teir vóru skjótir eina løtu, tá eg eisini kendi størri trýst á mær í móttøkuni av bóltinum, men sum [...] Tað gjørdi GÍ formaðurin, Jógvan Gregersen, eisini. Onkur helt fyri, at nú ráddi bara um at vinna 3-0 á útivølli, men tað var nú meiri í skemti. Johan Nielsen, GÍ venjarin, helt ikki, at mótstøðuliðið hevði
ósemja á arbeiðsmarknaðinum, og henda tyktist onga loysn at fáa, so kundu óformellar samráðingar millum partarnar føra til, at eitt uppskot, sum gekk eitt nú FA rættuliga nógv á møti, varð lagt fram á ting [...] at flokkurin fekk umboð á ting, at Javnaðarflokkurin skipaði fyri stevnu í Trongisvági í vikuskiftinum. Og tað vóru áhugaverdir tónar, sum formaður Javnaðarfloksins bar fram á hesi stevnu: - Tað var tann [...] verða snikkað til, taka fakr-rsluna upp á ráð. - So her mugu báðir partar taka í egnan barm, um hesi viðurskifti skulu broytast til tað betra, segði Jóannes Eidesgaard á stevnuni hjá Javnaðarflokkinum, har
Teir máttu vinna dystin fyri at fylgja við oddaliðunum, og nú VB kom á odda beinanvegin, noyddust gøtumenn fram á vøllin. Men tað gekk ikki so væl at koma fram at nøkrum serligum málmøguleikum. Nærmast við [...] tveimum vikum síðani byrjaði GÍ seinnu helvt av landskappingini við at vinna 5-1 á NSÍ, men so fingu teir bert javnleik á heimavølli móti B68, og leygardagin taptu teir 1-3 móti VB. VB var betra liðið í [...] (hesu ferð líktist tað meira einum skoti enn tað gjørdi á Svangaskarði). Skotið snýtti fullkomiliga Bjarna Johansen, men bólturin fór niður í vøllin og á stongina. Henning Jarnskor fylgdi væl upp og lameteraði