Í grannalondum okkara er tað vanligt, at fakfelagsrørslan og Javnaðarflokkurin eru í tøttum samstarvi. Soleiðis hevur tað ikki beinleiðis verið hjá okkum, og vísti stovnanin av Verkamannafylkingini best, hvussu hart stríðið partanna millum var í Føroyum.
Tað er í sambandi við at fyrrverandi formaður og ein av stovnarum Javnaðarfloksins, Petur Mohr Dam hevði fylt 100 ár seinasta týsdag, og í sambandi við, at tað í ár eru liðin 70 ár síðani, at flokkurin fekk umboð á ting, at Javnaðarflokkurin skipaði fyri stevnu í Trongisvági í vikuskiftinum.
Og tað vóru áhugaverdir tónar, sum formaður Javnaðarfloksins bar fram á hesi stevnu:
- Tað var tann tíð, tá formaður Føroya Arbeiðarafelags var frammaliga í leiðslu Javnaðarfloksins. Tað var eisini tann tíð, tá formaður Føroya Fiskimannafelags var tingmaður fyri Javnaðarfloksins.
- Eg ivist ikki í, at henda tíð hevur givið báðum pørtum nógv, men tað var kanska mangan torført at fáa partarnar at viðganga, at so var. Og eg eri eins sannførdur um, at var tann neyðuga toleransan og tann persónliga búningin til staðar, so vóru hesi viðurskifti óbroytt í dag, og bæði tann politiska og tann fakliga søgan høvdu fingið eina aðra gongd, segði Jóannes Eidesgaard. Og hann helt fram:
- Var ein ósemja á arbeiðsmarknaðinum, og henda tyktist onga loysn at fáa, so kundu óformellar samráðingar millum partarnar føra til, at eitt uppskot, sum gekk eitt nú FA rættuliga nógv á møti, varð lagt fram á ting og samtykt sum lóg. Men so hoyrdist aftaná, at ein ávísur flokkur hevði stungið fakrørsluna í bakið við at fara í tingið við málinum, hóast hetta varð gjørt í besta forstáilsi. Slíkt fremur ikki samstarv, hóast vit øll eru samd um, at ósemjurnar eiga at verða loystar uttan fyri tinggátt.
Jóannes Eidesgaard segði eisini, at tað altíð verður neyðugt við dialogi millum partarnar. Ein dialogur, har partarnir kunnu læra og geva hvørjum øðrum nakað.
- Eg trúgvi, at júst hetta við dialoginum var ein sentral orsøk til, at samstarvið millum ta politisku og ta fakligu skipanina at enda meira ella minni helt heilt uppat. Og í slíkum kann hvørgin parturin sleppa sær undan ábygd, segði hann.
- Men hesin dialogur er tagnaður, og relevanti spurningurin fyri eitt slíkt høvi sum hetta er, at um viljin er til staðar, at hesin verður aftur fingin í rættlag. Og her skal frá Javnaðarfloksins síðu ljóða eitt greitt ja, at vit hava viljan og vilja fegnir vísa tað í verki, segði Jóannes Eidesgaard.
Hann legði afturat, at hesin dialogur skal ikki verða soleiðis, sum ein mangan hevur lyndi til at trúgva, at hann var. Tað eigur ikki avera so, at fakrørslan bíðar eftir teimum politisku útmeldingunum fyri síðan at siga, at man er samdur ella ósamdur. Hesin dialogur skal vera aktivur frá tí, at eitt uppskot ella hugskot verður til, og til tað verður gjøgnumført.
- Alt ov ofta síggja vit, at fakrørslan situr og bíðar eftir politikarum. To tá so hesir ditta sær fram við onkrum, so fellur dómurin sum eitt svørðsslag. Og er hugskotið frá politikkarunum gott, so fær tað ikki nógv rósandi orð á vegnum, men er tað hin vegin eitt vánauppskot, so fellur dómurin náðileysur.
- Og alt ov ofta síggja vit eisini tað øvugta, at politikkarar als ikki, tá lógaruppskot verða snikkað til, taka fakr-rsluna upp á ráð.
- So her mugu báðir partar taka í egnan barm, um hesi viðurskifti skulu broytast til tað betra, segði Jóannes Eidesgaard á stevnuni hjá Javnaðarflokkinum, har hann boðaði frá, at Javnaðarflokkurin fer at nýta hetta høvi til at bjóða inn til samstarv, sum javnaðarflokkurin fer at leggja doyin á at fáa at bera til.
- Hetta fyri at beina okkum inn á røttu kósina aftur, og fyri at liva upp til ta politisku stevnu, sum Petur Mohr Dam og hansara líkar løgdu lunnar undir.