Bankin og landsins stýri

? ? ?

Í bersøgnu og áhugaverdu grein síni viðgongur fyri fyrstuferð ein leiðandi bankamaður, at føroysku bankarnir eisini høvdu sín stóra lut í skrædlinum fyrst í nítiárinum. Jørn Astrup sigur í greinini, at bankarnir kundu havt verið nógv meiri atfinningarsamir og kundu havt steðgað ella havt ávirkað »deyðadansin«. Men bankarnir dansaðu bara til tónarnar.


HETTA ásannar bankastjórin, samstundis sum hann førir fram, at landsstýrið gekk á odda í berserkargongdini, sum eyðkendi føroyska búskapin síðst í áttatiárunum. Í hesum viðfangi vísir hann á tann stóra stuðulin, sum fiskivinnan fekk, ta ovurfisking, sum fór fram, og eisini vísir hann einaferð aftur á ójavnan í rentuskattinum, sum heimilaði øllum rentufrádrátti, samstundis sum rentuinntøkur ikki vórðu skattaðar.


HENDA áskoðanin er aftur ein undir vangan á gomlu bankaleiðslunum, sum hildu fast um táverandi rentuskattaskipan, samstundis sum henda áskoðanin aftur staðfestir, at javnaðarflokkurin var á beinari kós, tá hann vildi steðga rentuspekulatiónini, men sum hvørgin av teimum stóru borgarligu flokkunum vildu gera, fyrr enn í 1990.


Á hesum stað er ferð eftir ferð víst á, at bankarnir og donsku fíggingarfeløgini høvdu sín stóra lut í at ovurupphita búskapin, og í annars atfinningarsomu grein fer Jørn Astrup Hansen lætt um ta vitleysu húsafíggingina og ta vitleysu lánsveitingina til privata nýtslu, sum ein og hvør fekk uttan veruliga kredittvurdering.


LANDSSTÝRIÐ hevði sín stóra leiklut við ikki at bremsa útlendsku lántøkunum, og við ikki at tálma almennu íløgurnar, fyrr enn tað var ov seint. Men vit eiga eisini at hava í huga, at íløgurnar í skip vóru fyri tað mesta í skip, sum skuldu verða eitt alternativ til botnfiskaflotan - tað veri seg frystilínuskip, svartkjaftaskip, skeljatrolarar og rækjuskip - fyri at troyta óroyndar stovnar og fyri at styrkja búskapin. Men hesin politikkurin kiksaði.


SJÁLVANDI kundi danska stjórnin havt avmarka ovurupphitingina við at avmarka blokkstuðulin, sum bankastjórin - sum tann fyrsti - vísir á, men danska stjórnin gjørdi einki, fyrrenn fíggjareftirlitið kravdi stóru burturleggingarnar, og tað sum síðani er hendi, kenna øll. Greinin hjá Jørn Astrup Hansen er gott íkast til samfelagskjakið, men sum vant tiga føroyskir politikkarar, tá stór mál verða reist.