sin Koronet, og saa sang Keil igen 2 Sange. (Har jeg min Baad og Sejl og mit Net o.s.v. og Husmandssang af Johs. Farrier). Han læste derefter en Fortælling af S. Schandorf: Jul i Hønsehuset, og Underholdningen [...] kun skal læse ”Indsigerne” op og synge Sangene deri og desuden et lille Stykke af S. Neumann samt synge nogle Revysange. Han kan spille Piano og kan slaa lille Tromme og andet paa en gang. Hvis han duer [...] ofta við okkum ungu, tí vit vóru so kát, og har sum dreingir og gentur koma saman, verður ofta látur og stuttleiki; men Hansen vildi hava ”hvørt til sína tíð”, og ofta kundi ilt spinna í hann, tá vit vóru
alla árgangir frá 1904-1916 ígjøgnum, og hon tók kopi av øllum greinunum og sendi okkum tær. Alt hetta hevur gjørt sítt til, at vit kunnu bera hesa sera áhugaverdu og nærum ókendu søgu um havnarmannin, sum [...] Congoserfrøðingur í Norðanlondum. Hitti hann í seinasta viku, og hann var ovfarin og fegin um alt tað tilfar, sum er fingið til vega um Dollan, og sum kemur at seta hann sum ein týdningarmiklan part av søguni [...] hann ofta á, hvussu væl missiónin og myndugleikarnir samstarvaðu í økinum. Men seinni broytti hann kós og fór fult út í part við tey, sum bardust ímóti hesum vanstýri, og er hann tískil farin í part við
høvdu við sær, og so sótu teir á kistunum. Men tá ið Marshall kom, vóru borð og beinkir gjørdir, og hetta var eisini gjørt umborð á Oliviu hjá Pola í Dali. Tá málaðu teir eisini lugarið, og eisini varð málað [...] málað inni i koygjunum. Tá gjørdist ljóst og nossligt, og teir hongdu sær myndir upp í koyggjunum. Teir høvdu eisini máttur á dúrkinum, og hildið tað so reint og pent. Dánjal giftist Í 1911 giftist Dánjal [...] Dánjal Petersen av Miðgerði í Kollafirði, og frá honum stavar ættarnavnið Danielsen. Foreldrini vóru Hanna og Bærent Danielsen. Dánjal var føddur 21. januar 1886, og hann doyði í Havn 18. november 1983, 97
Evensen og Frue og om Eftermiddagen Pól og Sanna, Karen og Duddan, Sannegrethe Kjælnes, Ing. Jacobsen med Datter og Frue. Den 26. December Befandt mig nogenlunde godt hele Dagen. Var oppe i to timer og havde [...] var limur og í fleiri ár stjórnarlimur í Føroya Búnaðarfelag og fylgdi starvi tess við stórum ansi og ídni. Frá tí Streymoyar Rossafelag íbirtist og til sín deyðadag var hann formaður tess og gjørdi her [...] “Júst dugdi jarnsmíð, og vit hava enn minnir um, tá hann og Rasmus Effersøe løgdu “hond og ond” saman til at gera nýggj landbúnaðaramboð. Í teimum árum okkara fiskifloti fór at vaksa, og nógvir bóndir settu
Keypmenninir har, Jón Dáviðsson og Ørum&Wulf, komu eftir fiskinum við stórum bátum og høvdu salt við. Ofta komu teir, tá ið streymurin var harður og minni útróður var. Umstøðurnar á Vattarnesi Viðhvørt [...] Valur. Hann hevði ein 3 hesta Sabb motor, og legði hann mangan góðan fongin á land. Skúlagongdin hjá Jón var ikki tann stóra. Skúlaskyldan var frá 10 til 14 ár, og skúlagongdin var bert 8 vikur á vetri. Men [...] hansara høvdu keypt bátin Viðanes, og teir royndu á Eysturlandinum, og har var gamli við. Ein dagin teir fara inn á Eskifjørðin, sigla teir framvið einum skipi, sum liggur har og keypir fisk á Vattarnesleiðini
verið, og einki sigur hon. Men henni dámdi væl, at eg gjørdi hetta. Eg fór so at brodera myndir og pútur. Eg vevaði ein dúk og gjørdi eisini gardinur og seymaði onkran kjóla. Men so kemur rokningin, og hon [...] so leys og vandamikil. Men teir, sum vóru ungir og yvirlivdu skaðadagin, teir fóru í bjørgini. Millum aðrar var Hans David í Fagrastovu ein so óførur bakkamaður. Teir tóku bæði lunda og havhest og eisini [...] lystiliga, og tað verður tikið sum eitt gott tekn, ein boðan frá góðum veðri. Tíðliga sunnumorgun vóru menn á fótum, og teir ørkymlaðust av einum mjørkabakka, sum stóð og hótti. Men hann hvarv, og dagurin
horni. Hon snaraði sær á og so var leyst. Dansistovan fór í heilum líki út á Sundið, har hon fór sundur og og datt niður á sjógv. Ein takpláta endaði á Skálaskarði á Selatrað og lá leingi har. Møtini vóru [...] smíðaði og skar í træ. Hann gjørdi eisini klokkur og ur í stand fyri fólk. Eisini seymaði hann klæðir til børnini, so sum frakkar og annað. Umleið 1926-29 gjørdist hann sjúkur av tuberklum, og var hann [...] doyði um 1910. Sofía gjørdist sjúk, meðan børnini vóru smá og doyði í 1917. Umframt Óla Jákup og Sámal Jákup áttu tey Martin, Olivur, Honnu og Johannes. Fýra av brøðrunum fingu váta grøv. Jóhannes fórst
saltsild heima. Eg sigi nei. »Far og salta tær nakrar sildir,« sigur hann. Eg sigi, at eg kann ikki, tí eg eigi onga tunnu og einki salt. »Fá tær bara salt og tunnu og salta tær upp í tunnuna.« Eg skal [...] vit mist róðrið. Vit lógu har og manøvreraðu at gera eitt bráfengis róður til. Vit tóku bummin, negldu so flekiborðið á og settu so ketu í neðra. Tá kemur ein týskari og bjóðar seg til at sleipa okkum [...] fóru á Eysturlandið og fiskaðu mest brosmu. Tað var ikki toskatíð tá, og vit saltaða veiðuna. Tað gekk nokk so gott. Vit fingu 500 skippund av brosmu. Vit skuldu á sild við gørnum, og so fóru vit heim. Vit
Flemming Povlsen, Kent Nielsen og Lars Lundkvist. Teir leggja nógv fyri at læra sínar spælarar virðing og disiplin. Tað eru svartar gaggur og rennitúrar í skógini. Vaska klæðir og rudda kamar eru fastir táttar [...] hann á fótbóltsskúla, og spælir samstundis við Randers Freja. Hann búnast sum fótbóltsspælari og vinnur sær pláss í hópinum hjá besta liðnum. Í 2001 spælir hann sín fyrsta dyst, og venjarin er væl nøgdur [...] Keypmannahavnar og spælir við Lyngby í eitt hálvt ár, áðrenn leiðin gongur til Føroyar og GÍ í 2004. Hálvt annað ár seinni fer Atli í skúla niðri, men endar aftur á bonkinum, fyrst í Skjold og síðani í Frem
sum var formaður í Føroya Arbeiðarafelag í mong ár, og Alfred Petersen, sum fyrst og fremst var kendur sum sjómanstrúboðari í Íslandi og Grønlandi og eisini sum formaður í Kirkjuliga Missiónsfelagnum. Gerda [...] fluttu eg og systir mín til ommu og abba í Puntabyrgi, Margrethu og Petur Lars Petersen. Tey vóru verðins bestu menniskju. Omma var framúr, altíð gott tilpas. Hon hevði 14 børn. So fekk hon meg og Petreu [...] av teirra børnum og okkum báðar. Tey áttu sjey gentur og sjey dreingir. Mamma var tann elsta gentan. Men tað vóru tríggir beiggjar, sum vóru eldri. Teir vóru Óli, Sigurd og Alfred og so Emil, sum doyði