3. partur
Í seinasta parti varð spurt hvør omma Lüt mundi vera. Hon vitjaði Egil ógvuliga dúgliga. Vit hava nú frætt frá Boga Lützen í Klaksvík, sum kann geva áhugavert ískoyti til hesa søgu.
Tað kann staðfestast, at hetta er Sigrid Maria Lützen. Hon var einkja eftir Nichels Lützen, ið doyði í 1912. Táið synirnir Andreas Christian og Svend yvirtóku eftir pápan, flutti hon til Havnar, har hon hevði pensionat.
Í Sosialinum nr. 137 er umrøða av bókini Christian Matras’ brevveksling med William Heinesen og Karsten Hoydal. Eitt bræv frá Kristiani verður endurprentað í blaðnum, har hann sjálvur sigur seg búgva hjá Frú S. Lützen í Tórsgøtu.
Sigrid Maria Winther var fødd 6. mai 1847. Hetta er eisini føðingardagurin, Egil nevnir í síni dagbók. Hon hevur verið um 70 ár, tá hon vitjar Egil. Ein rættulig omma tá í tíðini. Sigrid doyði 9. januar 1929.
Bogi fekk eitt silvurbikar í konfirmatiónsgávu frá pápabeiggja og gubba sínum Bjarna Lützen. Bjarni lat navnið hjá Boga inngravera á bikarið, sum frammanundan hevði nøvnini Bjarni og Egil inngraveraði. Undir Egil stendur skrivað 13 - 9 - 98, og hetta er uttan iva dópsdagurin hjá honum. Hann var føddur 5. mai sama ár.
Bogi sigur, at hann hefti seg ikki við tað, sum bleiv fortalt á konfirmatiónini fyri 55 árum síðani, tá hann fekk gávuna. Hann má tí gita sær til, hvussu hesin lutur er handaður víðari:
Egil hevur helst fingið bikarið sum dópsgávu frá onkrum í familjuni hjá Boga. Tað kann hava verið frá abba sínum, Andreas Christian Lützen, son Sigrid og Nichels. Egil hevur so seinni latið Bjarna, ið var føddur í 1916, bikarið í dópsgávu.
Hetta er so enn ein váttan um neyva sambandið millum hesar báðar ættirnar.
Ólavur Clementsen greiðir frá í Kvørnini, at Sigrid, “omma Lüt”, var ættað úr húsinum Uppi í Stovu á Sandi.
Pápi hennara var Mads Andreas Winther f. 1813, sum var sýslumaður í Sandoy. Mads Andreas var ein merkismaður. Hann var formaður í nevndini, sum frá 1867-71 virðismetti alla jørð í Føroyum. Úrslitið var tann sokallaða Taxatiónsprotokollin, sum varð endurprentað fyri nøkrum árum síðani. Mads Andreas var beiggi Niels Winther, kendur sum ein politiskur undangongumaður og útgevari av fyrsta føroyska blaðnum Færingetidende. Mamman var Súsanna Katrina Kristiansdóttir f. 1813. Tey giftust í 1842.
Nichels og Sigrid Maria Lützen áttu hesi níggju børnini:
Eva Margretha, f. 1871. Gift í Hvalvík, men flutti til Holbæk.
Susanna Cathrina f. 1873. Giftist við Mourits Vinther, sum kom at taka við handlinum eftir verpápan saman við Andreas Lützen.
Andreas Christian f. 1875, giftur við Hannu Julinu Niclasen úr Sørvági. Hann var eina tíð í handlinum hjá pápabeiggjanum Jákup Lützen í Havn. Fór síðan til Sørvágs, men kom so í 1913 aftur til Klaksvíkar. Ein dóttir teirra, Marianna, giftist við Cristian Matras. Ein sonur, Kjartan, minnast vit frá Kjølbro. Hann er pápi Boga, sum fekk bikarið hjá Egil. Elinborg var gift við málaranum Sámal J. Mikines.
Mads Andreas Winther Lützen f. 1874. Giftist við Onnu Kristinu Debes úr Havn. Var landbúnaðarráðgevi. Børn teirra vóru Leivur, kendur sum sakførari, og Sigrid, kend sum fotografur í Havn.
Svend, f. 1880. Giftist við Christinu Mariu Poulsen úr Havn. Ein sonur var Hans, sum var varamaður á tingi, tá Hákun Djurhuus var løgmaður 1963-67.
Rigmor f. 1881. Kend sum “daman” hjá Janus Djurhuus, sakførara og yrkjara.
Gunnar f. 1884. Var hovmeistari og búði í Danmark. Var giftur men barnleysur.
Ingeborg f. 1887, ógift. Hon vitjaði Egil meira enn nakar annar. Hon arbeiddi alt sítt virkna lív í Føroya Banka og varð kallað Ingeborg í Bankanum.
Christoffur f. 1891. Giftur við Katrinu Mariu Waag úr Klaksvík. Var serliga kendur sum realskúlalærari.
Meira um Lützenættina í Klaksvík
Tað er ikki nógv, sum er skrivað um Lützenættina í Klaksvík. Havi tó funnið minningarorð, skrivað av S.P. Zachariassen í 1952 um Svend, son ommu Lüt. Hesi lýsa hampiliga væl part av hesi ættini.
Fyrst verður víst á, hvussu ringur “heystardagurin” var hjá Svend. Tað skilst, at hann hevur drigist við sjúku.
So verður sagt: “Várdagarnir vóru ljósir og hugnaligir í barnaheiminum úti í Klaksvík hjá foreldrunum Nichels og Sigrid Lützen saman við systkinaflokkinum. Sum unglingi longdist honum út, og hann var eisini burtur í mong ár.
Sum búgvin maður kom hann aftur til heimbygdina og fekk virki her. Hann kom seinni at búgva í barnaheiminum.
Húsið hjá Svend Lützen og konuni Kristinu var altíð fargað av mentunnaratliti. Komst tú inn hjá teimum, so var hvør bókhyll rokfull, og ikki var tað lítið, ið varð lisið har í teimum longu vetrarkvøldarløtunum.
Svend sat í sóknarstýri og skúlakommissión í langa tíð. Men tað, ið mangir menn ikki vistu, var, at hann var listarmaðurin stóri. Hygg at myndum hjá honum av Kunoyargalvi ein várdag, har fannirnar liggja niðri í gilini, og tað fer at grønka í neðra samstundis við, at Kunoyar galvur speglar seg inn á Pollin og Vánna.
Vit hava eisini Svend Lützen fyri at takka, at tann ansur fyri urtagarðsfrøði, sum er í dag, er so góður, sum hann er.Vit kunnu siga um Svend, at hann átti ongar óvinir, men bert vinir, og tí vilja vit minnast hann sum ein av teimum, ið hevur verið við at bygt Klaksvíkina til tað, hon er í dag, bæði vinnuliga og mentunnarliga.
Vit halda fram við dagbókini:
17. November
Havde høj Tyr (Egil kallar fepurin fyri Tyr, hann kennist vist sum ein tarvur) her til Morgen, var i hele taget lidt sløj. Havde om Eftermiddagen besøg af “Lenu hjá Lottu yviri við Krákusteini.” Hun kom med karameller “frá mammuni sum gávu. Lotta hevur altíð verið so blíð við meg.” Lena og jeg sad og passiarede “í eina góða løtu.”
Om aftenen spillede jeg et parti Skak med Johan í Grótinum, sum jeg vandt. Var lidt sløj om Aftenen, have Hovedpine. Lagde mig til Ro Kl godt 8.
Lotta var dóttir skraddaran Andreas í Dali í fyrri giftu. Hon hevur tískil verið hálvssystir teir kendu brøðurnar Jens, Pola og Hillebert í Dali. Lena, vanliga kallað Elspulena, var eitt kent andlit í Havn. Hon plagdi at vera “kustoda” á Fornminnissavninum. Hon og foreldur hennara Charlotta og Peter Hans Sørensen, ættaður úr Søldafirði, eru jarðað í gamla kirkjugarði og verða seinni umrødd í røðini “Hendur ið Sleptu.”
Johan í Grótinum er ein sum ofta vitjar Egil. Hann var sonur Jógvan í Grótinum, sum eisini hevði neyvt samstarv við Faktorin í Klaksvík, millum annað við framleiðslu av ísi, sum tá var eitt frambrot í Føroyum.
Johan var smiðjumaður. Seinni gjørdist hann stjóri á tekniska skúla í Klaksvík, og hann endaði við at gerast skipasýnismaður.
Johan var 17-18 ára gamal hesa tíðina og nakað javngamal við Egil, so teir hava kenst frá Klaksvík. Helst hevur Johan verið í læru ella gingið í skúla í Havn hesa tíðina.
Nú er fyrra dagbókin hjá Egili fullskrivað, og hann byrjar uppá eina nýggja, sum hann kallar Dagbog II, og hann byrjar soleiðis:
Thorshavn d. 18. November 1917
Befandt mig nogenlunde godt hele Dagen, dog kastede jeg Aftensmaden op igen. Om Eftermiddagen havde jeg Besøg af Omma Lüt og Ingeborg. Vi sad og passiarede “eina góða løtu.”
19. November
Vanlukka á redini
Havde Hovedpine hele Dagen igennem. Havde sovet daarligt, da vi havde megen Storm hele Natten. Flagstangen gjorde jo en vældig Støj.
I Gaar aftes skete en slem ulykke inde paa Reden. Nogle Matroser fra en Skonnert skulde ombord ved kl 12 Tiden (de havde været paa Komedie) i en lille Jolle. Da der var megen Blæst “kastevind” gik Jollen rundt med dem. Det lykkedes to af dem af svømme i Land “inni á Skansatanga”. Den ene af disse to fik lige akkurat jokket til “húsið hjá Petur í Geil (Alberg),” hvor han faldt om bevidstløs. Den anden (hvilken var Styrmanden) var dog saa rask, at han kunde trave op i Logien, hvor Capteinen var til stede. Siden blev der gjort Forsøg paa at redde de andre, men til ingen Nytte.
Jollen var allerede drevet til Havs, ligeledes forsøgte man forgæves efter Ligene.
20. November
Da det var Margethe Effersøes Fødselsdag, sendte jeg hende et Kort. Faster var derude om Eftermiddagen.
21. November
Tjaldur ankom fra København, havde kun gammel Post med, som var blevet censureret i England. Johs fik nogle breve, som jeg havde skrevet i August Maaned.
24. November
Min Gudsøn “Albert hjá Sørini” var og besøgte mig og “eina góða løtu sótu vit og sjóðaðu.” Da jeg kom i Seng igen kastede jeg Middagsmaden op igen.
Á Krákusteini
Vit hava eina serliga grein um gudsonin Albert. Men so nógv samband sum Egil hevur havt við tey á Krákusteini fara vit at endurgeva eina lýsing av húsinum á Krákusteini, sum er skrivað av Mannbjørn Jacobsen, sum er ættaður úr hesum húsum.
“Kemur ein niðan frá molanum í Havn, niðan gjøgnum vegstubban, sum fyrr í nú farnu øld er sprongdur ígjøgnum bakkan oman móti havinum og nakað niðan í Jónas Bronksgøtu tvørt fyri, er ein lítil smøl brekka uppfrá vinstrumegin.
Niðan brekkuna og niðaná standa høgrumegin eini lítil gomul hús við flagtaki, lítil havi er um og eitt lítið bøstykki yvir móti vegnum oman móti Skansabrekku. Hesi eigur fornminnissavnið í dag. Fyrr hoyrdi hjallur til omanfyri.
Fleiri hús stóðu fyrr tí megna og út móti skansanum, millum onnur fyrsti studentaskúlin í Føroyum, men eru hesi so við og við tikin niður, sum longur er sprongt niðan í bakkan."
28. November
Skrev Brev ned til Danmark til Ove, Edith, Bedstemoder og til Moder, et kort til Onkel Chr, siden et lille Brev til Hanna Rein.
1. December
Illveður við vanlukkum á sjógvi og landi
Paa Eftermiddagen havde jeg lægebesøg af Dr. Hansen. Han sagde, at jeg skulde saa vidt muligt prøve paa at være oppe en Times Tid hver Dag.
Om Aftenen fik vi et forfærdeligt Uvejr, Snestorm. Der blev telefoneret fra Midvaag efter Beskytteren, da en Motorbaad med en Mand i havde slidt Fortøjningen og var drevet til Havs. Man var ogsaa bange for en Motorbaad, der skulde til Vestmannahavn. Det var i hele taget et skrækkeligt Uvejr.
2. December
Stadig væk meget koldt, og der rasede en Snestorm af en anden Verden hele dagen igennem. Man var stadig bange for Motorbaaden fra Vestmannahavn, der var kun to mand ombord i den. Der har hersket en frygtelig Snestorm hele Natten igennem. Om Aftenen kom Islands Falk fra Kjøbenhavn. Den tog straks afsted igen ind i Sundelaget med Fysikus Heerup. Der var nemlig to unge Piger taget afsted over Fjældet Lørdagsaften inden Snestormen “brast á”. Nu have man fundet dem begge. Den ene var død. Den anden mente man dog der kunde være redning for. Disse to unge Piger var Søskende. Faderen var, straks Uvejret begyndte, taget ud for at søge efter dem, men Følgen blev, at han ogsaa maatte overgive sig i Dødens Hænder. Dette var en frygtelig ulykke.
3. december
Befandt mig nogenlunde godt hele Dagen. Efter Middag var Barberen hos mig og gav mig et grundigt Hovedbad. Siden klippede han mig. Det hele varede næsten en Times Tid.
Om Aftenen havde jeg besøg af Fr. Hedvig Restorff. Vi sad og passiarede “eina góða løtu.”
6. December
Regnen styrtede ned hele Dagen igennem. Om Formiddagen kom en fransk Damper ind paa Reden, meget stor, skulde til Amerika.
Var oppe i godt to timers Tid. Befandt mig meget godt. Abbi var et øjeblik oppe hos mig. Johs og Súsanna maatte selvfølgelig hjælpe ham op og ned ad Trapperne.
9. December
Om aftenen Besøg af Just Jacobsen. Faster og Johs var i Selskab hos Hans Müller, (pápa Eiden.) “Abbi var so errin, meðan Júst var her, vildi endiliga hava hann at drekka eitt glas av víni við sær.”
Júst av Húsum
Júst var ein av teimum kendu havnarmonnunum frá hesi tíðini. Hann var ein teirra, sum kallaði inn til jólafundin í 1888, og hann var eisini tingmaður eitt skeið. Hann var av Húsum í Havn og var partur av grannalagnum, har Egil búði. Hann og hansara ættarfólk vitjaðu eisini javnan Egil.
Tí kann tað vera ein partur av hesi søgu at endurgeva burtur úr minningarorðum um Júst. Hann doyði í 1932, 72 ára gamal.:
“Júst dugdi jarnsmíð, og vit hava enn minnir um, tá hann og Rasmus Effersøe løgdu “hond og ond” saman til at gera nýggj landbúnaðaramboð.
Í teimum árum okkara fiskifloti fór at vaksa, og nógvir bóndir settu pening í skipakeyp, tók Júst bóndi eisini lut í hesum starvi og var í nøkur ár bæði eigari og reiðari av fiskiskipum. Hann fór tó burtur úr hesum starvi í góðari tíð og ivaleyst uttan peningaligt mein.
Starvsbrøður Júst bónda høvdu boð eftir honum til felagsvinnu í ymiskum málum. Hann var limur og í fleiri ár stjórnarlimur í Føroya Búnaðarfelag og fylgdi starvi tess við stórum ansi og ídni. Frá tí Streymoyar Rossafelag íbirtist og til sín deyðadag var hann formaður tess og gjørdi her eitt gott arbeiði undir truplum viðurskiftum.
Av Føroya Búnaðarfelag varð hann valdur í ymsar nevndir, og felagið kann fyri hansara starvi her og í stjórn felagsins siga honum sína bestu tøkk. Hann var góður maður at hava við í slíkum starvi. Júst var royndur maður, og hann var sakligur maður uttan baktankar.
Hitt almenna hevði eisini á annan hátt boð eftir honum. Hann sat í mong ár og til sína deyðadag í landbúnaðarkommissiónini og sum búnaðarkønur maður í yvirpolitirættinum.”
Mourentius Viðstein skrivar millum annað um Júst:
“Júst var røkin og raskur dugnabóndi, ið var glaður við starv sítt og góður við sítt arbeiði. Hann var av tí rætta gamla slagnum av heiðursmonnum. Hann fylgdi væl við, tá ið umráddi at nýta nýggjari amboð sum at arbeiða við rossi og rossavognum í bønum, sum í hansara tíð var nakað nýtt. Hann var góður við síni arbeiðsross. Hann hevði altíð tvey, tí so hevði hann eitt at skifta við, meðan hitt hvíldi.
13. December
Da jeg vaagnede begyndte jeg straks at faa mit Prøvemaaltid, hvilket bestod i 35 gr. Tvebakker og ½ liter The. Siden kom Dr. Hansen ca. en halv Times Tid efter, at jeg var færdig og pumpede mig ud. Det viste sig imidlertid, at Maven var fuldstændig ødelagt, den manglede Saltsyre (Mavesaft). Nu skulde jeg have 20 Draaber Saltsyre blandet med Kinabitter og Vand tre Gange Daglig. “En bitter Sjus” at nyde.
Om Eftermiddagen havde jeg besøg af Ingeborg Lützen, som gav mig en Daase hjemmelavede Brystsukker.
16. December
Der var et frygtelig snevejr hele dagen tillige med stærk Frost.
Inna og Andreas Djurhuus blev viede i Kirken af Pastor Dahl. Jeg sendte dem følgende lille “rím”:
At Andreas Djurhuus og kona hans Inna
lagaliga munnu lagnuna finna
og liva lívið í gaman og gleði
tað ynskist teimum á brúdleypsdegi.
Inna var dóttir Júst av Húsum. Maður hennara Andreas var ættaður úr Kollafirði. Hann var pápabeiggi Egil Djurhuus, sum var giftur við Mariu f. Christiansen. Sum greitt frá fyrr var mamma Mariu, Katrina, eisini ein av vinunum hjá Egili.
Egil hostaði illa og spýði, og tað var eisini sera kalt. Abbin býr í eini niðaru hædd, men hann kemur javnan upp, og teir fáa eitt prát báðir.
Tann 20. desember skuldi Egil havt verið kannaður av doktor Hansen, men hann var blivin tilkallaður av Velbastað. Men hann kom dagin eftir og staðfesti, at Egil ikki hevði tuberklar. Læknin helt annars, at Egil var betri hesa ferð, og hann tók asperinið frá honum.
21. December
Om aftenen havde jeg besøg af Sannegrethe Kjelnæs, (systkinabarn pápan.) Hun havde købt mig et Par sarte Silkehandsker, som jeg skulde have til at give Faster til Jul.”
24. December
Befandt mig nogenlunde godt hele Dagen igennem. Fik lov af Dr. Hansen til at være oppe fra kl.8-11, da det jo var Juleaften.
Først spiste vi Middag kl godt 8. Siden havde vi et lille Julebord. Fra Johs fik jeg en Nissemand med Confekt og en Guldfyldepen. Fra abba fik jeg fem kroner, ligesaa fra Faster. Senere paa Aftenen kom Sannegrethe herned. Fra hende fik jeg fem Bøger (detektivromaner). Fra Sanna og Poul Kjelnæs fik jeg en Masse Prospektkort tillige med dejlige Kransekager. Da jeg gik i Seng havde jeg kun 38 grader, saa jeg kunde altsaa ikke have faaet nogen Skade af at være oppe i de faa Timer. Saaledes tilbragte jeg Juleaften i Hyggelighed, en rolig og stille Jul.
Den 25. December
Befandt mig meget godt hele Dagen. Havde en masse Besøgende. Først havde jeg fra Morgenstunden en fransk visit af Maria Nicolajsen og Mia hjá Demmusi. Om Formiddagen Júst Jacobsen, Jens Evensen og Frue og om Eftermiddagen Pól og Sanna, Karen og Duddan, Sannegrethe Kjælnes, Ing. Jacobsen med Datter og Frue.
Den 26. December
Befandt mig nogenlunde godt hele Dagen. Var oppe i to timer og havde en hæftig opkastning. Havde en masse besøg igen i Dag: Jens Mohr med Frue, Søren, Juliane og Albert, Ingeborg Lützen, omma Lüt, Fía á Brúgv (Kjelnæs), Jacob Kjælnes og om Aftenen Sannegrethe Kjælnes, som sad og passiarede med mig “eina góða løtu.”
27. December
Da det var Alberts “føðingardagur” købte Johs mig en lille ting, som jeg gav ham. Han blev 4 Aar. Albert hevði annnars sama føðingardag sum elsti sonur tann, sum skrivar hetta.
Nýggjársaftan 1917
Befandt mig nogenlunde godt fra Morgenstunden. Var oppe i to Timers Tid om Eftermiddagen. Havde imidlertid to slemme Opkastninger tilligemed megen Smerte.
Om aftenen havde jeg en fransk Visit af Tofta Jógvan. Ved kl. 10 Tiden holdt Beskytteren Fyrværkeri. Ved kl. 12 Tiden skød han igen med Kanonerne, saa det dundrede efter. Det ligefrem rystede i “heila húsinum”.
------------------------------
Albert: Gudsonur Egils
Egil náddi ikki so nógv í sínum stutta lívi. Men hann gjørdist so gubbi, og hetta gav honum nógva gleði.
Vit hava eina frásøgn um gudsonin, Albert hjá Søren
á Krákusteini. Hon er grundað á grein í bókarøðini hjá Niels Juel Arge: Teir sigldu úti
Albert fór til skips 16 ára gamal við Sámali í Hvannasundi við sluppini Grundick. Hann hevði ætlað sær á skiparaskúla, men so hendi tað eitt árið, at kokkurin legðist sjúkur. Tá fór Albert at kokkast.
Um heystið bjóðaði Sámal honum at fara á skeið hjá Palla Bager at læra at baka, so hann var betri førur fyri at kokkast, og Sámal bjóðaði sær at gjalda kostnaðin. Hesum tilboði tók Albert av, og hann varð við Sámali fimm ár afturat.
Síðan for Albert sum messudrongur við Isafold hjá Skipafelagnum við Conrad Skaale sum kokki. Teir fóru í farmasigling, og tá kom Albert fyrstu ferð rættuliga uttanlands.
Aftaná fór Albert við Mortan á Argjum, sum undir krígnum fórst við Nýggjaberg, við einum av teimum italiensku trolarunum, sum veiddu í Barentshavinum, og sum fyri ein stóran part vóru mannaðir av føroyingum. Her var hann í níggju mánaðir.
Fer niður á kokkaskúla
Eina ferð Albert lossar umborð á Tjaldrinum kemur hann á tal við hovmeistaran Effe Mohr, sum Egil annars hitti í Danmark í 1917. Effe bjóðaði Albert at útvega honum lærupláss sum kokkur. Hetta gjørdist á tí tá nýggja hotel Astoria í Keypmannahavn.
Í 1938 giftist Albert við Valborg úr Kaldbak.
Táið heimsbardagin brast á í 1939, var ringt at fáa nakað at gera á landi í Føroyum. Tá fekk Albert starv sum kokkur við DFDS damparanum Gorm. Leiðin gekk til USA, men fyrst skuldi leggjast at í Kirkwall í Orknoyggjunum til kanningar av farminum. Hetta tók nógvar dagar.
Eisini skuldi leggjast at í Kirkwall á veg heim aftur. Hetta tók aftur sína tíð. Tá ið teir komu í Kattegatt, rendu teir seg fastar í ís og máttu bíða í seks samdøgur eftir ísbrótara. Ferðin úr New York til Keypmannahavnar tók tílskil 32 samdøgur í staðin fyri teir ætlaðu 12 dagarnar.
Teir fóru so til Antwerpen í Belgia eftir maskinlutum til Danmarkar. Lastin var full, og 9. apríl vóru teir klárir at sigla til Danmarkar. Tá fingu teir boð um, at teir sluppu ongan veg. Danmark var nú hersett av týskarum, og landið var tí roknað fyri at vera fíggindaland. Tað sama var við skipinum og manningini. Teir fingu tó loyvi til at fara í land.
Ein dag kom fólk frá belgiska herskipaflotanum umborð og strikaðu Dannebrog, og teir settu belgiska flaggið í staðin. Nú vóru teir undir belgiskum ræði. Teir fóru so úr Antwerpen við ellivu belgiskum sjóhermonnum at ansa eftir teimum.
Komu í fangalegu
Kós varð nú sett móti Onglandi, men á vegnum verða teir torpederaðir, og skipið søkkur. Teir verða bjargaðir, og teir enda aftur í Belgien.
Nú verða teir fluttir til eina hermannalegu stutt frá franska markinum. Hiðani vórðu teir saman við 3.000 øðrum monnum sendir víðari í góðsvognum til eina legu sunnan fyri Paris. Aftur seinni vóru teir sendir í gomlum lasaførum til eina legu við Miðalhavið.
Her komu teir til eina gamla flóttafólkalegu, sum var í sori. Men teir funnu smíðiamboð, so teir kundu byggja sær so fræga lon, at teir ikki svóvu undir opnum himli.
Aftaná tríggjar mánaðír sluppu teir haðani, og hetta høvdu verið ringir dagar í Fraklandi. Teir flestu vóru sjúkir og ússaligir av ringari røkt. Hitin og flugan plágaði illa, og nátthúsini vóru út av lagi ótespulig. Tað var strangt vaktarhald, og tann sum royndi at rýma varð skotin.
Bert bastilludagin 14.juli skuldu øll eftir franskari siðvenju hava tað gott. Teir fingu góðan mat og so nógv vín, at teir flestu duttu av.
Í barakkini hjá Albert vóru 57 mans. Fimm vóru prestar, so andaliga var eingin neyð. Prestarnir vóru eisini sera hjálpsamir, sum tá Albert vildi skriva konuni bræv.
Rópti Heil Hitler fyri at fáa tubakk
Men so gav Frakland seg yvir til týskararnar, og nú vóru teir ikki longur fíggindar men sameindir. Nú skipaðu týskarar fyri, at teir skuldu leyslatast og sleppa heim til Danmarkar. Fyrst fóru teir til Geneve í Schweits. Her hitti Albert tilvildarliga føroyingarnar Frimodt Rasmussen úr Klaksvík og Óla Rasmussen úr Fugloy. Teir vóru allir farnir avstað við hvør sínum skipi, og nú hittust teir í Geneve við ongum skipi.
Ferðin gekk nú til Berlin, har teir máttu steðga í tvey samdøgur. Her fekk Albert tubakksneyð. Táið hann fór inn í ein handil at biðja um tubakk, varð honum ikki ønt aftur. Tá ansaði hann eftir, at tá fólk kom í handilin at keypa, klamsaðu tey hælarnar saman og róptu “Heil Hitler.” At enda stóð so nógv á Albert, at hann gjørdi tað sama. Fór inn í ein handil, rópti Heil Hitler og bað um tubbak. Tá bar til! Albert leggur tó dent á, at Hitlers maður gjørdist hann ongantíð.
Aftur til Danmarkar og síðan til Føroya
Aftaná tveir dagar komu teir so till Keypmannahavnar við toki. Kona Albert var tá stødd í Esbjerg, har beiggi hennara búði. Hon hevði fingið at vita, at Albert var burturgingin. Men Albert var eisini tá likamliga niður undirkomin. Hann vigaði ikki meira enn 96 pund.
Til Føroyar slapst so ikki, meðan kríggið var. Men ein dagin fær Albert bræv frá Poul Niclassen landstingsmanni, at hann kundi fáa starv við eini fergu, og fór hann við har sum kokkur, til kríggið var av. Hann fór tá at sigla við DFDS, men fekk so arbeiði á landi hjá Svanemølleelverkinum.
Í 1947 fluttu tey heimaftur. Verforeldrini í Kaldbak vóru farin at eldast, so tey fluttu hagar.
Tey fyrstu árini sigldi Albert við fiskiskipum. Hann var eisini í Føroyingahavnini, men fekk skaða í hondina og noyddist heim. Nú fekk Albert arbeiði í Mjørkadali við vegaarbeiðinum, sum tá var. Í trý ár frá 1959 var hann her sum arbeiðsmaður, men tá ið farast skuldi undir at byggja radarstøðina í 1962, vóru boð eftir Alberti at vera kokkur. Hann tók av og arbeiddi har í nítjan ár, tá ið hann legði frá sær fyri aldur.
Tað var sum áður greitt frá Albert, sum arvaði dagbókina hjá Egil Djurhuus, sum er grundarlagið fyri hesi greinarøð. Albert doyði í 1994.
---------------------
Komandi partur
Í komandi parti koma vit til 1918, sum er seinasta ár, Egil er á lívi. Nú verður hann umvendur og hevur vitnisburð í blaðnum Naade og Sandhed