fyri eyga at fylgja. Við fríspælingum, sum neyvan hava sæð sín líka her á landi, fann hann ferð eftir ferð fram til leysar viðleikarar. Tað kundi satt at siga gera tað sama, hvussu okkara royndu at verja fyri [...] heldur ikki at sloppið at bygt sær eina somikið trygga leiðslu. Føroysku leikararnir framdu nevnliga tað stóra mistakið - helst orsakað av ov fáum royndum ? at teir gjørdu alt annað enn at sláa kalt vatn [...] teimum fýra undanfarnu, so er einki at ivast í, at tað bæði er talan um pluss og minus. Eitt tað mest positiva, og sum so dyggiliga varð prógvað í Vestmanna leygardagin, er, at vit ikki bert hava ein ella tveir
vónandi fer tað altíð at vera soleiðis, at tilvitanin ongantíð fer at kámast um, at tað – eisini á universitetsstøði – er týdningarmikið at hava í huga, at tað snýr seg fyrst og fremst um at útbúgva til pro [...] enn er neyðugt eisini at dúva upp á granskarar aðra staðni frá. Týdningarmikið er, at tað verður lagt soleiðis til rættis, at tað verður granskað soleiðis, at granskararnir so at siga granska seg inn í ú [...] eisini. Skotið varð upp, at útbúgvingarnar skuldu vera á BED støði, og at tað samstundis skuldi arbeiðast fram ímóti MA støði, og at undirvísingin varð moduliserað. Tað vil siga, at Læraraskúlin skuldi verða
til at fara út í havan, sigur Edmund. Konan, Edfríð, tekur undir við hesum. - Fyri 20 árum hevði eg ikki trúð, at Edmund skuldi fara at broytast so nógv. Hann hevði so nógv annað at takast við, at hann [...] Edmund miðskeiðs í 90’unum, veit at siga frá, at Edmund var í klædningi og gummistivlum onkra ferðina, tá ið hann gav trøunum vatn - Tað var gott at kunna fara út í garðin at stákast onkra løtuna, tá ið tað [...] vildi sagt, at tá ið eg kom upp í, so skuldi tað vera so ógvusligt, sigur Edmund við einum smíli. Lívd og dren avgerandi Fyrsta uppgávan var at drena økið væl, at velta moldini, og so annars at gera klárt
í eini ætlan at fáa fólk at nýta bíligari heilivág. Sjúklingarnir vita lítið um hetta og fara ørkymlaðir heimaftur við boðum frá apotekinum at fara til læknan at kanna, um tað ber til at nýta bíligari [...] skjótt ikki longur at hava møguleika at koma til supervisión at tosa um teirra viðurskifti við serfrøðingar. Men tað eru ikki bara stuðlarnir, sum eru skerdir. Konkret dømi er eisini um, at fólk við breki [...] sjúklingurin er nóg sjúkur til at hann hóast alt skal hava fylgjara við sær. Samstundis hava læknarnir fingið at vita, at teir skulu brúka sum minst og spara sum mest. Úrslitið er, at ein krabbameinssjúklingur
afturút, klyv á rygginum ella bara sum reiðdjór hjá einumhvørjum, sum vildi sleppa undan at ganga. Satt at siga høvdu hesi kríatúrini í mongum førum langt síðan verið avlívað her hjá okkum, ella eigarin [...] er kunngjørd á arki, sum liggur í flogfarinum, og av tí, at eg havi fingið setur við vindeygað, er spennandi at vita, um nakar møguleiki verður at síggja Europa soleiðis úr erva á ferðini niður. Men so varð [...] annað er beinleiðis orsøk til, at vit hava álmanakkan. Hon var tað, sum fekk gomlu egyptararnar at rokna út, hvussu long tíð var liðin, síðan seinasta vatnflóðin var, soleiðis at teir kundu vera til reiðar
sekund at avlíva hvalin. Greinskrivarin finnst als ikki at skotum, at teir veiða krúnhjørt, og royna at fáa sum frægast burtur úr hesum »náttúruríkidømi«. Allar tjóðir royna sjálvandi sum frægast at troyta [...] fuglafrøðingur, sum var við »hvalabátinum« at kanna fuglalívið við sama høvið, og eg fekk av at vita um okkara vælsignaða grindadráp. Nú royndi eg at greiða honum, at vit, her á klettaoyggjum í miðjum Atlantshavi [...] fekk eg sera kontant at vita: at Red Deer stovnurin hjá temum sanniliga var »Managed«. Enn verri helt hann vera, at umframt grindahval, drupu vit eisini springarar! Eg helt afturímóti, at teir alt ov fáu
vísir á, at krimiskaldsøgur úr t.d. Onglandi og Svøríki so at siga altíð fara fram í slíkum umhvørvi, sum er bygt í sekstiárunum, tá ætlanin var at loysa allar byggitrupulleikar í einum við at byggja bíliga [...] torført at fáa barnafamiljur at støðast leingi, hóast húsini eru vælgjørd. Hinvegin kann úrslitið verða eitt annað, um tað eydnast at fáa fólk í øllum aldri at búgva har. Hetta kann gerast við at byggja [...] ætlanini og heldur ikki, at Stóratjørn fer at vera til ampa fyri miðbýin í Havn. Heldur væntar hann, at har fer hin parturin av mentanini, sum ikki verður at finna uppi við Stórutjørn, at halda til. Somuleiðis
okkum í bjargingarvestarnar fyri at tryggja okkum, at aðrir siglarar fingu fatur á okkum, um eldur kom í bátin, og vit noyddust at leypa í havið. Til tess at tryggja mær, at telda og myndir ikki endaðu í [...] mundi vera at liggja har vesturi og bíða heldur enn at bíða í Lerwick. Soleiðis sluppu vit eisini at vitja og uppliva eina hetlendska bygd aftrat, umframt at heimferðin gjørdist einar 2-3 tímar styttri [...] oynna Yell at bíða eftir veðri. Her lógu vit í lítlu bygdini, Ulsta, til dagin eftir. Tað tekur einar 3-4 tímar at sigla úr Lerwick og norður í vestara enda á Yell-sundinum, og tí hildu menn, at frægast mundi
vøllin, so gloymdi eg alt um, at hetta vóru heimsstjørnur. So tað var meira í tankunum, og áðrenn eg slapp á vøllinum, at eg var ávirkaður av tí enn í veruleikanum. Satt at siga, so haldi eg ikki, hatta var [...] annað enn at gleðast um uppflytingina, og tað vil eg sleppa at gera í frið. Men tað er sjálvandi eitt herðaklapp og feitt at hoyra tílíkt, tí øllum dámar jú at fáa rós. Men sum er, dugi eg ikki at síggja [...] næstum undir at samráðast um hvussu sáttmálin skal síggja út, tá felagið flytur upp í SAS liguna, men hann hevur ynski um, at hann heldur fram á hálvari tíð. Vil sleppa at læra – Eg vil ikki, at fótbólturin
vísa seg at koma knappliga á. Hetta var tað, sum gjørdi, at eg fór at royna at finna onkra orsøk til, hví fiskiskapurin vísti seg at vera so misjavnur hjá hesum londum. Eisini komst tað av, at eg sum táverandi [...] nógv trúðvirði, at illa hevur gingið at fóta sær aftur. Eisini á hesum sinni var tað soleiðis, at El Nino byrjaði at taka til seinnapartin í 1991 og kom í hæddina í 1994, fyri síðani at avtaka nakað, men [...] eitt veðurfyribrigdi, sum er kent í túsundar av árum. Tó er at siga, at ikki fyrrenn aftaná tað máttmiklu El Nino í 1957, kom rættilig gongd á at granska hetta fyribrigdi. El Nino byrjar altíð við óvanligum