Talan var um klassamun

Okkara leikarar kundu ikki gera nakað fyri at hótta ein litaviskan sigur í teimum báðum dystunum um vikuskiftið, men tá alt kemur til alt eiga føroyingar helst at vera nøgdir um avrikið í dystunum. Ikki minst, tá havt verður í huga, hvørja byrjan okkara menn fingu í fyrra dystinum

 

Landsdystir


At litaviska landsliðið mundi vera hitt sterkasta av teimum trimum, sum Føroyar í hesari undankapping hava spælt ímóti, man lítil ivi vera um, nú dystirnir eru farnir aftur um bak.

Samanlagt gjørdust teir eisini vinnarar av bólkinum, og tó at hetta bert var takkað verið einum betri málmuni enn Sveis, so er eingin ivi um, at litavar vóru tað pettið betri. Í øllum førum ikki, um mett verður eftir dystunum, sum teir um vikuskifitð leiktu móti Føroyum.


Ræðani korter

Serstakliga varð hetta staðfest fyrsta korterið ella so av dystinum í Vestmanna, har eini 400 hundrað føroyskir áskoðarir vóru vitni til eina sanna niðursápling av føroysku vónini um eitt stig í seinastu royndini á hesum sinni.

Meðan okkara menn hesa løtuna bert fingu hitt eina málið, skoraði Litava heili 10 ferðir, og so var hesin dysturin í roynd og veru avgjørdur. Veruligi styrkismunurin varð helst ikki ímyndaður av hesum, tí okkara lið kom serstakliga illa frá byrjan í hesum dystinum, og við eitt sindur av umhugsni átti litavar heldur ikki at sloppið at bygt sær eina somikið trygga leiðslu.

Føroysku leikararnir framdu nevnliga tað stóra mistakið - helst orsakað av ov fáum royndum ? at teir gjørdu alt annað enn at sláa kalt vatn í blóðið, tá spælið ikki koyrdi. Ístaðin fyri at fara aftur til grundleggjandi elementini í hondbóltsspælinum, royndu okkara onkrar álospvariantar, sum leikararnir ikki kendu nóg væl, og einasta avleiðingin av hesum var, at litavar sluppu enn lættari í verjupartinum, og harav eisini fingu enn lættari við at seta kvik mótálop ígongd.


Time-out hjálpti

Ikki fyrr enn føroyski bonkurin hevði biðið um eitt time-out fekst spælið aftur at hanga saman, og eftir hetta gjørdist talan eisini um ein undirhaldandi dyst. Eisini tí gestirnir tóktust áhugaðir í at undirhalda. Hetta skal tó ikki misskiljast, tí teir vóru so sanniliga komnir eftir einum sigri, men hesin varð fingin í land við góðum, skjótum og ágangandi hondbóltsspælið, og hóast leikararnir vóru sera væl fyri kropsliga, so gjørdu teir sær í nógv minni mun enn eitt nú sveisarar dælt av hesum.

Hetta viðførdi eisini, at møðin í seinna dystinum var nógv minni, enn ein kundi verið bangin fyri. Serliga við sveisaradystinum í huganum, har okkara jú tóktust fullkoumliga útbrendir í seinna dystinum.


Hygg og lær

At liðið hjá Litava er ein sterk eind, er sjálvsagt, men kortini vóru tað onkrir leikarar, sum skaraðu framúr. Sterki strikuspælarin nærum sópaði okkara strikur til viks, og málverjin var eisini framúr í fyrra dystinum, men fram um allar aðrar var tað lítli 7?arin, Gintaras Savukynas, sum var ein fragd fyri eyga at fylgja.

Við fríspælingum, sum neyvan hava sæð sín líka her á landi, fann hann ferð eftir ferð fram til leysar viðleikarar. Tað kundi satt at siga gera tað sama, hvussu okkara royndu at verja fyri, og at Palli í seinna dystinum sá seg noyddan at senda Inga út eftir honum, sigur eisini eitt sindur um týdningin, sum hann hevði fyri litaviska liðið. Mann fyri mann eru vit jú gjarna við undirlutan í slíkum dystum, og tí er tað aloftast ikki nakað serliga gott hugskot at fara undir mansverju, men í hesum førinum kundi tað kortini loysa seg. Savukynas var snøgt sagt bindiliðið í øllum tí, sum fyrifórst í litaviska álopspartinum, og tað var nú ikki so lítið, sum fyrifórst.


Tríggjar málverjar

Skal takast saman um avrikið hjá føroyska liðnum í hesum báðum seinastu dystunum, og sum so eisini teimum fýra undanfarnu, so er einki at ivast í, at tað bæði er talan um pluss og minus.

Eitt tað mest positiva, og sum so dyggiliga varð prógvað í Vestmanna leygardagin, er, at vit ikki bert hava ein ella tveir, men í øllum førum tríggjar málverjar, sum hava tær dygdir, ið krevjast í slíkum dystum. Eftir at Johan móti rumenum og Jens móti sveisarum høvdu staðið seg framúr í løtum, var tað Bárður Nielsen, sum á heimavøllinum í Vestmanna rættilga slapp at vísa síni kynstur.

Heldur óvæntað varð hann tikin framum Johan til dystin, og tá hann seinasta korterið varð settur á vøllin, takkaði hann so dyggiliga fyri álitið. Eftir at hann fyrst tók sær av tveimum brotskøstum var sjálvsálitið líka sum í lagi, og gjørdi hann ikki mætari enn at læsa fyri málslúsunum hjá litavum. Tvey mál var alt, sum gestirnir fingu burtur úr hesa løtuna, og einki er at siga til, um vestmenningar vóru ernir av bygdarmanninum, meðan litavar helst høvdu fingið okkurt at hugsa um til næstu uppgávuna. Einasta, sum mann sum føroyingur kundi iðra seg um í hesum, var, at Bárður ikki varð tveittur inn nakað fyrr, men Palli mundi neyvan gruna, hvat var í væntu, tá hetta varð gjørt.


Sámal raknaði við

Annars nýtti ein annar vestmenningur, nevnliga Sámal Joensen, eisini dystin í Vestmanna til at staðfesta sítt pláss á liðnum. Nakað, sum hann ikki hevur gjørt í so stóran mun, síðani fyrsta av teimum trimum dystunum móti Grønlandi.

Í verjupartinum sýndi hann aftur dygdirnar, sum í fjør gjørdu hann til ársins verjuleikara, og tá hann í seinna hálvleiki fór at sleppa kanónkúlunum ímóti litavisku meskunum, tóktist spæl hansara at ganga upp í eina hægri eind.

Sjálvsálitið, sum hetta gav, tóktist Sámal eisini at hava borið við sær til seinna dystin, men tíverri fyri okkara lið fekk hann ein snudd í hondina tíðliga í seinna dystinum, og hóast hann seinni kom inn aftur á vøllin, so gjørdist leiklutur hansara heldur skerdur sunnudagin.


Nógvar flytingar

Fyri føroyska beinkin viðførdi hetta, at taktisku flytingarnar máttu gerast við enn størri umhugsni, enn talan hevði verið um frammanundan, og tað var kanska júst á hesum øki, at dystirnir leygar- og sunnudagin vóru ymiskir.

Í mun til dystin leygardagin royndu føroyingarnir seg sunnudagin við fleiri heilt øðrvísi uppstillingum. Uppstillingar ið sum so eisini vóru ymiskar frá teimum, sum liðið hevur roynt í hinum landsdystunum. Vit sóu millum annað Inga Olsen royna seg í einum nógv meira reikandi leikluti. Kanska eisini í eini roynd at seta vanliga miðspælaran á pláss, har nærdystirnir vóru færri, ásannandi at hesir høvdu kostað nógvar kreftir í undanfarnu dystunum.

Hetta viðførdi, at Bjarni Wardum í nógv størri mun slapp at royna seg mitt fyri. Ein uppgáva, sum hann til tíðir kom væl frá, og har hann eisini prógvaði, at hann væl kann verða rætti maðurin til plássið, tá Ingi einaferð í framtíðini leggur harpiks og skógvar á hillina.

Eisini sóu vit Hans Áka í nógv størri mun royna seg á strikuni, har Janus Einar annars hevur havt at kalla patent upp á plássið.


Eingin Heini

Á summum økjum eydnaðust hesar flytingar eisini væl, men eingin av hesum kundi kortini loysa kanska størsta trupulleikan, sum føroyska liðið hevur havt, meðan landsdystirnir hava verið á skránni.

Vongspælið hevur í samfullar seks dystir verið skert av, at skothóttanin ikki gerst nóg stór, tí talan í ov stóran mun hevur verið um høgrahandaðir spælarar, sum hava røkt plássið høgrumegin, og hetta hevur gjørt uppgávuna hjá mótstøðuverjuni lættari enn neyðugt. Tað er jú soleiðis, at ein høgrahandaður ikki fær hótt málið á sama hátt sum ein lámur, tá hann er staddur úti í borðinum, og tí kann verjan draga ein ella kanska tveir metrar longur inn móti miðjuni, og harvið í størri mun byrgja fyri mitt á.

Tann loysn, sum higartil hevur riggað best, var tá Heini Joensen í fyrra dystinum móti Sveis varð settur á plássið, men tann loysnin varð so ikki mett nóg góð til dystin leygardagin. Í øllum førum var Heini ikki úttikin til dystirnar hesa ferð, og tá John Zachariassen so heldur ikki var tøkur til dystirnar, gjørdist tað so sum so við hóttanini úr høgru.


Gott undirhald

Tá tikið verður saman um dystirnar móti litavum, ber helst til at siga, at okkara leikarar sluppu somikið snikkaleysir, sum gjørligt, burtur úr hesum dystum.

Áðrenn landsdystirnir yvirhøvur byrjaðu, var Litava kanska landið, sum vit mettu okkum hava bestar møguleikar ímóti, men úrslitini higartil ? og spælið í dystunum um vikuskiftið - hava prógvað, at hetta als ikki var so.

Talan var hinvegin um tað sterkasta av teimum trimum mótstøðuliðum, og tað skal eisini sigast, at við hondbóltsspælinum, sum teir sýndu, so var tað eisini fult uppiborið, at tað gjørdust teir, sum vunnu undankappingarbólk okkara.

Til tíðir var spælið av slíkum slag, sum neyvan er sætt fyrr í Føroyum, men sæð burtur frá fyrsta korterinum leygardagin, so megnaðu teir kortini ikki at sópa okkara leikarar av vøllinum. Spennnandi gjørdist tað ongantíð, men fingu áskoðarrnir ikki spenning, so vingu teir í øllum førum lærdóm um, hvussu hondbóltur eisini kann spælast, og tað er hóast alt eisini eitt slag av undirhaldi.


Myndatxt:

Sámal Joensen kliptur

Einki at ivast í, at mest eyðsýndi føroyski leikarin hesa ferð var Sámal Joensen. Í verjupartinum var hann framúr, og tá so skotini eisini fóru at sita, varð hin væl kendi prikkurin settur


Bjarni

Sunnudagin slapp Bjarni í stóran mun at royna seg sum spælskipari, og hann dumpaði á ongan hátt til hesa próvtøkuna


Halgir

Føroyingar noyddust at stríðast fyri at halda mótstøðuni frá fatinum. Her hevur Halgir fingið væl fatur í einum teirra


Ingi

Ingi Olsen fekk ein minni krevjandi leiklut í dystinnum sunnudagin, soleiðis at nærdystirnir við mótstøðuverjuna gjørdist heldur færri, enn teir vóru leygardagin