Hava tit roynt at »sletta vatn á gás«

Tíðargrein:

Einaferð royndi eg!
Tað var umborð á »Miðvingi« á sinni, tá vit fyrstu ferð royndu at telja hval í Norðurhøvum.
Fuglafólk vóru við, og ein dagin, vit høvdu lagt stilt í dýrdarveðri, kom ein ungur sildreki at forvitnast, hvat hetta var fyri eitt løgið skepilsi, sum lá so friðsælt her á hansara leið.
Vit um borð stóu somuleiðis hugtikin fram við lúnningini og eygleiddu hetta stóra, vakra djór, sum fer eftir ferð kavaði undir bátin, og kom upp at blása, skiftivís í bagborð og í stýriborð, og eg sigi við síðumannin: (á enskum) »á teir leskiligu búffar, ið har svimja«.
Fest varð í krút! – hetta var bretskur fuglafrøðingur, sum var við »hvalabátinum« at kanna fuglalívið við sama høvið, og eg fekk av at vita um okkara vælsignaða grindadráp.
Nú royndi eg at greiða honum, at vit, her á klettaoyggjum í miðjum Atlantshavi, gjøgnum øldir, høvdu megnað at lívbjargað okkum av tí, sum havið gav, meðan teir – sunnanfyri – meira kundu dúa á tað, ið fekst av landjørðini, og tí helt eg at okkara veiða av grindahvali kundi metast við veiðu av »red deer« (ella krúnhjørti) hjá teimum! Bæði hesi veiðidjór eru jú stór, vill súgdjór við heitum blóði, annað á landi og hitt í havi.
Tað sum eg helt vera størsta munin, tá hesi djórasløg vórðu veidd, var at almenningurin einki sá til sjálva veiðuna ella blóðið úr teimum 50-70.000 »Red deer« sum skotar skjóta um árið, tí – sum danir taka til: »Hvad øjet ikke ser, det hjertet ikke rør«.
Tá hjørtirnir verða skotnir og skornir á háls, seyrar blóðið stillisliga niður í skógarbotnin ella lyngheiðarnar.
»Men høvdu tit rikið 100-200 hjørtir oman í fjørðuna og skorið teir á háls har, sum vit gera við grind, so hevði mangur fjørður í Skotlandi verið líka reyður á liti sum føroysk hvalvág«.
Nú fekk eg sera kontant at vita: at Red Deer stovnurin hjá temum sanniliga var »Managed«.
Enn verri helt hann vera, at umframt grindahval, drupu vit eisini springarar!
Eg helt afturímóti, at teir alt ov fáu springara-búffarnar, sum vit fingu, vóru lítið at meta ímóti teimum 10.000-tals rá-djórum, ið teir veiddu árliga, og sum vit hildu vera sera yndisligir skapningar.
Sama skilið – sum at sletta vatn á gás, og einki mætari, tá eg fortaldi honum, hvussu væl fyltur lundi smakkaði, og hvussu vit gleddu okkum til eitt kók av vetrarlomviga fyri ikki at tala um, tá lírin var íligin.
Hesa fuglaveiðu hjá okkum bar eg so saman við teirra veiðu av rýpu, fasanum, mongum sløgum av heiðafugli, entum og villgásum. Eftir gomlum siði fær parlamentið jú frí á »The Glorious Twelfth« (12. august) so tingfólk kunnu sleppa við at skjóta rýpur »fyrsta dag«.
Fuglamaðurin risti við høvdinum, nei hatta bar als ikki til at samanbera, tí rýpurnar í Bretlandi vóru »managed«, og tað átti bert at verið loyvt at veiða djór og fugl, sum vóru »managed«, og sjófuglur skuldi sanniliga hava frið!!
Hesa vónleysu samrøðu minnist eg aftur á, nú eg á HYPERLINK "http://www.highnorth.no/" www.highnorth.no kom fram á grein, ið ber saman veiðuna av Red Deer í Skotlandi við norsku sildrekaveiðina. Greinin varð løgd fram á ársfundi í the International Whaling Comission í 1995.
Greinina haldi eg vera áhugaverda, og fari her at endurgeva nøkur brot leysliga umsett:




Behind UK Whale Position Lurks Unregulated Commercial Deer Hunt

- Aftan støðuna hjá UK í hvalaveiði-málum lúrur óskipað vinnulig veiða av hjørti -
nøkur brot -

Gloymdi bretska stjórnin við vilja veiðuna av hjørti í Skotlandi, tá hon orðaði sína støðu til, hvussu hvalur skal avlívast? Ella vónaði hon bert at eingin gav sær far um, at veiðan av hjørti sanniliga er vinnulig?
Bretar krevja, at veiðan av sildreka í Noregi má liva upp til reglugerðirnar fyri avlíving av húsdjórum á bretskum sláturhúsum, og tó hava teir sjálvir als ongar reglugerðir, ið á nakran hátt hava líknandi umsorgan fyri villa hjørtinum, ella nøkrum øðrum av teirra mongu veiðidjórum og fuglum.
80% av teimum o.u 1.500 tonsunum av hjørtakjøti, sum veiðan í Scotlandi gav í fjør (1994) vórðu útflutt til Týsklands og Hollands.
Umframt lata »trophy hunters« so mikið fyri veiðiloyvi, at hetta tilsamans gevur eini 6 milliónir pund av sær um árið, og so kemur alt tað sum veiðimennirnir á ymiskan hátt leggja eftir seg í Scotlandi. Veiðan hevur stóran fíggjarligan týdning fyri »the Highlands«.
Í 1992/93 vórðu 33.000 hindir og út við 20.000 kálvar skotnir, og hesum taka teir professionellu »gamekeepers« sær av, meðan »Trophy hunters« gjalda fyri at sleppa at skjóta kalldýrini við stásiliga høvuðprýðinum. 20.000 slíkar hjørtir fingu teir hetta árið.
Hesir trophy hunters eru als ikki allir vanir veiðimenn, og tí eru teir ofta í fylgi við meira royndum monnum, sum so skjóta upp aftur um djórið bert verður sært.
Skotar hava eingi tøl fyri, hvussu »human« veiðan av hjørti er har, men í Noregi eru kanningar gjørdar, sum siga at í miðal tók tað 190 sekund at avliva ein sildreka í 1994, meðan tað í meðal árini 1975-95 gingu 12 minuttir áðren elgur og reinsdjór doyðu, tá tey vórðu skotin í Noregi. Hagtøl um veiðu av hjørti í USA vísa at 24% av hjørtunum, sum skotið verður eftur har, sleppa lamskotnir til rýmingar.

1993/94 veiddu skotar 57.300 red deer
1994 veiddu norðmenn 279 sildrekar – kvotan fyri 1995 var 232 sildrekar

- Hetta vóru nøkur brot og tøl úr nevndu grein. – til sammetingar kan nevnast at:

Í 1994 løgdu 1.201 hval beinini her hjá okkum umframt 8 hvessingar og 118 springarar.
Okkara egni »grindadjóralækni« hevur verið við stoppuri í grind, HYPERLINK "http://whaling.fo" whaling.fo, og gingu tað í miðal 29,3 sekund frá tí, at høgt varð í hvalin við vanlgum sóknarongluli, til skorið varð á háls, og at skera grindahval á háls tók síðan 36,1 sekund, ella íalt 65,4 sekund frá tí høgt varð, til hvalurin var deyður. Við nýggju útgerðini: blásturonguli og mønustingara tók tað í miðal 29,2 sekund at avlíva hvalin.

Greinskrivarin finnst als ikki at skotum, at teir veiða krúnhjørt, og royna at fáa sum frægast burtur úr hesum »náttúruríkidømi«. Allar tjóðir royna sjálvandi sum frægast at troyta tað tilfeingi tær hava at ráða yvir.
Tað sum hann vísir á, er at bretska stjórnin letur seg trýsta av víðgongdum »animal welfare and -rights« bólkum, tá talan er um veiðu av hvali, meðan teir als ikki halda vera neyðugt við nøkrum »animal welfare regulations«, tá talan er um teirra egnu veiðidjór, eitt nú hjørt. Og somuleiðis at veiðan av hjørti og øðrum veiðidjórum, tá saman um kemur, er minst líka »vinnulig« sum norska hvalaveiðan.
At stórur partur av mannaættini sær út til at hava mist »jørðforbindilsi«, tá talan er um náttúru og avlíving av djórum, síggja vit eisini í hesum døgum eitt syndarligt dømi um her hjá okkum.
Tá ein fanatikari eftir fáum døgum kann fáa sendandi »av himli« fleiri milliónir pund at loysa »sjórænaraskútuna« úr Hetlandi, og síðan kann liggja og spæla sær her við stórum filmsliði, tveimum »marglætis-skipum« við tyrlu og nógvari dýrari útgerð, summarið á tamb, og tað bert fyri at darva okkum í at gagnnýta ein part av tí ríkidømi, sum vit nú einaferð hava fingið tillutað? Ja tá er okkurt veruliga farið av kós.
Skal »Sea Shepherd« liva upp til vakra navnið, mugu teir venda kanónunum, og heldur nýta krútið til at royna at minka um dálking av havi, landi og lofthavi. – Tá kundu teir gjørt mun í royndunum at bjarga lívi í havinum.
Í hesum »medietíðum« er grindadráp sjálvandi funnin fressur til slíkt »medieflop«, sum »Sea Shepheard« nú roynur at fáa í kassan.
Nókk av blóðugum myndum, kryddaðar við heimagjørdum ræðusøgum á sjónvarpsskíggum kring heimin, fáa helst nógv fleiri milliónir pund at dala niður í kassan, enn nøkur herferð móti dálking.
Ikki ger tað tó felagsskapin til nakran góðan »Hav-hirða« – og slík beistagerð bjargar hvørki hvali ella øðrum lívi í havinum.