ES samtykkir nýggj revsitiltøk móti Russlandi

- Hetta er ein góður dagur fyri Evropa og Ukraina, segði danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, á ES-toppfundinum í morgun

ES-londini hava sum væntað samtykt revsipakka nummar 19 móti Russlandi. Í hesum umfari eru tiltøkini eitt nú vend móti russiska olju-og gassídnaðinum.

- Hetta er ein góður dagur fyri Evropa og Ukraina, segði danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, á ES-toppfundinum í morgun.

 

Nýggju revsitiltøkini fevna eisini um tiltøk móti sonevnda russiska skuggaflotanum, og forboð verður sett fyri innflutningi av flótandi náttúrugassi (LNG) úr Russlandi.

 

ES sigur, at russiski fíggjargeirin eisini verður raktur av nýggju tiltøkunum, sum ES nú hevur samtykt.

 

- Slovakia var ikki so sannført um at samtykkja revsitiltøkini, men gav seg og tók undir við tiltøkunum móti Russlandi.

 

USA fer eisini at seta í verk nýggj tiltøk móti Russlandi, og forseti landsins, Donald Trump, segði í gjár, at tiltøkini eitt nú fara at raka russisku oljurisarnar, Rosneft og Lukoil.

 

Sambært amerikanska forsetanum er málið við nýggju revsitiltøkunum at fáa Russland til samráðingarborðið um frið í Ukraina.