Kann veðurfyribrigdi í Kyrrahavinum ávirka fiskaríið um okkara leiðir

Tíðargrein:

Eitt fyribrigdi í natúruni, sum hevur hugtikið meg í mong ár, er hav-luftstreymurin kallaður

El Nino


Áhugin fyri hesum fyribrigdi vaktist, tá vit fyrst í 197o árunum høvdu skip, sum veiddu ídnaðarfisk í Norðsjónum. Síðani tá havi eg við stórum áhuga fylgt gongdini hjá hesum sjáldsama fyribrigdi .
At hesin áhugi vaktist komst av, at okkara skip fyri tað mesta avreiddu sína veiðu í Føroyum, og vegna tað, at Føroyar bert høvdu tað eina virkið, sum tók ímóti størri nøgdum av ídnaðarfiski, og at tað tí mangan varð nógv kjak og togan um tann avreiðingarprís, sum skipini fingu .
Frá nevnda virki bleiv víst á ymist, sum ávirkaði prísgrundarlagi fyri ásetan av avreiðingarprísinum. Tá íð hálv vánaligur prísur var, bleiv mangan skylda uppá, at við tað, at teir høvdu ov líttla rávøru, so bleiv framleiðslukostnaðurin o.a. ov høgur. Tá so aðrar tíðir fiskaprísurin fór heilt í botn, bleiv skuldin løgd á tann góða fiskiskapin, sum var á fiskileiðunum uttan fyri Peru og Chile, sum hevði tað ávirkan á fiskamjølmarknaðin, at hesin fór í botn. Til aðrar tíðir var hetta øvugt. Nú var fiskiskapurin heilt miseyðnaður hjá hesum londum, og ti kundi avreiðingarprísurin verða munandi hægri í Føroyum vegna ov lítið av fiskamjøli á heimsmarknaðinum. Hesar stóru prísbroytingar kundu til tíðir vísa seg at koma knappliga á.
Hetta var tað, sum gjørdi, at eg fór at royna at finna onkra orsøk til, hví fiskiskapurin vísti seg at vera so misjavnur hjá hesum londum. Eisini komst tað av, at eg sum táverandi formaður í felagnum Ídnaðarskip skuldi kunna svara limunum, hvi avreiðingarprísinir á ídnaðarfiski vóru so skiftandi.
Eftir at hava kannað ymist, fann eg fram til, at ein av høvuðsorsøkinum til hesar ovurstóru broytingar í fiskiskapinum hjá hesum áður nevndu londum, var ein hav- og luftstreymur, sum kallaðist El Nino.
Tað var ikki ættlan mín her at geva meg út fyri at vera serkønan í hesum veðurfyribrygdi, tí skrivliga tilfarið um hetta evni fyllur upp í heilar lastbilar.
Hvat er El Nino fyribrygdi
El nino er eitt veðurfyribrigdi, sum er kent í túsundar av árum. Tó er at siga, at ikki fyrrenn aftaná tað máttmiklu El Nino í 1957, kom rættilig gongd á at granska hetta fyribrigdi.
El Nino byrjar altíð við óvanligum hita í tropiska økinum í Kyrrahavinum, yvir ímót Australia og norður ímóti Borneo, Sumatra og síðani yvir aftur ímóti Mið- og Suðuramerika. Sjógvur og luft blíva so ógvusliga upphitað, at bæði fiskur, korallir og onnur havdjór doyggja, um tey ikki klára at flýggja í kaldari sjógv/vatn, ( sjálvandi er ikki lætt hjá korallunum at flýggja) t.d. kan nevnast, at í 1983 kom hitin á fleiri støðum í Kyrrahavinum heilt uppí 7 stig hægri enn meðal. Tó tann mest vanliga upphitingin av El Nino er umleið 2-4 stig.
Í kjalarvatninum av El Nino eru ofta sera stórar veðurlagsbroytingar um so at siga allan heimin. Á sunnaru hálvu, serliga í Kyrrahavinum, eru ógvusligar orkanir. Í Kina og har um vegir er oftani ógvusligt glopraregn, og í Australia nógvur turkur. Meðan á norðaru hálvu eru ofta vetrarnir í vestara parti, t.d.Alaska, heldur líggjari, meðan teir eru kaldari eystanfyri , men tó eru ymiskar meiningar um hetta. Onkur søgugranskari hevur enntá havt hug at geva El Nino skuldina fyri, at Týskararnir í bítandi kulda taptu slagið við Stalingrad ímóti Russum í seinnra veraldarbardaga
Tað hevur víst seg í kanningum, at El Nino er tiltakandi hvørt 6-7 ár. Tó hevur verið styttri ímillum tey seinnu árini, serliga í 1990 árunum. Misjavnt er, hvussu ógvuslig hon er. Tá El Nino liggur í dvala, verður hon kallað La Nina, og er tá sjóvarhitin lægri og til tíðir lægri enn meðal í pørtum av Kyrrahavinum.

Hevur El nino nakað at gera við fiskiskapin og vakstrarumstøðunar av fiski við Føroyar?
Eftir gjølla at hava kannað og sammet tey góðu og vánaligu fiskiárini við Føroyar við tey ymisku skiftandi El Nino og La Nina tíðarskeiðini heilt frá 1600 talinum, tó mest frá ár 1900 til 2000 árini ber nógv á tað borið, at so er.
Vi t kunnu hyggja eftir tveimum teimum feskastu dømunum, vit hava, áðrenn vit hyggja longur aftur í tíðina. Tey ár, sum eg minnist skjótastu og størstu broyting í fiskiskapi við Føroyar, serliga toskafiskiskapi , er 1983 og 1994. Hesu bæði árini kløkkaðu mangan reiðara, fiskimann og fiskifrøðing, og eingin hevur enn givið nøktandi svar uppá, hvat tað var, sum hendi, og orsøkina. Onkur hevur roynt at verið eftirklókur, men lítið hald hevur verið í.
Taka vit árið 1982, so var støðan so vánalig í Føroyum, at allur flotin var við at fara á húsagang, og fleiri fóru. Tað vóru stak ring veðurlíkindi. Frá umleið 15. august var summarveðrið liðugt, og illveðrið helmaði ikki í allan veturin, líka til seinna partin í januar 1983. Lítið kom burtur úr fiskiskapi, og lítið varð at fáa av fiski, og útlitini fyri fiskiskapið vóru vánalig.
Aftaná 20. januar bliðkaði veðrið, og trolarar, sum høvdu ligið leingi við kei, men tó høvdu gjørt onkra lítla roynd, tá viðraði, fóru út at fiska. Tað vóru glómur í monnum, tá teir hálaðu fyrstu ferð. Eingin væntaði tað stóra, men tá trolini komu á borð, vóru bæði posi og bellur fullir av toski, hýsu og upsa. Hildið bleiv, at hetta mundi bert verða eitt eingangs fyribrigdi, men so bleiv ikki. Nei, tann sera góði fiskiskapurin helt áframm alt 1983 og 1984 og langt út í 1985.
Meðan hetta hendi við Føroyar, hevði El NIno tikið til í styrki og var nú komin í hæddina í 1983. Hon rasaði í Kyrrahavinum og tvørtur um Mið-Amerika, ja, ein tann harðasta, sum menn vita um at siga. Hetta orsakaði , at hitin á havstreymunum broyttist munandi í Kyrrahavinum og á flestu høvum. Tað sigst, at skaðin av hesi El Nino kostaði londunum har um vegir og runt um í heiminum ómetaligar peningauphæddir.
Taka vit árðini 1992-1994, so vóru Føroyar í ovurstórari kreppu av nógvum samanfallandi umstøðum. T.d. hevði fiskiskapurin verið sera vánaligur 2 tey undanfarnu árini, og útlitini frá fiskifrøðini vóru so ræðandi, sum eingin hevði sæð ella hoyrt um áður, ja, ivasamt var um toskastovnurin nakrantíð kom fyri seg aftur. Ikki kundu vit vænta at síggja fisk aftur, fyrr enn í fyrsta lagi aftaná ár 2000. Fólk flýddu av landinum í hópatali, tí her bleiv ikki búgvandi longur. Kvotur blivu settar á, hvat veiðast kundi, og blivu serliga toskakvoturnar settar so lágt, at menn kundu næstan bera tær á nakkanum til hús.
Men til alla lukku rýmdu ikki øll av landinum. Nøkur vónaðu, at føroyski serkunnleikin saman við donskum serfrøðingum og embætismonnum tóku feil , og fóru tískil útaftur at fiska. Hvat síðani hendi, minnast óivað tey flestu. Árini frá 1994 til 2000 blivu í staðin tey bestu fiskiárini, sum hava verið við Føroyar í manna minni, meðan serfrøðin fekk eitt ógvusligt bakkast og misti so nógv trúðvirði, at illa hevur gingið at fóta sær aftur. Eisini á hesum sinni var tað soleiðis, at El Nino byrjaði at taka til seinnapartin í 1991 og kom í hæddina í 1994, fyri síðani at avtaka nakað, men tók so aftur dik á seg longu í 1996 og vardi heilt til 1999. Hetta kallaðist ein dupult El nino, og er ein tann longstvarðandi og kraftigasta í 1900-talinum. Øll hesi árini helt fiskiskapurin sær á sera høgum støði við Føroyar.
Hendan talvan vísir samanfallið ímillum nøkur góð fiskiskiár við Føroyar og máttmikla el Nino
1899- 1900 Sera góður fiskiskapur máttmikil El Nino
1918-1920 Sera góður fiskiskapur máttmikil El Nino
1940-1942 Sera góður fiskiskapur máttmikil El Nino
1957-1958 Góður fiskiskapur máttmikil Elnino
!966-1968 Góður fiskiskapur máttmikil El Nino
1983-1985 Bestu ár til toskafiskiskap sera máttmikil El Nino
1994-1999 Sera góð fiskiár sera máttmikil El Nino
Í hesum sama tíðarskeiði hava eisini verið fleiri veikari El Nino. Tey árini, tá El Nino hevur ligið í dvala, hava verið vánalig til fiskiskap við Føroyar.

Hvussu kann El Nino ávirka fiskiskapin á okkara leiðum?
Eg havi ikki nakað fullgreitt svar, men vil bert vísa á, at tað samanfallið, sum verið hevur hesi árini ímillum El Nino-fyribrigdi og fiskiskapin við Føroyar, er ein veruleiki . Hvat íð er høvðusorsøkin til hesar stóru og óvanliga skjótu broytingar í fiskiskapinum, er trupult at meta um. Kann tað vera

hitin í sjónum? Hóast vit vita, at hann ikki broytist nógv um okkara leiðir av El Nino, so broytist hann tó nakað hesi árini, tá hon er í hæddini. Er hetta orsøkin? Somuleiðis broytist eisini luftrákið nakað yvir norðurhøv. Vísast kann á, at gróðurin í sjónum og ætið eru skjótt vaksandi um okkara leiðir, hvørja ferð El Nino tekur til og kemur í hæddina, og minkandi, tá hon er avtakandi. Uttan iva eru tað eisini heilt onnur fyribrygdi, ið henda, sum einki svar fæst uppá enn, men sum kanska kemur fram seinni.
Væl vita teir, sum fiska, og tey, sum fáast við fiskivinnu , eins og fiskifrøðingar, at fiskur dettur ikki úr luftini. T.d. eru toskur, hýsa og upsi um 3-5 ára gomul, áðrenn tey nakað munandi koma inn í fiskiskapin. Spurningurin er so, hvussu tað ber til, at tann 3-5 ára gamli fiskurin, sum ein lítið hevði verið varugur við frammanundan, bæði við gýting og yvirlitstrolingum, so brádliga kemur inn í fiskiskapin, tá El Nino mennist og kemur í hæddina. Kemur hann møguliga aðrastaðni frá? Hevur hann ferðast uppi í sjónum, ella staðið leysur frá botni vegna kaldari sjógv við botnin, tá La Nina hevði yvirtakið, og El Nino lá í dvala, t.d. frá 1989- 1991, og eisini nú frá 2003- 2008 ella hvat?
El Nino byrjaði aftur at taka til í styrki seinasta vetur. Hvussu kraftig hon blívur hesaferð, er ilt at siga, men seinastu metingarnar vísa framvegis, at hon enn er tiltakandi.
Meira av gróðuri og æti var í summar. Havhestaungarnir vóru fleiri enn í mong ár, og hartil feitir. Kanska verður meiri toskur at fáa, nú ið dagarnir styttast og næturnar leingjast. Tað vildi kanska verið eitt sindur bannset at ynskt El Nino ov kraftiga á hesum sinni, fyri at vit - sløk 50.000 menniskju - skullu fáa betri fiskiskap og njóta tilveruna, meðan 10 tals millionir av fólki skullu líða hall og hungur í Suðuramerika, og Kinesararnir ganga uppundir miðu á sínum rísmarkum í vætu, meðan Australiar torna upp av turki. - Men hevur ikki onkur sagt, at eitt manns deyð er annans manns breyð. Jú, sannast má, at hettar er ein miskunnarleysur heimur, vit liva í.
Kanska kundi tað verði áhugavert hjá fiski- og fuglafrøðingum at hugt eitt sindur meiri eftir, hvussu El Nino háttar sær, tá teir í framtíðini gera metingar og tilráðingar fyri Føroya-øki og harvið økt munandi um neyvleikan.
Endamálið við hesi grein er at varpa ljós á hetta fyribrigdi, soleiðis at tey, sum hava umstøður og tíð kundu granska meiri á hesum øki, og funni framm til, um hettar fyribrigdi ikki eisini man ávirka okkara havøki, og harvið eisini okkara fiskastovnar og fuglameingi og teirra liviumstøður. Hetta er uttan iva eina gransking vert.
Sjálvandi veit eg, at trupult er at meta um tað, sum svimur í sjónum. Og sum Íslendingurin segði á sinni: “Tað tykist mær løgið, at fiskifrøðingar skullu vita, hvussu mangir fiskar svimja runt Ísland, tá hestabøndurnir ikki kunnu vita, hvussu mangir hestar eru til á landi í íslandi. Ein skuldi trúð at tað var lættari at talt hestarnar.”