rennikavaæl, og hildið var, at tað var tá, at báturin holvdist. Múlamenn høvdu eisini verið í grind, og tað var so seint, at flest allir vóru farnir í song. Teir høvdu ført grindina norður og lagt hana upp [...] alt, sum tað átti at vera og fekk vakt hinar. Teir fingu tá vissu fyri, at menn vóru í havsneyð og róptu um hjálp. Veðrið var so ólagaligt har norðuri, at teir ikki fingu bát út og ringdu tí inn í Hvannasund [...] bátin, og tað eydnaðist. Hin báturin var tá rikin yvir móti Viðareiðishellu, og bara ein maður var eftir á kjøli. Tað var Hendrik Hammer. Hinir vóru Karl Thomsen, í Hálvmørk, Sofus Rinkustein og Hendrik
plagdi hann at stilla seg á eina stól og halda talu. Margretha va eisini í húsi hjá Evu og Tummas Arge. Í 1928 giftast Margretha og Petur Egholm. Hann var sonur Onnu Sofíu og Johan Hendrik Egholm. Hetta er ikki [...] at Margrethu. Hon var altíð fitt og blíð og eisini skemtingarsom. Tað er eisini gott samband millum hesa Egholmarar og ættina hjá Onnu Sofíu. Hon var ættað úr Funningi, og nógv av teimum hava greitt frá [...] f. Joensen og Jóannes Niclassen. Hetta var eitt stórt hús, heili 11 børn frá tveimum giftum, og Margretha var fimta barnið í røðini. . Margretha var bert 12 ár, tá ið hon misti mammuna, og tá vóru tey
skrivstovumanninum og harvið eisini hansara avvarðandi. Men tað var øvugt! Her er í hvussu er skrivað føroysk fakfelagssøga, og tað við lít. Mannagongdin blástemplað av Degi og Viku Dagur og Vika lýsti frá [...] tíðindaflutningi umframt samkomu- og politiska leiðslu. Vit, sum varaðu av Olafi, og øll, sum vóru góð við hann, standa spyrjandi. Olaf er farin og málið hevur verið so órímiligt og órættvíst. Við hesi grein vóni [...] fyrrverandi formannin og skrivstovumannin móti sitandi formanni. Hesi “prógv” verða løgd fram á almennum fiskimannafelagsfundi í Runavík, meðan skrivstovumaðurin lá og stríddist, og átta dagar áðrenn hann
umborð og hugdi at fiskinum, og gjørdi tá av við meg sjálvan, at eg skuldi fara ein túr til Grønlands, um eg fekk far til tess. Eg tosaði so við pápa um at fáa Knørr at føra, og var tað leyst og liðugt [...] stóran týdning. Abbin, Jens í Dali, og abbabeiggin, Napoleon, áttu fleiri skip og vóru slóðbrótarar á mongum økjum innan fiskivinnu á sjógvi og landi. Pápi Sigmund var Jens Pauli í Dali, sum eisini var ein [...] hann hevði avtalað skipakeyp við ein skota, og seljarin fór at tosa um keypssáttmála og treytir fyri gjalding, knappaði Jens skjúrtuna upp, tók eina mappu fram og segði, at hann skuldi onga kontrakt gera
hevur verið skrivað og sagt um bókina ?Nyrup³, sum fyri stuttum kom út í Danmark. Bókin er ein lýsing av Nyrup Rasmussen sum politikara og persóni, um hendingar í danska Javnaðarflokkin og tíðina áðrenn Nyrup [...] dómararum. Hesum vísir Nyrup aftur, og vísir á ætlaninar um, at talið av dómarakanningum skulu minka. Í hesum máli fær Nyrup fult og heilt stuðul úr Konservativa flokkinum og Hans Engel. Alla tíðina, meðan [...] m. Á vitjanum á flakavirkjum og aðrastaðni kring landið, sæst greitt, at Nyrup er í essinum, og kennir seg væl. Úrslitið av vitjanini er tí vælvild frá bæði føroyskari og danskari síðu. So er tað at kjakið
hevur verið skrivað og sagt um bókina ?Nyrup³, sum fyri stuttum kom út í Danmark. Bókin er ein lýsing av Nyrup Rasmussen sum politikara og persóni, um hendingar í danska Javnaðarflokkin og tíðina áðrenn Nyrup [...] dómararum. Hesum vísir Nyrup aftur, og vísir á ætlaninar um, at talið av dómarakanningum skulu minka. Í hesum máli fær Nyrup fult og heilt stuðul úr Konservativa flokkinum og Hans Engel. Alla tíðina, meðan [...] m. Á vitjanum á flakavirkjum og aðrastaðni kring landið, sæst greitt, at Nyrup er í essinum, og kennir seg væl. Úrslitið av vitjanini er tí vælvild frá bæði føroyskari og danskari síðu. So er tað at kjakið
Av tí, at tað var so kalt og hart frost, var alt lopið saman. Tað bar tískil ikki til at pumpa lýsið upp. Tummas og ein finni, sum var kavari og sum var ómetaligur sterkur og raskur maður, fingu til arbeiðis [...] sundur og hongt tær niðanfyri knæ til pynt. Sum tíðin leið, blivu hesir menninir av allar raskastu arbeiðsmonnum, og Tummas gjørdist vinur við fleiri av teimum. Ein teirra kallaðist Pietro og ein Tiofildavas [...] til Suður Georgia. Hiðani vóru nógvar hendingar at siga frá, og var tað serliga vetrarkvøldini heima á Skipanesi, at tey sótu og lurtaðu og lurtaði eftir søgum hagani, sum Tummas greiddi frá. Tann mest
verið, eru mannað. Marius Rein er valdur í Tórshavnar eystara prestagjaldi, sum fevnir um Havnar kirkju og Nólsoyar kirkju. Niðanfyri sæst listin yvir allar teir 155 kirkjuráðslimirnar, sum valdir eru, eftir [...] Ólavsdóttir Hansen 99 Gøtu kirkja 8 Signar Dam 95 Vesturkirkjan 9 Kristianna Mortansdóttir 92 Havnar Kirkja 10 Asbjørg á Hálvmørk 83 Sjóvar kirkja 11 Maria Olsen 80 Christianskikrjan 12 Súni í Hjøllum 80 Nes Kirkja
fyri sítt ídni og dugnaskap. Hann var byrjaður sum fiskimaður, og hevði við dugnaskapi uppalt fleiri manningar, og úrslitið av tí sást gjøgnum fleiri ættarlið. Var Petur tann stóri rokarin og ein kempa, so [...] elva til klammarí, og ein teirra var serliga ringur. Tað eydnaðist mær at fáa hann til hús. Men tá gjørdist hann púra ørur og kravdi ein knív at verja seg við. Tá kom pápi hansara til, og hann lovaði, at [...] Eg kundi tískil rætta uppá Effersøe, og hetta kom ikki væl við hjá honum. Sjálvsagt vóru á eini sýslumansskrivstovu nógv viðurskifti, sum vóru fremmand fyri mær, og sum eg skuldi læra. Men eg var heilt
har eg havi svigarinnurnar Augustu og Elin. Tær eru giftar við brøðrunum Andrias og Poul Johannes, sum í nógv ár hava róð út við Reynir. Vit plagdu at kappast, og tað stóð á hjá okkum øllum at vera bestir [...] vera so lítið av toski og sera nógv til av upsa. Men upsin er so rak, og fær hann einki at eta, so fer hann eisini at minka. Tað hevur verið so nógvur upsi í nógv Harrans ár, og einki verður sagt um, at [...] fara avstað og ætlaðu okkum norð um Mykines. Eg lurtaði eftir veðurforsøgnini, og tá var tað eftir veðurmanninum á flogvøllinum. Hetta var ein dani sum æt Orla. Hann var so framúr gløggur, og dugdi væl at