Ingálvur av Reyni bjóðaði sær at fara í mótstøðurørsluna

Leiðarin hjá Sigmundi í Dali í mótstøðurørsluni móti týskarum, “Knud”, var vinmaður Ingálv av Reyni. Tí er søgan hjá Knud eisini søgan hjá Sigmundi og Ingálvi

2. partur

Tíverri kom Knud ikki at uppliva, at Danmark gjørdist frælst 5.maj 1945. So seint sum 23. apríl, varð hann dripin av týskarum.
Hendan dagin komu týskir her­menn framá Knud og nakrar aðrar limir úr bólkinum 1944, sum høvdu skotvenjingar í einum skógar­øki í Norðursælandi.
Týsku hermenninir vóru sera væl mannaðir, og tí var einki at gera uttan at flýggja undan týskarunum. Hetta eydnaðist eisini teimum flestu.
Leingi var ógreitt, hvat var hent Knud. Sjálvur var Knud sera nógv eftirlýstur av týskarum, so har var ikki nógv at vænta. Ikki fyrr enn í juni varð líkið av honum funnið, og tá gjørdist hansara lagna vís.
Teir, sum vóru við í hesi venjing, mettu, at Knud fyri at verja hinar hevur hildið á til tað síðsta heldur enn at flýggja.
Hann var annars júst blivin gift­ur við Helle, sum eisini hevði verið virk­in í mótstøðurørsluni. Tey vænt­aðu teirra fyrsta barn.

Ingálvur ikki nóg harðkókaður
Meðan arbeitt var við frásøgnini hjá Sigmundi vísti tað seg, at Ingálvur av Reyni hevði verið besti vinmaður við Knud, hvørs veruliga navn var Ib Mogens Bech Christensen. Ing­álvur hevði framvegis samband við konu hansara Helle. Afturat hesum hevði Ingálvur bæði myndir og til­far frá hesum mótstøðubólki.
Hetta ger ikki søguna minni áhugaverda hjá føroyingum. For­søg­an er tann, at Ingálvur í 1938 fer til Danmarkar, har hann fór at lesa á Bizzie Høyer Tekniske Skole í Keyp­mannahavn. Her kemur hann at kenna Ib, og teir gerast beinan­vegin serliga væl. Teir vóru báðir byrjandi listamenn.
Hetta gongur alt heilt vanligt inntil 9. apríl 1940, tá Danmark varð hersett av týskarum. Hetta vendi upp og niður uppá mangt. Tað gekk rættiliga long tíð, áðrenn nøkur verulig mótstøða móti týskarum tók seg upp í Danmark. Men Ib var ein av teimum fyrstu, sum settu seg upp móti týskarum. Hann gavst at lesa fyri at stríðast móti hesum óndskapi, sum hann sá. Longu í 1941 kom hann tríggjar mánaðir í geglið fyri at hava málað antinasistisk slag­orð á ein húsavegg.
Hóast teir ikki lósu saman long­ur, fylgdi Ingálvur væl við í tí, sum vinurin tók sær fyri. Í byrjanini var Ingálvur eisini við á fundi hjá mótstøðufólki. Ingálvur spurdi, um hann ikki kundi vera til hjálpar. Men Ib bað hann lata vera, tí hetta var Ingálvur ov lítið harðkókaður til. Tað kundi vist vera nakað um tað!
Ingálvur segði, at Ib ongantíð duldi fyri, at hann vildi, um tað var neyðugt, ofra lívið ímóti nasismuni. Óndskapurin í nasismuni var ikki so opinlýsur tá, sum hann gjørdist seinni.
Ingálvur og Ib hittust eisini undir krígnum, hóast umstøðurnar til tess ikki vóru tær bestu. Ing­álvur minnist eitt “karneval”, har Ib skuldi koma, men hann møtti ikki upp orsakað av sínum mót­støðu­arbeiði.
Ingálvur kendi eisini Erik Nye-mann, sum var góður vinur hjá Helle, gentuni hjá Ib. Hann var ein av teimum 11 fríheitskemparum, sum týskarar avrættaðu 9. august 1944.
Helle var eisini ein av teimum fáu kvinnunum, sum var virkin í mótstøðuni móti týskarum. Sum sagt giftust tey beint áðrenn Ib doyði. Hon fekk seinni dóttrina Lone. Seinni giftist Helle aftur.
Ingálvur hevði eisini samband við foreldrini hjá Ib, Ernst og Emma Christensen, sum doyðu í 70-árunum. Tey áttu tveir synir. Ann­ar doyði av sjúku áðrenn Ib.
Tey søgdu altíð: ”Vores liv slutt­ede i 1945”.
Annars var pápin at byrja við einki við uppá virksemið hjá son­inum. Men sum frá leið, stuðlaði hann honum fult og heilt.

Leikluturin hjá Sigmundi
Ein uppgáva, sum Sigmund var við til, var at útvega útgerð til mót­støðu­arbeiðið.
Tað var eisini ein av uppgávunum hjá bólkinum at fáa danir, sum vóru undir týskum illgruna, til Svøríkis, har teir kundu vera tryggir. Tað eydnaðist teimum at fáa sent 200 “kolli”, sum var kotuorðið fyri flótta­­fólkini, til Svøríkis í síðstu krígs­tíðini. Páll í Dali, beiggi Sig­mund, flýddi í hesum tíðarskeiði til Svø­ríkis og gjørdist har partur av donsku brigaduni, sum var sett sam­an av donskum mótstøðufólk, ið vóru flýdd til Svøríki.
Tá Páll kom aftur til Danmarkar við Brigaduni, var hann settur at hava eftirlit við fólki, sum kom úr Týsklandi til Danmarkar. Talan var m.a. eisini um at hava eftirlit við dønum, sum høvdu verið í týsk­ari hertænastu, og teir vóru ikki so fáir. Millum teir vóru eisini fleiri før­oyingar. Ein dagin Páll stend­ur vakt, sær hann brádliga ein før­­­oyskan vinmann. Hesin hevði verið í týska herinum, men var so illa við, at hann ikki vildi síggja Páll í eyguni.

Sigmund verður giftur við Ritu
Rita og Sigmund giftust í 1945. Rita greiddi frá, at hon bæði visti og ikki visti, hvat gekk fyri seg. Men hon hevði tó leingi eitt ánilsi. Í hvussu er vandu tey seg við at fara runt um húsið at vita, um alt var undir kontroll, áðrenn farið var innar.
Av serligum hendingum mint­ist Sigmund, at teir einaferð skuldu skaffa nøkur presisiónsur, sum skuldu nýtast til eina spreingi­upp­gávu. Teir fóru í hesum sambandi inn til ein nasivinarligan urmakara á Strøgnum, sum seldi slík ur. Men av einhvørji orsøk fekk urmakarin varhugan av, at teir vóru úr mót­støðurørsluni, og boðaði nasist­un­um frá. Til alla lukku komu teir kort­ini heilskapaðir burtur úr hes­um vanda. Sigmund segði, at hann royndi at spæla róligur, og at hetta helst var orsøkin til, at hann slapp avstað uttan at nakar varnaðist.
Eina ferð hevði ein týskur hand­langari, sum teir skuldu taka, krógv­að seg í einum summarhúsi. Hann vildi ikki geva seg yvir. Tá teir so vóru noyddir at skjóta, varð avrátt, at teir allir skuldu skjóta í senn. Hetta var gjørt, fyri at ongin skuldi kunna siga, at ein ávísur hevði beint fyri viðkomandi. Tá teir lítla løtu seinni komu inn í summarhúsið, var maðurin bert særdur og mátti geva seg yvir. Tá fóru teir á eitt sjúkra­­hús við manninum. Men Sig­mund frætti seinni, at tað eydn­að­­ist manninum at rýma av sjúkra­húsinum, og Sigmund visti ikki, um hann varð tikin aftur.

Vónbrot aftaná hersetingina
Tann stóra uppgávan beint aftaná kríggið var at finna og taka tey, sum høvdu arbeitt fyri týskarum. Mótstøðurørslan, og eisini bólkurin hjá Sigmundi, 1944, hevði fyrireikað seg undan krígslok til hesa uppgávu við at savna saman tilfar, sum kundi nýtast í eini rættaruppgerð. Millum annað við at stjala postsendingar til týsku høvuðsstøðina í Dagmarhus í Keypmannahavn.
Serliga sum ópolitiskur bólkur hevði 1944 stórar vónir um eitt rætt­víst samfelag eftir kríggið. Nú skuldi ruddast upp, og teir sum høvdu samstarvað við týskarar, skuldu fáa rættvísa revsing.
Sigmund var eisini við í hesum arbeiði. Tá týskarar góvu seg yvir í Danmark, fingu øll, sum høvdu verið við í mótstøðuarbeiðnum, eitt serligt eyðkennis armbind. Teir høvdu tá eitt slag av politi­myndug­leika eitt tíðarskeið. Sigmund metti at mótstøðuarbeiði hevði sera stór­an týdning fyri, at tað eftir krígslok eydnaðist - í ávísan mun - at revsa tey, ið áttu at fáa revsing, fyri tað, sum var hent í Danmark hesi árini.
Men Karl, svágur Sigmund, var so misnøgdur við uppruddingina aftaná kríggið, at hann flutti til Canada. Tað hendi jú tað, sum ofta hendir. Tað vóru teir smáu fisk­arnir, sum vórðu tiknir, og sum fingu revsing, summir enntá deyða­revs­ing. Men summir av teimum stóru fiskunum gingu fríir. Einstakir vinnu­lívs­menn, sum høvdu vunnið stór­an pening uppá hersetingina, sluppu stórt sæð undan. Tað sama var við politikkarunum, sum høvdu verið sera eftirgevandi í sínum samstarvi við týskarar.
Aftaná bardagan varð sett ein politisk nevnd at kanna eftir, um nakar politikkari skuldi revsast. Men eftir 10 ára nevndararbeiði kom nevndin til ta niðurstøðu, at tað ikki var grund til at lasta nakran politikkara. So tað var ikki so løgið, um nógvir mótstøðumenn vóru vónbrotnir.
Og heldur enn eitt nýtt paradís eftir kríggið, fingu danir sína størstu mutursgølu í søguni, ta so­kallaðu eitur­koppagøluna, har politist­ar enntá fingu løn frá brots­monnum fyri at halda vakt, meðan innbrotini fóru fram. Her eydnaðist kortini at rudda upp.

Fingu kortini viðurkenning
Sigmund vísti á, at tey, sum vóru við í mótstøðurørsluni vóru ikki nógv í tali, talan var bert um 1% av danska fólkinum. Nýggjar kanningar vísa tó, at tey vóru fleiri.
Fyrstu tíðina undir hersetingini vóru teir mangan illa sæddir, men eftir kríggið vórðu teir hetjur.
Teir fingu eisini viðurkenning á ymiskan hátt. Stutt eftir herset­ingina kom bretska krígshetjan, Mont­gomery, til Danmarkar, og tá stóðu fríheitskempararnir á heið­urs­vakt í Amagerbrogade.

Kemur úr fiskivinnu­umhvørvi
Sigmund er vaksin upp í einum um­hvørvi, har fiskivinna og sjómans­skapur hevði stóran týdning.
Abbin, Jens í Dali, og abbabeiggin, Napoleon, áttu fleiri skip og vóru slóðbrótarar á mongum økjum innan fiskivinnu á sjógvi og landi.
Pápi Sigmund var Jens Pauli í Dali, sum eisini var ein undan­gongu­maður.
Í árunum 1922-24 var ein norskur hvalaskjótari, "Vesli Kari", á hvalaveiðu í Vesturgrønlandi.
Skiparin var varugur við ør­grynni av fiski á Fyllabanka, beint uttan fyri Godthaab.
Hetta var orsøkin til, at norska skipið Faustina á sumri 1924 fór til Vesturlands at veiða
Á veg heim undan Grønlandi var "Faustina" á Havnini við fullari last.
Skiparin greiddi Jens Paula frá, at teir høvdu fiskað í 17 dagar.
Jens Pauli greiddi í Varðanum soleiðis frá: "Eg var umborð og hugdi at fiskinum, og gjørdi tá av við meg sjálvan, at eg skuldi fara ein túr til Grønlands, um eg fekk far til tess. Eg tosaði so við pápa um at fáa Knørr at føra, og var tað leyst og liðugt alt í einum".
Jens Pauli hevði áðrenn túr­in fingið sær holla vísindaliga vit­an um viðurskifti, sum høvdu týdn­ing fyri sigling og fiskarí í Vestur­grønlandi, ikki minst um veður, vind, og ís við meira.
Jens Pauli í Dali hevur skrivað fleiri áhugaverdar greinir í Varð­an­um um fiskiroyndir hann gjørdi í Grønlandi við Knørri fyrst í 1920'unum. Jens í Dali seldi seinni brøðrunum Kristoffur og Niels Jákup Nielsen á Strondum skipið. Kristoffur og Niels Jákup for­taldu seinni, at áðrenn teir fóru við Knørri, hevði Jens sagt við teir, at um teir ikki fingu tað at bera til fíggjarliga, so skuldu teir bara koma aftur við skipinum. Tíðirnar vóru sera vánaligar. Men teir kláraðu seg væl. Knørrur var drúgvur í før­oyska fiskiflotanum, hann var seldur av landinum í 1983.

Abbin merkismaður
Jens í Dali var merkismaður. Eina­ferð keypti hann 11 skip undir einum í Skotlandi. Ein søga er um, at tá hann hevði avtalað skipakeyp við ein skota, og seljarin fór at tosa um keypssáttmála og treytir fyri gjalding, knappaði Jens skjúrtuna upp, tók eina mappu fram og segði, at hann skuldi onga kontrakt gera, hann skuldi gjalda í hondina!
Hildu hann vera býttan
Sigmund hevði altíð eina vánaliga sjón. Hetta var ikki nakað, sum hann sjálvur gjørdi sær stórvegis far um. Men hann kláraði seg ikki væl í skúlanum. Hann dumpaði í 2. flokki, og í skúlanum mundu tey halda hann vera býttan. Men pápin mundi hava varhugan av, hvat bilaði, tí fekk hann Skilling at kanna eyguni. Tá varð staðfest, at hann hevði sera vánaliga sjón. Tá fekk Sigmund brillur, og kláraði seg so mikið væl í skúlanum, at hann mátti leypa ein flokk um.
Sigmund fór at arbeiða við vøtn­um
Sigmund var 60 ár, tá hann varð pensjóneraður. Tá fór hann at arbeiða fyri seg sjálvan. Eitt tíðar­skeið arbeiddi hann eisini fyri Lands­verkfrøðingin.
Sigmund kom at arbeiða serliga nógv við føroysku vøtnini. SEV hevði einaferð ætlan um at útbyggja vatnorku í Vágum. Simund varð spurdur, um hann kundi máta dýpið á Fjallavatni. Tað vísti seg at liggja millum 46 og 36 metrar.
Tað gjørdist tó rok um umrøddu ætlanir, og seinni varð vatnið friðað. Sigmund fekk áhuga fyri at fáa at vita, hvussu vøtnini annars sóðu út. M.a. fekk hann staðfest, at Sørvágsvatn var 59 metrar djúpt.
Júst í hesum døgum eru liðin 67 ár síðani, at nasisman hjá Hitler varð niðurbard. Sigmundur í Dali er ein av teimum mongu, sum vit kunnu takka fyri tað. Tí eigur hann eisini at vera mintur, nú hann er farin undir grønu torvu.
--------
Komandi partur:
Í komandi Miðvikum hevur 95 ára gamli Johan Hansen úr Kollafirði hugleiðingar frá sínum barnaárum.