21. partur
Undangongumaður mín sum sýslumaður, Oliver Effersøe, boðaði mær frá, at hann húsum. Hans Olaf Hansen, fulltrúin hjá Effersøe, setti meg inn í ein part av arbeiðinum, men tað var skilligt, at hann ræddist Effersøe, sum avgjørt ikki dámdi sín eftirmann.
Dagmar Holm helt áfram á skrivstovuni. Hon segði mær eftir nøkrum døgum, at hon var fegin um tað. Men hon hevði skilt á Effersøe, at starvsfólkið skuldi leggja frá sær samstundis um hann. Tí hevði hon sagt upp.
Kis, systkinabarnið, kom so eisini at arbeiða hjá mær, men tað tók sjálvsagt sína tíð hjá honum at koma eftir øllum.
Effersøe hevði havt sína egnu skipan við at skráseta málini. Hetta gjørdi tað sera trupult at finna tey fram hjá einum, sum var nýggjur í arbeiðinum. Hetta var enn ein avbjóðing.
Effersøe helt seg burtur frá skrivstovuni. Men ein dagin var ein persónur komin á skrivstovuna í sambandi við eina skiftissak. Tá møtir Effersøe knappliga upp, og meðan viðkomandi er til staðar, roynir hann at læra meg, hvussu ein slík sak skal handfarast. Endamálið var greitt, at nú skuldi hesi gamli sýslumaðurin geva tí nýggja sýslumanninum inn við skei, hvussu hann skuldi arbeiða. Hetta var eg rættiliga argur um. Men tað var so heppið, at nettupp skiftissakir vóru mítt serøki frá tíðini á dómaraskrivstovuni í Havn. Eg kundi tískil rætta uppá Effersøe, og hetta kom ikki væl við hjá honum.
Sjálvsagt vóru á eini sýslumansskrivstovu nógv viðurskifti, sum vóru fremmand fyri mær, og sum eg skuldi læra. Men eg var heilt sannførdur um, at hetta skuldi eg nokk klára. Eg føldi eisini, at ein hægri makt leiddi meg, og at tað var onkur, sum bað fyri mær til tann Almáttuga, hvørs signing eg leit á.
Men onkuntíð kundi ivi vera í mínum sinni. Tað vóru eisini løtur, tá eg fór til songar, at eg spurdi meg sjálvan, um tað var veruleiki, at eg var sýslumaður á Tvøroyri, og um eg ikki fór at vakna upp og síggja, at alt hevði verið ein dreymur.
Tað vóru framvegis trupulleikar við brennivíni. Eg minnist eitt sunnukvøld, at tað var vitjan úr Havn í samband við ein fótbóltsdyst. Margretha var eisini komin suður at hyggja at viðurskiftunum hjá mær.
Júst tá vóru fullir menn, sum roynda at elva til klammarí, og ein teirra var serliga ringur. Tað eydnaðist mær at fáa hann til hús. Men tá gjørdist hann púra ørur og kravdi ein knív at verja seg við. Tá kom pápi hansara til, og hann lovaði, at sonurin skuldi ikki sleppa út aftur.
Hetta tyktist alt at vera í lagi, og eg loyvdi mær at fara til Havnar við Smirli saman við Magrethu. Hetta skuldi ikki bila, tí eg slapp suður aftur longu dagin eftir.
Tá ið eg kom suður aftur fekk eg at vit frá Hans Olaf Hansen, sum ikki enn var farin úr starvi, at sami maður var komin út aftur og hevði framt herverk á eitt pakkhús, sum var nýtt til tollskyldigar vørur.
Tað varð send frágreiðing um hetta til fútan. Nakrar dagar seinni fekk eg eina átalu frá Heise, dómaranum, um at eg var farin til Havnar undir hesum umstøðunum. Beiskleikin um, at eg varð blivin sýslumaður, sat framvegis í honum. Hinir donsku embætismenninir, sum heldur ikki høvdu dámt mína tilnevning, blíðkaðust tó skjótt.
Húsvillur
Um miðjan juli, 14 dagar eftir, at eg var byrjaður, fór Hans Olaf Hansen úr starvi. Nakrar dagar seinni kom Effersøe inn á skrivstovu mína og segði mær, at nú hevði hann selt húsini til Gudmund Mortensen, son Niels Juel, hóast hann hevði fingið tey boð frá amtmanninum, at staturin vildi tingast um at keypa húsini.
Eg mátti tískil beinanvegin flyta alt, sum hoyrdi til embætið út úr húsinum.
Hetta var sum at fáa vátan vøtt framman á. Eg setti meg beinanvegin í samband við amtmannin, sum segði, at eg mátti finna mær eitt ella annað høli at fara í.
Eg tosaði við mammubeiggja mín Lars Larsen um hetta, og hann mælti mær til at royna at leiga høli í losjuni. Hetta eydnaðist eisini. Hesi høli vóru kanska ikki tey mest egnaðu, men tað var einki annað at gera.
Eg hevði leigað eitt sovikamar frá »frøknunum« Petersen. Tær høvdu mótahandil og vóru vinkonur við konu mammubeiggja mín Lars. Eg át so á Hotel Tvøroyri.
Eg royndi at tingast við ymisk fólk um at keypa eitt grundstykki, so eg kundi byggja mær hús. Tað skuldi verið nógv mikið av jørð í bygdini, men eingin vildi selja.
Støðan hjá mær var ikki hugalig. Margretha búði við okkara synum Johan og Hassadi einsamøll í okkara húsum í Havn, og eg kendi meg at hava eina vagabóndatilveru á Tvøroyri.
Hóast eg sum so hevði tak yvir høvdið, var støða mín fullkomiliga láturlig fyri ein sýslumann at vera í.
Setti sjálvan Niels J. Mortensen uppá pláss
Eg var ikki enn komin í samband við fólkið í bygdini. Eg hevði havt ein samanbrest við sjálvan Niels J. Mortensen um vøruklarering, sum hann vildi hava greiddan á sín vanliga hátt. Niels Juel helt, at hann kundu siga mær, hvar skápið skuldi standa. Men nú mátti hann boyggja seg fyri mínum boðum. Eg hevði eisini rættin á míni síðu. Hetta frættist millum fólk, so tá merkti eg eina serliga virðing fyri mær.
Eg royndi at leiga eini hús, so eg kundi fáa familjuna suður. Men hetta var hopleyst. Fólk komu úr øllum Føroyum til Tvøroyrar at fáa arbeiði, sum nógv mikið var av. Fólk búðu í hvørjum kjallara.
Annars bygdu handilsmennir skúrar til fiskagenturnar. Her var eisini rok viðhvørt, tá fiskimenn við kenning vildu inn til genturnar, sum tær flestu vóru hampafólk.
Men knappliga skein sólin. Skraddarameistarin Petersen, sum var abbi konu Ejler, Siggu, hevði hús á Hvítanesi, har verkstaður var í kjallaranum. Ein sonur t var listamaðurin Sigmund Petersen. Tey vóru adventistar, og tey høvdu hug at fara at búgva nøkur ár á Skodsborg, sum var høvuðsstøðin hjá donsku adventistunum.
Eg roknaði so við, at tá ið tey komu aftur, hevði staturin bygt okkum eini hús. Tað var gott endiliga at fáa familjuna hjá sær.
Á umferð
Ein sýslumaður hevði tá í tíðini tvær árligar umferðir til allar bygdir í sýsluni. Fyrst var tað grannastevnuumferðin í januar og februar, og so var tað skattaumferðin, sum var í juli-august.
Tá ið eg tók við starvinum skuldi eg beinanvegin fara á mína fyrstu umferð. Á hesi ferðini skuldi innkrevjast ein matrikulskattur, sum skuldi gjaldast av allari jørð, sum var matrikulerað.
Hetta var ein skattur, sum stavaði frá 1894 til gjald av teimum útreiðslum, sum tá vóru av takseringini av jørðini.
Grundarlagið fyri innkrevjing av hesum skatti var eitt yvirlit yvir alla ognarjørð. Hetta yvirlit skuldu dagførast við fráboðan frá sóknarstýrunum. Men tá ið eg tók við, var hetta yvirlit alt annað enn dagført. Skipanin var so torskild og arbeiðskrevjandi, at dagføring nærum ikki bar til.
Men á fyriliggjandi grundarlagi skuldi eg skriva umleið 2.000 skattarokningar, sum tilsamans ljóðaðu uppá kr. 1.600.
Tær størstu rokningarnar vóru ikki so mikið sum 10 kr, meðan tær minstu vóru 0,18 oyru, sum tó vóru hækkað til 2 oyru. Hetta vóru láturligar upphæddir. Fyri tað almenna hevði tað verið nógv lættari at slept hesi innkrevjing og heldur nýtt tíðina til meira krevjandi uppgávur.
Men eg fekk skrivað rokningarnar. Fór so frá bygd til bygd eftir at hava kunngjørt nær eg kom til tær ymisku bygdirnar. Eg var spentur uppá, hvussu mítt møti við fólkið fór at vera. Men eg roknaði við, at øll sum vóru heima, fóru at møta upp á vanliga gjaldingarstaðnum fyri at síggja tann nýggja sýslumannin. Soleiðis varð eisini.
Tað gekk eisini væl at fáa peningin inn. Tó vísti tað seg í nógvum førum, at tann sum stóð fyri rokningini, var deyður fleiri ár framman undan, og at jørðin var farin til teirra arvingarnar. Men tað var tó altíð onkur, sum vildi gjalda hesar rokningar.
Eg fekk allan peningin inn, men tað var mær greitt, at tað almenna kundi ikki skriva rokningar uppá fólk, sum høvdu ligið í grøvini í fleiri ár. Eg setti mær fyri at dagføra yvirlitið, men tað mátti gerast á ein einfaldari hátt enn higartil.
Á hesi umferðini var eg sera væl móttikin. Mong gjørdu meg varan við, at vit vóru í ætt gjøgnum mammu, og tey bjóðaðu mær inn á gólvið. Eg takkaði fyri, men tað lá ikki altíð fyri at koma, so nógv vóru tey.
Fólk høvdu gjøgnum nógv ár við Effersøe fingið ta fatan, at sýslumaðurin var ein sera fjarur persónur, sum var ov høgtsettur at hava nakað við vanlig fólk at gera. Og nú kom ein sýslumaður, sum kundi taka hvønn mann í hondina og tosa við tey øll. Fyri tað bleiv tað átalað, sum skuldi átalast. Eg haldi ikki, at tað fór nøkur tign av embætinum fyri tað.
Mín undanmaður hevði føst hús, har hann gisti. Eg helt til í somu húsum, burtursæð frá bygdum, har eg hevði nærmastu ætt sum í Porkeri, har eg hevði fleiri systkinabørn.
Í Vági plagdi eg at búgva hjá stórkeypmanninum Petur Dahl, sum var giftur við mostur mammu. Hetta var eitt stórt hús, og tey høvdu altíð gestir. Í húsinum var ein stór stova næst køkinum. Kona Petur sat vanliga millum øll fólkini, sum høvdu ymiskt at gera.
Petur gekk vanliga gjøgnum stovuna á veg til ella frá skrivstovuna, sum var beint við sethúsini. Var kona hansara ikki í stovuni, plagdi hann at siga: »Er eingin heima,« sjálvt um stovan var full av fólki, sum arbeiddu ella tað vóru gestir inni.
Petur var kendur sum ein framúr maður, sum var virdur fyri sítt ídni og dugnaskap. Hann var byrjaður sum fiskimaður, og hevði við dugnaskapi uppalt fleiri manningar, og úrslitið av tí sást gjøgnum fleiri ættarlið. Var Petur tann stóri rokarin og ein kempa, so var kona hansara tann milda, sum altíð dugdi at fáa alt í rættlag, tá ið Petur kanska kundi fara nóg so harðliga fram. Konan hevði í sínum ungdómi verið sera vøkur. Tað sama skal omman mín í Porkeri hava verið. Tær vóru sum sagt systrar.
Í Sumba plagdi Effersøe at búgva hjá læraranum Niclas Djurhuus. Teir vóru saman í tinginum. Men nú lá ikki hjá honum at hýsa mær. Kanska hevði hann heldur ikki hug til tess.
Men hann mælti mær til at fara til Catrinu Symphor, sum plagdi at hýsa presti. Hjá henni var alt í lagi. Hon hevði sitið einkja í mong ár og hevði saman við sínum ógifta soni Petur røkt alla ta nógvu jørðina í húsinum.
Hon var øll árini, eg gisti hjá henni, tann mest umsorgsfulla vertinna, ið kundi hugsast. Hennara matur var einfaldur men góður. Tað var breyð, skerpikjøt, skinsakjøt, feskt kjøt og vanliga kókað heit mjólk. Tað var so hugaligt at fáa heita mjólk, tá ið eg móður og gjøgnumvátur kom til Sumbiar aftaná ein langan gongutúr, ofta úr Fámjin.
Tað hendi ofta, at sumbingar eftir eina grannstevnu bjóðaðu mær til hús. Eg vildi ikki siga nei, tí fekk eg ofta nátturða fleiri ferðir. Men tá ið eg kom heim til Cathrinu, ofta úti móti midnátt varð eg møttur við orðunum: »Nú eru tygum bæði svangur og móður.« Tað seinna passaði men ikki tað fyrra.
Eg vildi ikki sára Cathrinu, so tað var einki at gera uttan at eta eina ferð enn.
Í Hvalba kom eg fyrstu árini at búgva hjá prestinum Gullak Jacobsen, og síðan hjá Jens Paula Skaalum, mínum ungdómsvini, giftur við trímenningi mínum Astrid Larsen úr Porkeri.
Hetta er í hesum umfarinum seinasti partur í hesi røð um Kristian Djurhuus og hansara. Hetta er bert ein lítil partur av tí, sum hann hevur skrivað. Men tað gevur kortini ábending um eina áhugaverdan mann, sum dugur væl at greiða frá. Nógvir lesarar hava hildið hetta tilfar vera sera áhugavert. Kanska verður møguleiki fyri at taka hesa røð upp aftur sum frá líður.
Komandi partur
Miðvikan er avmarkað til fýra partar um mánaðin. Tískil verður komandi partur um tvær vikur. Hann verður um »landasvíkjaran« í Vági Poul Morell Nielsen, sum var ein hetja!