Nógv hevur verið skrivað og sagt um bókina ?Nyrup³, sum fyri stuttum kom út í Danmark.
Bókin er ein lýsing av Nyrup Rasmussen sum politikara og persóni, um hendingar í danska Javnaðarflokkin og tíðina áðrenn Nyrup gjørdist forsætisráðharri. Bókin lýsir eisini nærmastu hansara.
Tað hevur ivaleyst ikki verið ríkisfelagsskapurin og sambandið til Føroya, sum hevur elvt til høvuðsbrýggj hjá nýggja forsætisráðharranum, tá hann í januar 1993 tók við stjórnarleiðsluni eftir Poul Schlüther, sum hevði verið forsætisráðharri í borgarligu stjórnini í 10 ár.
Hann visti, at Føroyar av søguligum orsøkum vóru undir forsætismálaráðnum, men hann væntaði kortini ikki, at tað fór at verða neyðugt at brúka nógva tíð uppá oyggjarnar í Norðuratlantshavi.
Og hann hevði als ikki kunnað ímyndað sær, at eitt mál tvey ár seinni, um ein føroyskan peningastovn, skuldi føra hann út í álvarsliga, politiska kreppu.
Nakað soleiðis verða føroysku viðurskiftini lýst í bókini, tá Nyrup Rasmussen gjørdist forsætisráðharri. Hesin partur snýr seg mest um gongdina í bankamálinum, sæð frá einum donskum sjónarmiði.
?Hatta lúsa málið³
Greitt verður frá um viðurskiftini, tá Den Danske Bank seldi Føroya Banka til Landsstýrið, sum, so hvørt sum frálíður út á várið 1993, verður eitt haft um beinið á forsætisráðharranum.
Nyrup Rasmussen nevnir fyri sínum medarbeiðarum, at hann sammetir Føroya-málið við flugupáppír, har alt klistrar fast í. Hann kallar tað ?hatta lúsa málið³.
Í veruleikanum snýr bankamálið seg um, hvørt Den Danske Bank - møguliga við góðkenning frá politiskari síðu, svikaðu, tá teir seldu føroyingum Føroya Banka, og sendi milliardarokningina til føroyska skattaborgaran.
Tað er kortini ikki smálutir í bankamálinum, sum Nyrup brúkar tíð og orku at seta seg inn í ella sum órógvar hann. Tað gera hinvegin tvey onnur mál: Eitt er tað løgfrøðiligi, men ógvuliga eyðsýndi bardagin við nakrar treiskar føroyskar politikarar, hvørs psykologiska hugsunarhátt Nyrup ov seint lærir at skilja. Hitt er eitt orðaskifti um, nær og hvussu nógv Nyrup hevur fingið at vita um bankamálið.
Ræðumyndin er Tamila-málið
Serliga spurningurin um nær hann hevur fingið vitan um málið, dámar Nyrup lítið. Tamilamálið er ikki gloymt, og hann minnist alt ov væl, hví Poul Schlüther noyddist at fara.
Tað var ikki av tí at konservativi forsætisráðharrin hevði havt stórvegis við sjálvt Tamila-málið at gera, men av tí at hann einaferð vavdist í, nær hann fekk vitan, og hvussu nógv hann visti.
Tað má - sigur Nyrup við embætismenn sínar og endurtekur tað fleiri ferðir - heilt einfalt bara ikki henda mær. Henda ávaringin verður endurtikin fleiri ferðir teir mánaðirnar,tá Føroya-málið sum ein marrudreymur ríður Forsætismálaráðið og drenar tað fyri orku.
Nyrup veit væl, hvussu lítið skal til, áðrenn andstøðan kann siga, at forsætisráðharrin hevur tosað, sum visti hann ikki betur.
Nyrup heldur eisini, at tað í Føroya-málinum eru aðrir lutir blandaðir uppí, sum ikki hava nakað við Føroyar at gera.
Tað minnir hann um, at Forsætismálaráðið ikki altíð virkar optimalt í kreppustøðu. Hetta ger, at Nyrup í einum tíðarskeiði kemur rættiliga nær Konservativa flokkin-um og Hans Engel, formanni.
Tí er tað eisini Hans Engel sum at enda sannførir Nyrup um, at politiski varhugin hjá Bjørn Westh, løgmálaráðharra, ikki altíð er so búgvin.
Føroyingar kevja dómarakanning
Frá føroyskari síðu er tað eitt krav, at viðskiftini i sambandi við yvirtøkuna av bankanum, skulu kannast av løgfrøðiligum dómararum. Hesum vísir Nyrup aftur, og vísir á ætlaninar um, at talið av dómarakanningum skulu minka.
Í hesum máli fær Nyrup fult og heilt stuðul úr Konservativa flokkinum og Hans Engel. Alla tíðina, meðan málið verður viðgjørt í Danmark, er Hans Engel trygd fyri, at tað ikki gerst til ein spurning um, hvørt danska stjórnin skal yvirliva. Ikki uttan so, at tað kemur til skarpskeringar og Nyrup verður tikin í einum Tamil-líknandi misbroti.
Føroyingar megna dugnaliga at spæla David og Goliat leiklutirnar, við at vísa fram myndina av stóra koloniveldinum, sum traðkar lítla hjálandið, og noktar tí mest grundleggjandi rættindini.
Í november 1994 fer Nyrup til Føroya at vitja.Hóast hann ikki fær sannført føroyingar um at góðtaka annað slag av kanning enn dómarakanning, er ferðin meira væleydnað enn hann hevði torað at gjørt sær vónir um framman undan.
Meðan Nyrup er í Føroyum heldur hann fast um at hann ikki bert vil hitta føroyskar politikarar, men eisini vanliga fólkið.
Nyrup í essinum á ferðini í Føroyum
Hann megnar eisini at blíðka Óla Jacobsen, formann í Fiskimannafelagnum. Á vitjanum á flakavirkjum og aðrastaðni kring landið, sæst greitt, at Nyrup er í essinum, og kennir seg væl. Úrslitið av vitjanini er tí vælvild frá bæði føroyskari og danskari síðu.
So er tað at kjakið um hvat slag av kanning føroyingar skulu fáa, rættiliga tekur seg upp. Í sjálvum sær er hetta ikki eitt mál, sum skal leggjast á borðið hjá Nyrup.
Tað er heldur ábyrgdarøki hjá løgmálaráðnum og Bjørn Westh, løgmálaráðharra. Tí biður Nyrup løgmálaráðharran fara til Føroya at fáa greiðu á hesum fløkjasliga máli.
Ferðin hjá Westh miseydnast
Ferðin hjá Bjørn Westh í Føroyum í apríl 1995, er ikki væleydnað. Undir vitjanini í Havn førir hann seg hugmóðiga fram, og tað øsir bert føroyingar enn meira.
Tað er tó skjótt greitt fyri flest øll, at Bjørn Westh als ikki hevur skil fyri tí mest neyðturvuliga í málinum. Hann skilir als ikki at bankamálið er eins nógv kensluborið og tað er politiskt.
Nyrup ótolnast út um alt mark av, at Bjørn Westh ikki megnar at loysa málið sjálvur. West, sum annars undir samráðingunum um stjórnina hevði verið so sjálvklókur. Nyrup helt, at tað minsta hann kundi krevja av Bjørn Westh var, at hann loysti Føroya-málið.
Nyrup fær einki aftur frá Westh - annað enn fleiri trupulleikar av føroyingum, og tað leggur hann sær í geyma. Tað merkir, at Westh ikki kann vænta sær vælvild frá forsætisráðharranum seinni.
Aftaná miseydnaðu ferðina hjá Bjørn Westh í Føroyum, yvirtekur Nyrup og embætisfólk hansara málið. Allir fundir verða hildnir í Forsætismálaráðnum.Í veruleikanum vil Nyrup helst, at Bjørn Westh heldur seg burtur.
Tað vil Michael Lunn, skrivstovustjóri í løgmálaráðnum, ikki góðtaka. Hann krevur at fáa ráðharra sín við á fundirnar í Forsætismálaráðnum. Bjørn Westh sleppur tí at sita við fundarborðið.
Nakrar ferðir verður Michael Lunn noyddur at siga, at hann ikki kann møta á fundi í Forsætismálaráðnum, um ikki Bjørn Wesht er til staðar.
Nyrup letur sum einki
við Bjørn Westh
Á hesum fundum setir Nyrup allar spurningar beinleiðis til Michael Lunn. Bjørn Westh situr bert har, og Nyrup letur sum sær hann ikki Bjørn Westh, og hetta ørkymlandi eyðsæð løgmálaráðharran.
Tá er tað, at Nyrup í mai 1995 sjálvur setir sær fyri at fara til Føroya at vitja, fyri at vita, um hann kann sissa føroyingarnar.
Vitjanin verður kortini avlýst, av tí at løgreglan í Føroyum frættir, at lokalir bólkar í Føroyum hava í hyggju at geva forsætisráðharranum eina ikki ?serliga³ vinarliga móttøku.
Hóast løgreglan í Føroyum sigur seg kunna tryggja Nyrup, upplýsir Forsætismálaráðið, at tað skjótt kann gerast ?ov heitt³, og avlýsir ferðina.
Orsakað av ófriðinum um vitjanina, metir Nyrup at eingin meining er í at fara til Føroya, hóast hann væl veit, at avlýsingin fer at elva til nógva skriving í bløðunum um, at Nyrup ikki torir til at hitta føroyingarnar.
Kortini heldur Nyrup fast upp á sítt. Innanhýsis kalla embætisfólkini skrásettu ferðina eina ?non winner³ mynd av einum forsætisráðharra, sum verður undirdíktur í tomatum - og um heilt ikki veit við - í skittfiski. Nyrup metir støðuna soleiðis, at ófriðurin undir øllum umstøðum forðar fyri veruliga ætlanini við ferðini, og at vandi er fyri, at stríðið bert fer at herðast.
Neyðugt við psykologiskari ávirkan
Ístaðin halda samráðingarnar millum partarnar fram eftir formligu skipanini, tó at Nyrup noyðist at ásanna, at tað kanska ikki er heilt so lætt at fáa greiðu á, hvørji tey eru, sum umboða føroysku sjónarmiðini. Hann veit væl, at tað framvegis er neyðugt við psykologiskari ávirkan, um nakað úrslit skal spyrjast burturúr.Tí arbeiða embætisfólkini - við góðkenning frá Nyrup - við eini ætlan, sum teir kalla ?operation kattelem³.
Hugskotið aftan fyri hetta hugskotið er, at finna einar útdyr - eitt kettuportur - fyri føroyingar, soleiðis, at teir kunnu fáa eina kenslu av at sleppa burtur úr hesum drúgva máli, uttan eyðmýkt.
Andstøðan hug
at seta kílar í
Samstundis sum ein loysn hómast í eygsjón, leggur andstøðan í Danmark upp í stríðið. Hon hevur leingi havt hug at seta kílar ímillum.
Andstøðan er ikki so áhugað í sjálvum málinum, men meir í spurninginum, um Nyrup hevur sæð til at kunna Fólkatingið nóg væl um málið.
Á Christiansborg vita politisku mótstøðupartarnir, at Nyrup á fyrsta sinni frættir um Føroya-málið, beint áðrenn hann tekur við sum stjórnarleiðari í 1993, og tá vóru longu nógv sjónarmið havd á lofti.
Spurningurin hjá andstøðuni var, um tað kundi hugsast, at Nyrup hevði gjørt ein ræðuligan feil í tekstini, í tíðini tá støðan annars var alspent. Andstøðan vónar, at so er.
Tí biður Uffe Ellemann-Jensen skrivliga Nyrup svara spurningum í Fólkatinginum 25. mai 1995.
Evnið er: Hevur forsætisráðharrin sagt okkum alt um bankamálið? Ellemann-Jensen vil hava nágreiniligt svar, eitt nú, nær Nyrup á fyrsta sinni var kunnaður um eitt serligt notat frá 1992 um føroysku bankayvirtøkuna.
Tað gloymda notatið
Kvøldið fyri, sum Nyrup skal svara í Fólkatinginum, samlar hann ein ráðgevarabólk í Forsætisráðnum. Á hesum náttarfundi verður Nyrup greiður yvir, at tað er um eitt hár gjørt á muni millum, at hann kann yvirliva politiskt, og tí stóru vanlukkuni.
Hann veit, at tað er lívshættisligt at svara Ellemann-Jensen aftur á slíkan hátt, at tað kann misskiljast.
Á fundinum stendur tað við logandi bókstavum: Tamilamálið. Enn einaferð minnir Nyrup sínar ráðgevarar á, hvat tað var sum gjørdi at Schlüther fall: Tað var júst ikki sjálvt málið, men ein skeiv handfaring av av einum spurningi, sum lættliga kundi sammetast við spurningin, sum Nyrup skuldi svara dagin eftir í Fólkatinginum.
Í fyrstuni vil Nyrup helst svara, at hann á fyrsta sinni sá notatið, tá ein journalistur faxaði honum tað í mai mánað 1995. Fyri at tryggja seg, biður hann embætisfólkini kanna pappírsgoymslurnar enn einaferð. Hann vil ikki verða tikin í at siga ósatt - heldur ikki, um tað verður sagt í góðari trúgv.
Eftir at hava leitað í fleiri tímar, finna embætisfólkini eitt notat. Tað hevur í veruleikanum ligið í Forsætismálaráðnum síðani á heysti 1993, og hevur áskriftina: skjal til innanhýsis nýtslu at geva sær far um.
Nyrup veit, at hann ikki hevur lisið hetta. Men forsætisráðharrin kann ikki longur av sonnum siga, at hann ikki hevur havt møguleika at lesa notuna fyrr enn í mai 1995.
Tað skakar Nyrup, at hetta notatið er til, og tað skakar hann eisini, hvussu nær hann ótilvitað hevur verið at svara spurningi ósatt í Fólkatinginum. Dømi sum hetta prógva, hvussu veik skipanin er.
-Tað kann ikki verða rætt, sigur hann illsliga við embætisfólkini, at slík notat liggja og sløðast, og at Forsætismálaráðið ikki hevur skrásett yvirlit yvir slík notat.
Notatið kundi elvt til at koppa Nyrup
- Og tað kann als ikki vera rætt, sigur hann uppøstur, tá talan er um notat við innbygdum møguleika at koyra ein forsætisráðharra frá.
Í illsinni sigur Nyrup hetta út í hølið har teir sita, men tey fægstu av teimum sum inni eru, ivast eina løtu í, at skolan er ætlað skrivstovustjóranum Ulrik Federspiel, sum er illa við av hesum.
Hendingin við skjalinum prógvar bert tað, sum Nyrup alla tíðina hevur hildið um Føroya-málið. Nevniliga, at hetta ikki bert er eitt vandamikið mál, men fyrst og fremst eitt mál, sum ikki fæst tamarhald á, og har hann persónliga er maktarleysur. Sama varhugan av ampa fær Nyrup seinni, í sambandi við Rushdie-málið.
Eina viku aftaná kensluborna náttarfundin í Forsætismálaráðnum, kemur Føroya-málið nærri eini loysn. Føroyingar góðtaka eina kanningarskipan, sum er ein nágreinilig kanning - tó uttan luttøku av løgfrøðiligum dómararum. Hetta er avgjørt ein siður fyri Nyrup.
Aftaná sigur Nyrup um hendingarnar í málinum:
? Hetta er eitt mál,har eg havi verið noyddur at hava tamarhald á mær sjálvum. Men tað hevur havt týdning fyri meg, at tað ikki gjørdist ein mancho-dystur³.