sum vísir niðan ímóti Tinghúsvegnum og í Løgtinginum í gjár upplýsti Jørgen Niclasen, tingmaður, at løgreglan hevði spurt eftir upptøkunum hjá hesum myndatóli í eini roynd at avdúka álopið á tann litta [...] er ikki eitt mál, sum er viðgjørt í samgonguni ella í sambandsflokkinum og tí tosar hann bara sína egnu vegna. - Tað er heldur ikki so langt síðani, at eitt myndatól í eini farteledon avdúkaði ein mann [...] og hann ivast ikki í, at Sambandsflokkurin altíð er áhugaður í at tryggja borgaran mest møguligt ímóti atsóknum. Hann leggur afturat, at hetta er danskt málsøki og skal nakað gerast í hesum føri, skal tað
Niclasen á odda, hevur tí í umbúna at broyta føroysku skattaskipanina grundleggjandi, og seta eina flatskattakipan í gildi, so at allir føroyingar framyvir fara at gjalda 42% í skatti. Í roynd og veru merkir [...] verður í hvussu so er ongin búskaparvøkstur. Ein annar trupulleiki við pástandinum um, at øll helst skula arbeiða meira, eru tey umleið 1700 arbeiðsleysu, sum eru skrásett í ALS. Hvar eru tey í hesum sambandi [...] best er um teirra lønir ikki hækka nevnivert. Samstundis hækka nógvir prísir í samfelagnum, til dømis olja, Sev, ómaksgjøld í bankum og ymiskar matvørur. Avleiðingin av flatskattinum fyri hesi lágløntu
arbeiðssami Heini í Skorini, yvirhálaði hann í uttaru síðu, tamdi bóltin í ferðini og gav sær stundir til at senda trygt framvið Geza Turi og í handara síðunetið. Hetta var miðskeiðis í 2. hálvleiki, og [...] ábending um, at GÍ ikki hoyrir heima í fremstu røð. Uppskriftin hjá GÍ var at liggja tætt í mótstøðumonnunum og ikki at geva teimum frið at spæla. Tað eydnaðist í 1. hálvleiki, men tað kostaði nógva orku [...] við Hans Jørgen Djurhuus arbeiddu ógvuliga nógv á sentrala miðvøllinum, høvdu góðar langskotsroyndir í 1. hálvleiki, men GÍ kom ikki nærri málið, enn tá ið Símun Louis úr átjan metrum sendi í uttaru síðu
spælinum hjá NSÍ. B71 sópað av vøllinum Í seinna hálvleiki var í roynd og veru bert eitt lið á vøllinum. NSÍ fekk veruliga glið á spælið, meðan teir hjá B71 fóru fullkomiliga í svart. Hevði tað ikki verið fyri [...] einum stórspælandi Waldemar Nowicki í B71-málinum, kundi staðið heilt illa til hjá sandoyingum. Ian Højgaard var í sínum ungu døgum millum allarevnaríkastu spælarar í landinum. Hann fór av landinum, og [...] Mortan Hansen í hálvleikinum. Og rituvíkingurin gjørdi eisini sítt til, at B71 als ikki fekk fótað sær í seinna hálvleiki. Sandoyingar vóru heldur ikki serliga hepnir. Petur Ritter bleiv skaddur í fyrra hálvleiki
var einki óvæntað úrslit í steypadystunum, sum vórðu spældir um vikuskiftið. Feløgini í Formuladeildini vunnu sínar dystir, hóast okkurt av teimum skuldi stríðast hart fyri tíð. Í fýra av dystunum vóru fleiri [...] skuldi stríðast AB verður roknað sum eitt av sterkastu liðunum í næstbestu deildini í ár, og teir gjørdu eisini um seg á Skála leygardagin. Seint í dystinum legði Allan Mørkøre AB á odda, men Skála megnaði [...] av formulaliðunum vunnu greiðar sigrar í sínum dysti. Í Sørvági vitjaði NSÍ, og har var heimaliðið rættiligt treiskt. Christian Høgni Jacobsen legði NSÍ á odda í seinna hálvleiki, men SÍ svaraði aftur
Sjálvur hevði eg hildið, at tað í fyrstu atløgu hevði verið best, um vit høvdu amboðið, sum teir til dømis hava í Danmark, har tað ber til at kalla ministaran í samráð í nevnd og harvið, at parlamentið [...] Men í fyrstu atløgu snýr tað seg um at verja Føroyar og politisku skipanina í Jøkulfell málinum, og eg ætli mær ikki bara at lata hetta málið fara aftur við borðinum, sigur Tórbjørn Jacobsen, sum í gjárkvøldið [...] teknisk lýsing av tí, sum gekk fyri seg, og eg havi fult álit á henni. Men í politiska partinum av hesum málinum hongur nógv framvegis í leysari luft, og tað vil eg hava greiðu á, sigur Tórbjørn Jacbsen, og
harri, at alt var í fínasta lagi búskaparliga í Føroyum í 1988, beint áðrenn Føroyar fóru á húsagang. So útbúgvingarstigið - í sjálvum sær- er eingin garantur fyri nøkrum sum helst í hesum sambandi. Súni [...] Súni á Dalbø er útbúgvin stjórnmálafrøðingur, og hann starvast í dag á lærda háskúlanum í Aalborg. Hann heldur, at vit skulu vera ógvuliga varin við at yvirmeta týdningin av útbúgvingarstignum, tá heil [...] telir í dag sjey aðalráð. Flestu aðalráðini eru væl mannað við fólki, ið hava drúgvar útbúgvingar á alskyns lærdum háskúlum. Fremsta arbeiðið hjá embætisfólkunum er at ráðgeva landsstýrisfólkunum í málum
bólttap í uppspælinum. Júst tann uppskriftin var fyri tað nógva tann, sum GÍ hevði lagt seg eftir, og longu tíðliga í dystinum stóð greitt, at tað var B36, sum skuldi verða spælstýrandi parturin í dystinum [...] byrjan í seinna hálvleiki, og við útjavningini høvdu teir av álvara møguleikan at seta seg á dystin. Tí líktist tað eini fullkomnari heilabløðing, tá Hans Jørgen Djurhuus púrasta fyrilitarleyst í knæhædd [...] ónøgd um hetta við at renna beina leið í skiftingarrúmið, so var tó um reppið, at útskiftingin gav bonus. Í øllum førum mundi Sigurd Carlson iðra seg, tá hann í yvirtíðini hevði avgjørt størsta møguleikan
Tað var Vinnuhúsið, sum tók stig til fundin í Miðlon seinnapartin í gjár, ið tók útgangsstøði í fýra ítøkiligum spurningum. Hesir vóru: 1: Hvussu røkja og stimbra vit verandi útflutningsvinnur, so tær [...] støði, meðan tað var meiri í marknaðarføringini, at tað haltar. - Politiska traditiónin at blanda seg í alivinnuna er munandi minni enn politiska traditiónin at blanda seg í fiskivinnuna, segði Jóannes [...] flakavirkini verða flutt umborð á skipini. Vit venda aftur til fundin í blaðnum í morgin, har gjrt verður burtur úr tí, sum Jørgen Niclasen og Høgni Hoydal søgdu á fundinum.
sigur fyri sjálvstýriskreftirnar í føroyskum politikki. Eisini innanhýsis í bæði Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru sjálvstýrisvengurnir styrktir. Møguliga eisini í Sambandsflokkinum, um man so kann [...] Flokkurin misti annars vælumtókta tingmannin í Gøtu, helst tí hesin als ikki var sjónligur í valstríðnum og ikki hevur megnað at marknaðarføra seg sum formann í eini so týðandi tingnevnd sum Mentanarnevndini [...] okkin, sum í spurninginum um sjálvstýri mestsum lá á somu kós sum Tjóðveldi. Fólkaflokkurin var tann av samgonguflokkunum, sum stóð seg frægast, samstundis sum sokallaði sambandsvongurin í hesum flokki