Tey bestu gjørdu sína skyldu

Tey átta feløgini, sum eru eftir í kappingini um Løgmanssteypið, spæla øll í bestu deildini. Eingin av teimum fremstu var tikin á bóli um vikuskiftið, men á Skála lá sensatiónin og lúrdi eina stutta løtu, og EB/Streymur fekk ein kvøkk ímóti B71

Fótbóltur

Besta deildin eigur øll allar átta luttakararnar, sum framvegis hava møguleika at vinna Løgmanssteypið 2006.
Einastu feløgini í Formuladeildini, sum ikki eru partur av steypakappingini, eru VB/Sumba og ÍF. Tey bæði feløgini taptu ímóti ávíkavist HB og B68.
Lutakastið til fjórðingsfinalurnar verður í 3-2 sendingini mánakvøldið. Tá verður funnið fram til, hvørjum hesi átta skulu dystast móti: KÍ, GÍ, EB/Streymur, Skála, NSÍ, B68, B36 og HB.
Fjórðingsfinalurnar verða spældar Kristi Himmalsferðardag, sum verður hósdagin 25. mai.

Gekk sum roknað varð við
Tað var einki óvæntað úrslit í steypadystunum, sum vórðu spældir um vikuskiftið. Feløgini í Formuladeildini vunnu sínar dystir, hóast okkurt av teimum skuldi stríðast hart fyri tíð.
Í fýra av dystunum vóru fleiri mál á muni, meðan hinir dystirnir vóru nakað tættari, og á Toftum varð neyðugt við bæði longdari leiktíð og brotssparkskapping.
Ein av dystunum, sum var á skránni, var ikki spældur. Hetta var dysturin ímillum KÍ og Fram. Kappingarnevndin hjá FSF koyrdi Fram úr kappingini, tí felagið hevði brúkt óskrásettar spælarar, og støðan var tann sama hjá NFÍ, sum kundi tikið við eftir Fram.

Skála skuldi stríðast
AB verður roknað sum eitt av sterkastu liðunum í næstbestu deildini í ár, og teir gjørdu eisini um seg á Skála leygardagin.
Seint í dystinum legði Allan Mørkøre AB á odda, men Skála megnaði at javna beint aftaná, og so varð neyðugt við umdysti, har Pætur Dam Jacobsen gjørdi sigursmálið hjá Skála.
Eisini EB/Streymur fekk ein lítlan hvøkk, tí hóast teir vóru á odda 2-0 í heimadystinum ímóti B71, stóð tað knappliga á jøvnum. B71 minkaði og javnaði, áðrenn Hans Pauli Samuelsen gjørdi sigursmálið hjá EB/Streymi
Á Toftum var lívligt leygardagin. B68 og ÍF spældu ein javnan dyst, sum varð avgjørdur við brotssparkskapping. Seinastu løtuna spældi B68 við 9 monnum, tí tveir høvdu fingið reyða kortið, men toftamenn hildu skansan og vunnu brotssparkskappingina.

Greiðir sigrar
Fýra av formulaliðunum vunnu greiðar sigrar í sínum dysti. Í Sørvági vitjaði NSÍ, og har var heimaliðið rættiligt treiskt. Christian Høgni Jacobsen legði NSÍ á odda í seinna hálvleiki, men SÍ svaraði aftur við máli av Messias Pereira. Síðani mannaði NSÍ seg upp og skoraði trý mál afturat. Christian Høgni gjørdi hattrick.
Føroyameistararnir í B36 høvdu vitjan av TB, sum flutti úr bestu deildini í fjør, og stórur munur var millum liðini leygardagin. B36 vann heili 5-0, og tað var sigandi fyri gongdina í dystinum, har havnaliðið var greitt omaná allatíðina.
Í Gøtu spældu grannarnir GÍ og LÍF, og her var tað liðið úr bestu deildini, sum vann dystin. GÍ var á odda 2-1 í hálvleikinum, og í seinna hálvleiki øktu tær gulu tvær ferðir.
HB hevði vitjan av Sumba/VB, og heimaliðið vann 4-1. Í hálvleikinum var HB frammanfyri 2-1, og í seinna hálvleiki skoraðu teir tvær ferðir afturat.

Kappingin um Løgmanssteypið

SÍ-NSÍ 1-4 (0-0)
0-1: Christian Høgni Jacobsen
1-1: Messias Perreira
1-2: Jónstein Petersen
1-3: Christian Høgni Jacobsen
1-4: Christian Høgni Jacobsen

B68-ÍF 5-4 eftir umdyst og brotsspørk. 1-1 (1-0)
1-0: Súni Fríði Barbá
1-1: Bartal Eliasen

B36-TB 5-0 (2-0)
1-0: Fróði Benjaminsen
2-0: Sylla D. Amed
3-0: Obi
4-0: Fróði Benjaminsen
5-0: Fróði Benjaminsen

GÍ-LIF 4-1 (2-1)
1-0: Hans Jørgen Djurhuus
2-0: Sámal Joensen
2-1: Símun Waag Høgnesen
3-1: Sámal Joensen
4-1: Kaj Ennigarð

EB/Streymur-B71 3-2 (2-0)
1-0: Hans Pauli Samuelsen
2-0: Egil á Bø
2-1: Clayton Soares
2-2: Clayton Soares
3-2: Hans Pauli Samuelsen

Skála-AB 2-1 (0-0) (eftir umdyst)
0-1: Allan Mørkøre
1-1: Jónhard Frederiksberg
2-1: Pætur Dam Jacobsen

HB-VB 4-1 (2-1)
1-0: Jákup á Borg
2-0: Rasmus Nolsøe
2-1: Jákup Olsen
3-1: Páll M. Joensen
4-1: Jóhan E. R. Mouritsen

KÍ-Fram (KÍ víðari uttan dyst)