Útbúgvingin als eingin trygd

Samfelagsfrøðingurin Súni á Dalbø heldur ikki tað er avgerandi, um ein landsstýrismaðurin hevur høga útbúgving. -Nógv meira avgerandi er tað, um landsstýrismaðurin ella ráðharrin hevur skil og virðing fyri fólkaræðinum og fyrisitingarligari góðsku, metir hann.

-Jóngerð Purkús er jú búskaparfrøðingur. Hon segði alment sum fíggjarmálaráðharri, at alt var í fínasta lagi búskaparliga í Føroyum í 1988, beint áðrenn Føroyar fóru á húsagang. So útbúgvingarstigið - í sjálvum sær- er eingin garantur fyri nøkrum sum helst í hesum sambandi.

Súni á Dalbø er útbúgvin stjórnmálafrøðingur, og hann starvast í dag á lærda háskúlanum í Aalborg. Hann heldur, at vit skulu vera ógvuliga varin við at yvirmeta týdningin av útbúgvingarstignum, tá heildaravrikið hjá landsstýrismonnum skulu eftirmetast.

-Tað er langt frá nøktandi, at landsstýrismaðurin er fakliga væl fyri. Nógv meira avgerandi, er tað, um landsstýrismaðurin ella ráðharrin hevur skil og virðing fyri fólkaræðinum og fyrisitingarligari góðsku, metir Súni á Dalbø.

Hægri krøv
Føroyska miðfyrisitingin telir í dag sjey aðalráð. Flestu aðalráðini eru væl mannað við fólki, ið hava drúgvar útbúgvingar á alskyns lærdum háskúlum. Fremsta arbeiðið hjá embætisfólkunum er at ráðgeva landsstýrisfólkunum í málum, sum tey hava innlit í. Talan kann bæði vera um politiska, løgfrøðiliga og búskaparliga ráðgeving.

Við einum fakligum sterkum embætisverki, er tað ikki líka mikið um landstýrisfólkið hevur 7.flokk ella kann kalla seg akademikara?

-Tað er als ikki spurningur um fakliga styrki hjá embætisverkinum, sum er avgerandi fyri, um tað er nøktandi, at ráðharrin ella landsstýrismaðurin hevur 7.flokk. Hinvegin kanst tú møguliga siga, at um embætisverkið er sterkt, so setur tað størri krøv til landsstýrismannin um, at fólkaræðislig prinsipp skulu vera galdandi í eini fyrisiting. Um tú hugsar um tað fólkaræðisliga, so setur eitt sterkt embætisverk størri krøv til førleikan hjá ráðharranum, og ikki øvugt, svarar stjórnmálafrøðingurin.

Súni Dalbø arbeiddi eitt tíðarskeið í føroysku miðfyrisitingini. Hann hevur arbeitt á Mentamálaráðnum og havt tilknýti til Oljumálaráðið.

Ongantíð ein vansi
Forsætisráðharrin í Danmark, Anders Fogh Rasmussen og fyrrverandi formaðurin hjá Danska Javnaðarflokkinum, Mogens Lykketoft, eru ávikavist ein núverandi og ein fyrrverandi ráðharri, sum báðir hava lokið akademiskt prógv. Fogh Rasmussen og Lykketoft bera báðir orð fyri at vera ómetaliga væl fyri fakliga, og hetta elvdi ofta til stríð í teimum ráðum, teir umsótu.

Hvørki Anders Fogh Rasmussen ella Mogens Lykketoft fírdu fyri at seta krøv til embætisfólki og løgdu seg ofta út í arbeiðið hjá embætisfólkunum, um teir ikki meta arbeiðið vera nøktandi. Teirra uppíblanding í dagliga arbeiðið skapti ofta ónøgd millum embætisfólki í teirra ráðum.

Kann tað hinvegin vera ein vansi, at ein ráðharri ella landsstýrismaður er ov væl fyri fakliga fyri arbeiðsstevi og harvið avrikini í einum ráði?

-Tað hvørki kann ella skal kunna vera ein vansi, at ein ráðharri er væl fyri fakliga. Er ónøgd við ein landsstýrismann ella ein ráðharra, so eru vanliga onnur øki, sum vanta. Tað kann vera vantandi innlit og virðing fyri fólkaræðisligari fyrisiting, vantandi leiðsluevni, vantandi samband millum visiónir og gerandisdagin, sum er vansin og ikki fakligi førleikin, heldur Súni á Dalbø.

Nógv serfrøði
Føroyar verða stýrdar av heksadoktarum. Hetta var yvirskriftin á eini grein, sum stjórnmálafrøðingurin, Sjurður Skaale, skrivaði herfyri.

Sjúrður fíltist á, at serfrøðin og serliga advokatar hava fingið alt ov stórt vald á politiska leikpallinum í Føroyum. Stjórnmálafrøðingurin vísti á, at føroyskir politikarar leitaðu sær serfrøðingavitan uttanfyri teirra egna embætisverk, tá stórar politiskar avgerðir skulu takast.

Eitt dømi um slíkan framferðarhátt var málið um fyrrverandi landsstýrismannin, Jørgen Niclasen, tá ein kanningarstjóri varð nýttur av tásitandi løgmanni, Anfinni Kallsberg,

Kann orsøkin til, at landsstýrismenn eru so skjótir at leita sær serfrøðingavitan vera, at teir sjálvir ikki eru nóg væl fyri fakliga?

-Talan kan bæði vera um ein óhepnan, men ótilvitaðan præcedens, sum síðan er blivin ein partur av hvussu "man" arbeiðir sum landsstýrismaður. Eisini kann talan verða um, at ráðharran vil dekka sína egnu reyv við at fáa upprit av øllum handaslagi frá serfrøðingum. Grundleggjandi eigur ein ráðharri at byggja sítt virksemi á viljan hjá teimum fólkavaldu, metir Súni á Dalbø.