Tað var Vinnuhúsið, sum tók stig til fundin í Miðlon seinnapartin í gjár, ið tók útgangsstøði í fýra ítøkiligum spurningum. Hesir vóru:
1: Hvussu røkja og stimbra vit verandi útflutningsvinnur, so tær ikki far fyri bakka, áðrenn vit hava fingið alternativar vinnur? Kann man yvirhøvur fáa meira burtur úr verandi útflutningsvinnum?
2: Hvussu sær samansetingin av samlaða føroyska útflutninginum út um 10 ár, og hvussu kann henda samanseting verða nádd?
3: Hvussu kann man stimbra og menna nýggjar útflutningsvinnugreinar? Hvørjar kundu hesar møguliga verið?
4: Hvussu vilja tit tryggja, at møgulig nevnd átøk verða gjøgnumførd?
Tað var tó Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum, sum legði fyri við einari stuttari framløgu, har hann legði dent á handilsjavnan. Hann nevndi millum annað, at skal eitt samfelag mennast nøktandi er neyðugt, at íløgur verða gjørdar fyri 20% av BTÚ, og har eru Føroyar langt undir tí markinum.
Fiskivinnan stendur fyri umleið 60% av inntøkunum hjá landinum, og tað er nógv hóast vanlig fatan tykist vera, at tann parturin er nógv størri.
Altjóða góðkenning
Fyrstur av teimum fýra floksformonnunum var Kaj Leo Johannesen, løgmaður. Hann segði seg hava ein gamlan lista yvir tað, ið neyðugt er at fremja, og niðast á tí listanum stóð burðardygg veiða og altjóða góðkenning. Men eftir gongdina seinastu tíðina við hýsuni í Onglandi, hevði hann flutt hetta punkt ovast á listan.
- Vit eiga at gera hetta til høvuðsmál okkara komandi árið, at tryggja eina burðardygga veiði og at útvega okkum altjóða góðkenning, segði løgmaður.
Hann helt eisini tað er neyðugt at taka burtur forðingar í vinnuni, skal flakavinan yvirliva. Hetta skal kortini gerast samstundis sum vit lata upp fyri marknaðinum soleiðis, at øll kunnu bjóða upp á føroyska fiskin. Einasta treytin er, at hann skal um føroyskan keikant.
Kaj Leo Johannesen segði, at tað í løtuni bert liggja 18% eftir av virðinum á uppisjóvarfiski í Føroyum, restin verður landað uttanlands. Hann mælti tí til, at hetta tal kom upp á ein triðing beinanvegin og at miðað annars verður ímóti at fáa allan uppisjóvarfiskin til hagreiðing í Føroyum innan fyri eitt fimm ára tíðarskeið.
Hann mælti til eina tilfeingisrentu í fiskivinnuni, nakað, ið annars ikki plagdi at vera gott latín hjá borgarligu flokkunum. Somuleiðis róði hann upp undir at avtaka sjómannafrádráttin.
Um framtíðar útflutning segði løgmaður, at hann sá fyri sær eini fýra supermodernað matvøruvirkir, men alfa og omega er, at flogferðasambandið verður útbygt, samstundis sum kostnaðurin at ferðast til og úr Føroyum fæst niður.
Gult kort
Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, var næstur í røðini. Hann helt tað hevði sømt seg betri, at tað vóru politikararnir, ið lurtaðu eftir vinnubni enn umvent. Han helt kortini, at føroysk veiða og framleiðsla er á høgum støði, meðan tað var meiri í marknaðarføringini, at tað haltar.
- Politiska traditiónin at blanda seg í alivinnuna er munandi minni enn politiska traditiónin at blanda seg í fiskivinnuna, segði Jóannes Eidesgaard.
Hann vísti annars á, at føroyska politiska skipanin hevði takklað oljuvinuna sera professionelt, og tað komst av, at øll tá byrjaðu á jøvnum føti.
Hann koma eisini inn á spurningin við støðuni hjá hýsuni á bretska marknaðinum.
- Spurningurin um hýsuna má roknast sum eitt gult kort. Vit eru dumpaðir í politisku skipanini, og hetta er ein feilur, vit mugu rætta upp á komandi árið, segði Jóannes Eidesgaard.
Formaður Javnaðarfloksins helt, at tað er symptomatiskt fyri okkara høvuðsvinnu, at fokuserað verður upp á perfektionismuna á reinskeringslinjuni, meðan søluliðið ofta verður við sviðusoð.
Hann setti somuleiðis spurnartekin við, um tíðin ikki er farin frá traditionellu flakavirkjunum.
- Tað er tankavekjandi, at feskasta fiskin fáa vit frá frystitrolarunum í Barentshavinum, meðan fiskurin á Føroyaleiðini er fleiri dagar gamal. Og hvussu skulu vit rokna við, at útlendingar skulu keypa hendan vikugamla fiskin sum feskan, tá vit ikki sjálvi vilja gera tað, spurdi Jóannes Eidesgaard.
Hann metti tí, at tíðin kanska er komin hartil, at traditionellu flakavirkini verða flutt umborð á skipini.
Vit venda aftur til fundin í blaðnum í morgin, har gjrt verður burtur úr tí, sum Jørgen Niclasen og Høgni Hoydal søgdu á fundinum.