Sjálvstýrisrák

Sjálvt um fullveldismálið ikki vigaði tungt í valstríðnum, so kann staðfestast, at veljararnir hava meira ella minni sett tað aftur á dagssskránna við at velja andstøðuna og styrkja fullveldisvongin í Fólkaflokkinum.

Á síðulinjuni

Jan Müller,

Ábyrgdarblaðstjóri

jan@sosialurin.fo

 

 

Hóast samgongan varðveitti sín meiriluta, so var andstøðan, serstakliga smærru flokkarnir, vinnarin, nú teir øktu sítt tingmannatal. Tjóðveldi fekk tó eisini eitt sera gott val. Hetta merkir so aftur, at valúrslitið gjørdist ein sigur fyri sjálvstýriskreftirnar í føroyskum politikki. Eisini innanhýsis í bæði Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru sjálvstýrisvengurnir styrktir. Møguliga eisini í Sambandsflokkinum, um man so kann siga, við nýggja tingmanninum og stemmuslúkaranum Magna Laksáfoss.

 

Valstríðið avdúkaði, at lítil munur er á teimum trimum andstøðuflokkunum, soleiðis at skilja, at meðan Tjóðveldi framvegis er fyri fullveldi, so eru hinir báðir munandi radikaliseraðir. Hetta er serstakliga galdandi fyri Sjálvstýrisflokkin, sum í spurninginum um sjálvstýri mestsum lá á somu kós sum Tjóðveldi. Fólkaflokkurin var tann av samgonguflokkunum, sum stóð seg frægast, samstundis sum sokallaði sambandsvongurin í hesum flokki mestsum hvarv. Tað ber tí til at tulka valúrslitið sum eitt økt krav frá veljarum floksins um eina meira radikala sjálvstýriskós. Hetta kann eisini tulkast sum, at tær yvirtøkur, sum vórðu framdar av samgonguni, ikki eru nøktandi fyri ein stóran part av veljarafjøldini, ið meira ella minni hellir til fullveldi. Eingin ivi var um hetta hjá nývaldu tingkvinnu floksins, tá hon var í útvarpinum eftir valið fokuseraði uppá fullveldi. Tá hetta er sagt, so hava ivaleyst eisini onnur evni enn sjálvstýrismálið ávirkað støðu fólkafloksveljarans.

 

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin eru viknaðir, og hetta fer ivaleyst at ávirka samgongusamráðingarnar uttan mun til, um hesar enda við framhaldandi ABC samgongu ella eini heilt aðrari samanseting. Fyri Javnaðarflokkin má valúrslitið vera eitt stórt vónbrot. Víst kann flokkurin ugga seg við, at tað slítur at hava leiðsluábyrgd, men hetta er ikki nóg mikið. Her mugu vera aðrar orsøkir, og hetta veit flokksleiðslan. Tað er tí ikki óhugsandi, at tað verður eitt ella annað eftirspæl í Javnaðarflokkinum. Í øllum førum má leiðslan finna út av, hvat tað var, sum gekk galið og fremja eina erliga og grótharða eftirmeting, sum kann gerast ótespilig fyri leiðsluna. Uttan at fara inn í nakrar djúpari útgreiningar kunnu vit sláa fast, at flokkurin ikki hevur verið nóg sjónligur í samgonguni og kom ov seint á vøllin við sínum hjartamálum, sum so lutvíst duttu á gólvið, tá val varð útskrivað. Boðskapurin kom als ikki nóg væl fram í valstríðnum, og flokkurin tykist ikki at hava fingið eins góða professionella ráðgeving sum aðrir flokkar. Tá hugsað verður um, hvussu væl Javnaðarflokkurin er fyri fíggjarliga, so kann ein ikki annað enn undrast yvir, at flokkurin ikki nýtti fleiri møguleikar at koma út við boðskapinum. Flokkurin misti annars vælumtókta tingmannin í Gøtu, helst tí hesin als ikki var sjónligur í valstríðnum og ikki hevur megnað at marknaðarføra seg sum formann í eini so týðandi tingnevnd sum Mentanarnevndini. Eisini her hevur floksapparatið svikið. Og síðani hevur flokkurin ikki gjørt nokk at fylla út holini eftir, at Hendrik og Sverri ikki stillaðu uppaftur. Flokkurin stillaði bara 30 valevni upp, meðan Tjóðveldi stillaði upp 38. Hevði Javnaðarflokkurin gjørt sær størri ómak og politika floksapparatið fungeraði betur, og eitt nú fleiri valevni vóru á listanum, tá hevði hann uttan iva fingið tær 25 atkvøðurnar, sum restaðu í at fáa sjeynda tingfólkið.

 

Stóri spurningurin, hvør samgongan verður, er ikki svaraður, og svarið er als ikki givið. Fólkaflokkurin hevur í og við, at fullveldisvongurin styrktist, fingið eitt klárt signal frá sínum veljarum, so her verður sjálvrannsakan við lít. Leiðslan í Tjóðveldi veit, at flokkurin tolir illa at vera uttan ávirkan enn eitt valskeið – átta ár í politiskari oyðimørk er dapurt útlit hjá hesum flokki. Hann vil tí fara sera langt fyri at hála Fólkaflokkin burtur frá samríkisflokkunum og kann eitt nú fara at bjóða erkafíggindanum Jørgen Niclassen løgmannsessin, sum hesin illa kann kasta aftur, hóast sárini ivaleyst enn bløða.

 

Smáu flokkarnir vilja gera alt fyri at koma í samgongu, so her eru nógvir møguleikar opnir. Eitt nú EDB. Heldur ABC hinvegin fram, ber ikki til at halda fram sum higartil. Javnaðarveljarar fara uttan iva at krevja av floksleiðsluni, at hon tekur annað skinn um bak og ger flokkin meira sjónligan við sínum kjarnumálum. Sambandsflokkurin fer uttan iva at seta strong krøv til bæði A og C fyri at halda fram, eitt nú fleiri tung landsstýrisøki, og at EU-málið kemur á dagsskránna. Og Fólkaflokkurin fer at raðfesta sjálvstýrisspurningin hægri.