Skattalættin hjá samgonguni

Viðmerking til ta nýggju flatskattaskipan, ið samgongan hevur í umbúna

Magnus Samuelsen, Handilsskúlalærari
-------

Flest allir føroyingar eru samdir um, at verandi skattatrýst er ov høgt. Samgongan, við Jørgeni Niclasen á odda, hevur tí í umbúna at broyta føroysku skattaskipanina grundleggjandi, og seta eina flatskattakipan í gildi, so at allir føroyingar framyvir fara at gjalda 42% í skatti. Í roynd og veru merkir hetta, at samgongan ætlar at geva ein skattalætta upp á umleið 250 mió.
Grundgevingin fyri skattalættanum er, at tað skal loysa seg betur hjá føroyingum at arbeiða, so at fólk fara at arbeiða eitt sindur meira enn frammanundan, og harafturat fer skattalættin at skapa vøksur í samfelagnum sigst.
Hvørjar vera so avleiðingarnar av flatskattinum?
Ein stórur vansi við umrødda flatskatti er, at munurin millum tey, ið forvinna 250.000 og minni og tey, sum fortjena meir enn 250.000 økist sum frá líður. Tey lágløntu fáa ein sera lítlan skattalætta, og eru hesi lágløntu harafturat alment lønt, so heldur fíggjarmálaráðharrin, at best er um teirra lønir ikki hækka nevnivert. Samstundis hækka nógvir prísir í samfelagnum, til dømis olja, Sev, ómaksgjøld í bankum og ymiskar matvørur. Avleiðingin av flatskattinum fyri hesi lágløntu er eftir míni metan, at meðan tey fáa ein sera lítlan skattalætta samstundis sum teirra lønir mestsum standa í stað, so dýrkar alt í Føroyum. Niðurstøðan av hesum má vera, at keypikraftin ella reallønin hjá hesum samfelagsbólki minkar, og tey gerast fátækari.
Samstundis sum tey lág- og miðalløntu stríðast fyri at fáa endarnar at røkka saman fáa fólk við høgum inntøkum stóran skattalætta, og gerast harvið enn ríkari. Jú hægri inntøkan er, tess hægri er skattalættin, vísir seg at vera andin í skattauppskotinum, sum skal viðføra búskaparvøkstur og fáa fólk fara at arbeiða meir.
Ein annar trupulleiki við skattauppskotinum er vandin fyri, at fólk við høgari løn ikki fara at økja sína nýtsu av skattalættanum, tí tey hava nóg mikið av peningi frammanundan, júst tí tey eru hálønt. Hinvegin er stórur møguleiki fyri, at tey vælbjargaðu í staðin fara at økja sína uppsparing, gjalda niður skuld ella kanska ferðast meira, og trupulleikin við tí er, at tað skapar ikki nakran búskaparvøkstur í Føroyum, og sostatt fær skattalættin lítla og onga effekt. Úrslitið av flatskattinum verður, at føroya fólk verður deilt upp í eitt A-lið og eitt B-lið, og at gjógvin millum rík og fátøk verður nógv størri enn hon er í dag.

Arbeiða meir?
Ein annar stórur trupulleiki við skattauppskotinum er pástandurin hjá fíggjarmálaráðharranum um, at fólk fara at arbeiða meira av skattalættanum. Til hetta kann viðmerkjast, at stórur partur av føroysku arbeiðsfjøldini ikki hevur møguleika at arbeiða meira enn hon ger í løtuni. Tey alment løntu hava ongar ella ringar møguleikar at arbeiða meira ella arbeiða eyka. Hondverkarar eru glaðir fyri at hava arbeiði og arbeiða lítla og onga yvirtíð, og tey á fiskavirkum arbeiða, tá fiskur er á gólvinum. Hinvegin er stórur vandi fyri, at tey háløntu fara at arbeiða minni av skattalættanum, og ikki meira, sum Jørgen Niclasen pástendur. Ein háløntur persónur, sum til dømis fær 4000 kr í skattalætta um mánaðin, kann fara at arbeiða minni, og framvegis hava meira tøkan pening enn frammanundan skattalættanum, og fara fólk at arbeiða minni, so verður í hvussu so er ongin búskaparvøkstur.
Ein annar trupulleiki við pástandinum um, at øll helst skula arbeiða meira, eru tey umleið 1700 arbeiðsleysu, sum eru skrásett í ALS. Hvar eru tey í hesum sambandi? Hvussu er við teirra møguleikum at koma aftur á arbeiðsmarknaðin, tá tey sum frammanundan arbeiða, fara at arbeiða eyka? Jú, tað sigur seg sjálvt. Tað verður verri hjá arbeiðsleysum at koma aftur á arbeiðsmarknaðin, tá tey, sum longu eru har, fara at arbeiða meira.

Spurningin sum man at enda kann seta formonnunum í samgonguflokkunum og serliga fíggjarmálaráðharranum er, hvussu teir argumentera fyri, at vælbjargaðir persónar, ið forvinna væl av peningi, skulu hava ein meirinntøku upp á fleiri 1000 kr um mánaðin, samstundis um sum Palliba og Marsanna fáa ein skattalætta upp á 50 kr um mánaðin. Hvussu skal hetta gagna okkara samfelag og okkara búskapi? Kunnu tit svara upp á tað?
Nei, betur hevði verið at givið fólki við lág- og serliga miðalinntøum hendan skattalættan, tí tey hava veruliga brúk fyri honum, og latið tey háløntu goldið ein hægri skatt, tí tey hava ráð til tað.