danskari síðu at lata fólk trúgva, at einki fólk búði í Føroyum. -Tað var ikki fyrrenn sjálvstýrisflokkarnir fóru at tosa um at skipa ein føroyskan stat at teir vaknaðu úr dvala. Tástaðni sóu teir, at her livdi [...] eftir Heina O. Heinesen, fyrrv. tingmann. Hann plagdi at siga, at Edmund var so innbilskur, at hann helt at fiskurin kom á landgrunnin, bara tí at Sambandið kom aftur til valdið. -Eg meini tað, segði Edmund [...] fáir sambandsmenn eftir, at vit mugu skjótt til at balsamera teir, soleiðis at komandi ættarlið fáa at síggja, hvussu teir í veruleikanum sóu út!, segði Tobbi. Hann helt hinvegin, at tað hevði verið ein heilt
væl at liviumstøðunum har niðri. - Eg kann ikki siga annað enn, at tað er næstan ov gott til at vera satt. Í bygdini Monachil búgva umleið 1000 fólk. Vit hildu, at tað fór kanska at vera ringt at fáa vinfólk [...] bara savnast heima hjá onkrum at eta ella møguliga til ein langan túr í fjøllunum við børnunum. - Matur hevur ALT at siga her. Tað er eitt stórt samrøðuevni, og sjálvt tað at eta góðan mat saman, er nakað [...] minuttir at súkkla til Granada. Granada er ein stórur universitetsbýur við eini einastandandi mentanarsøgu. - Sagt verður, at blindir biddarar í Granada altíð hava havt tað sera gott, tí fólk halda, at tað
Fyrst fari eg at takka Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag fyri, at teir hava víst mær tað álit og tann heiður at biðja meg um at halda røðu á altjóða arbeiðaradegnum í ár. Í fyrsta umfari helt eg, at betur hevði [...] Teir siga við teg: Um tú ikki kanst annað enn finnast at, so eigur tú at tiga Eg sigi: Trúgv teimum ikki. Tí einhvør broyting byrjar, tá onkur varnast, at mál kunnu loysast øðrvísi, og tá tey tora at siga [...] Annars fari eg at biðja tykkum um, at líta tykkum íkring og kanna, um nakað virði er at síggja, sum arbeiðararnir ikki hava skapt. Nei, har finnast eingi. Men hvussu ber tað so til, at kapitalistarnir
Helt ikki, at hetta var nakað at bíða við, tí vit vistu jú ikki, hvussu leingi omma fór at liva. Ikki visti hon, ella nakar annar, at tað bleiv mamma, ið varð tann fyrra av teimum báðum at fara hiðani [...] skúlanum - at rokna og at skriva bæði føroyskt og danskt. Tað, at duga væl í skúlanum, hevur hon mett høgt og ofta spurt børn, ið komu á gátt: ”Dugir tú væl í skúlanum?” Sum ung fór hon til Havnar at tæna og [...] handlinum. Tað er fortalt, at einaferð kom ein sølumaður at selja okkurt. Hann var eitt sindur ovfarin av hesi gomlu ’ekspeditrisuni’ – ommu. Sum hann fór at forklára, helt hon fyri, at hon heldur mátti fara
“Kristianskirkjan” – ivist bara í, at tað eigur at bera til at broyta upprunanøvn til nakað annað ella skriva tað øðrvísi. Vit eiga nógv nøvn við C, og dugi eg ikki at síggja grundgevingina fyri, hví C-ið [...] tá vit noyðast at brúka bókstavirnar allíkavæl. Børnini verða sett í eina tvístøðu. Fáa fyrst at vita, at c og w eru ikki til í føroyskum fyri síðani í føroyskari undirvísingarbók at lesa fleiri orð við [...] øllum føri dugi eg ikki at síggja, at »løgregla« er meiri føroyskt enn “politi”. Hví tað er so umráðandi at trýsta orðið »løgregla« fram, kann hava eittans endamál, og tað er at sleppa av við heitið »politi«
Thomassen so at greiða frá um tey sløgini av whisky, sum skulu roynast afturvið matinum, og annars um whisky sum heild. Kokkarnir sjálvir fara at greiða frá mati sínum. Og tað er ikki ov nógv at siga, at Ronnie [...] kvinnur sita til borðs saman við 38 monnum, umframt at annar kokkurin er kvinna, og tvær ungar kvinnur taka sær av at borðreiða. GAMALT Ofta verður sagt, at tess eldri eitt whisky er, tess betri, men sambært [...] rættir, og tó at tað er eitt sindur løgið at drekka whisky afturvið, so riggar tað upp á ein eitt sindur veruleikafjaran máta. Har er tó eisini ein góð køld øl á borðinum, so tær nýtist ikki at brúka whisky
sum tá var løgmaður. Minnist at hon bað okkum ansa væl eftir hesum loyvunum, tí tey fóru at vera kontroversiell. Nakað eftir at loyvið var komið í hús og vit vóru farin at skeinkja á hotellinum [...] Tað eigur at bera til, nú felagið hevur nýggj og góð flogfør at arbeiða við. Lars Larsen er sannførdur um, at myndugleikarnir og Vága Floghavn eiga at strekkja seg langt í royndini at fáa eitt [...] og at flyta til Havnar eftir einum dreymi. Lars Larsen hevði sett sær fyri at fáa gongd á flogferðslu. – Eg møtti skepsis allastaðni. Fólk trúðu ikki uppá, at tað bar til. Enntá varð sagt, at tað
m og at harra fullveldisleiðari Saddam ikki kann sleppa at týna tann ella tey, hann og synirnir hava hug á fyri tíðina. Tað er nú eisini for galið, at eg og Brynhild Thomsen ikki fóru á Vaglið at savnaðst [...] orsaka, at eg ikki vildi berjast fyri rættindi hjá Saddam at fremja hugnaliga suverænitets sjálvmorðið av øllum fólkinum í Irak. Hvør kann skilja, at 80 prosent av irakarunum frøast, men at tíðindafólk [...] ókvæmisorð? At nærum øll lærd og útisetar úr hesum landinum er fyri hesi innrás (hví skal eg so vera ímóti?) Orsaka Javnaðarflokkurin og orsaka meg Tjóðveldisflokkurin, at eg ikki dugdi at síggja, at neyðugt
sundur, og alt bendir á, at vit eiga at styrkja okkum munandi á eftirlitsøkinum. Við avtøkuni av Landsbankanum gera vit tað øvugta, og tað er følsk trygd at billa fólki inn, at vit eru væl vard undir danska [...] hasar fer so onkur gleðisgentan at siga húsvillu atkvøðunum, at nøkur teirra taka frástøðu frá rikna politikkinum, sum tey annars tryggja, tá á stendur, og soleiðs fer eisini at vera hesuferð. “Sambandsflokkurin [...] ásannast skal enn eina ferð, at tá lítil maður fær vald, kennir hann sær ikki afturhald. Ein troyst í neyðini er, at Landsbankastjórin ætlar sær at verja borg í vónini um, at bankin verður endurreistur einaferð
Hetta var krav fyri at fáa kjans. Í hesu tíðini var hann, saman við øðrum hvalbingum, eisini við týskum trolara. Her lærdu teir týskarar at flekja og salta. Hann plagdi at siga frá, at maturin umborð var [...] Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir. Soleiðis man mongum hava runnið til hugs, tá ið boðini um, at okkara kæri gubbi og mammubeiggi ikki var komin aftur úr haga. Hann var sum so ofta [...] ongantíð óráð fyri. Tí standa vit spyrjandi. Men einasti svarið er, at nú var hansara tími komin. Fyri okkum báðar var hetta sum at missa ein annan pápa. Kristina, sum vit nevndu Dina, og gubbi búðu hjá